Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mai 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. mai · Nr. 88 14 Sosialurin Kjak Vegna feløgini niðanfyri skulu vit koma við fylgjandi viðmerkingum til omanfyri nevnda skriv. Tað undrar okkum almikið, at felagið Nótaskip metir seg ikki hava verið virkið í kjakinum um makrelin. Eftir okkara meting er felagið Nótaskip og sjónarmið tess komið væl og virðiliga til orðana um hetta mál í øll­ um miðlum, og serliga í loft­ bornu miðlunum. Øll eru samd um, at makrelkvotan hjá føroy ing­ um er ov lítil og má og skal økjast. Tað eru øll samd um. Men munur er á, hvussu feløgini meta, at hetta skal gerast. Niðanfyri nevndu fe­ løg eru av tí áskoðan, at makrelurin er rovfiskur sum kemur til Føroya um summarið at eta seg feitan. Í hesum átigildi tekur makrel­ urin ein stóran part av grundarlagnum undan lokalu botnfiskastovnunum. Tað kann nevnast, at met ingar vísa, at umleið 2 – 2,5 mill tons av makreli koma inn á føroyskt øki í um leið 4 mánaðir at eta. Føðin hjá makrelinum er, umframt yngulin hjá botn­ fiskastovnumum, sama føðin ið botnfiskastovnarnir liva av. Hugsast skal um, at tey umleið 2 – 2,5 mió. tonsini av makreli skulu sammetast við samlaðu støddina av botnfiskastovnunum, ið er á leið 0,3 mill tons. Tað vil siga at um makrelur og botnfiskur etur líka nógv, so ávirkar makrelurin umleið 2,5 ferðir so nógv sum botnfiskuri við Føroyar. Tað sigur seg sjálvt, at henda støða er til stóran skaða fyri botnfiskastovnarnar, heima flotan og harvið eisini allar føroyingar. Vit hava fyrr víst á, at vit stuðla fiskimálaráðharranum í kravinum um, at vit skulu hava meira makrel. Umframt hetta, so meta vit sum eina sjálvfylgju, at tað er heimaflotin, tann ið er skaðaraktur, ið fær ágóðan av vøkstrinum í markelkvotuni. Verandi praksis er, at allur botnfiskaflotin undir Før­ oyum skal ofrast, fyri at nakrir fáir skulu fáa so góð forhold, sum til ber. Hetta kann als ikki góðtakast. At hetta skal fáa felagið Nótaskip at stúra fyri gongd­ ini, skilja vit einki av. Eingin hevur gjørt krav uppá, at nótskipini skulu fáa minni enn teir fáa nú. Vit halda, at tað er sjálvsagt, at teir fáa teirra lut, ið er umleið 4% av heildarkvotuni. Tað er undir hesum fortreytum, at limir í Nótaskipum hava gjørt sínar íløgur, og tí meta vit, at hasi procentini skulu teir framhaldandi fáa. Sera nógvar íløgur eru gjørdar, bæði á sjógvi og landi, av heimaflotanum í Føroyum. Allar hesar íløg­ ur eru grundaðar á, at fiski­ skapurin verður nøkun lunda normalur, og ikki ávirk aður av einum slíkum rovfiski sum makreli. Undrunarvert er at lesa, at Nótaskip tekur upsa fiski­ skapin fram, sum um at teir ikki fiska upsa ella annan botnfisk. Nevnast kann at nótaskipini hava loyvi at fiska við sera stórum trol­ um við sera smáum mesk­ um, ”50 mm”, á somu leið, sum botnfiskaflotin fiskar við smáum trolum við stórum meskum, ”135 mm”. Lutfallið millum gapini á trolunum hjá ávíkavist nóta­ og botnfiskaflotanum er minst 50 : 1 So sera løgið skal vera, um ikki nótaflotin fiskar sín stóra part av botn fiskastovnunum undir Føroyum. Tað skerst ikki burtur, at heimaflotin virkar í Før oy um við sera stórum ring virkn­ ingum, og ætla vit eisini at økta kvotan av makreli skal koma føroy ingum tilgóða. Vit hava ikki fyri neyðini at skula verða við at uppbyggja Noreg við at veiða innalaga hjá teimum, og at landa til teirra. Vit kunnu ikki skilja grund gevingarnar um MCS góð kenn ing hjá Nóta skip um øðr vísi enn eina grund leggj­ andi misskiljing av støðuni. Sjálvandi koma rættindi før oyinga frammum eina um sókn um góðkenning av makrel fiskiskapinum. Veiðan verður ikki burðardygg undir nøkrum umstøðum, tí Ísland kemur at fiska allan teirra part oman á ásettu heildarkvotuna, umframt at ES tveitur nærum 2 ferðir føroysku kvotuna útaftur. Rættindi føroyinga sum strandaland í makreli koma, sum øllum kunnugt, frá russ um og teirra veiðu við Før oyar. Tí undrast vit á, at nótaskipini ikki eru fús at stríðast fyri rættindum føroyinga til makrelin. Vit rokna tó við, at tá á stendur so fara nótaskipini at bakka upp, eins og vit vænta at allir aðrir føroyingar gera. Vit kunnu boða frá, at vit fara at rigga til og stríðast fyri rættindum okkara og føroyinga, so skjótt sum vit fáa møguleika til hetta.w Vegna Feløgini Marner Lisberg og Jónsvein Knudsen Viðmerking til skriv frá felag num Nótaskip við heitinum »Nakrar viðmerkingar til makrelmálið« Í Kristeligt Dagblad 8. mai stendur ein áhugaverd grein eftir Allan Sørensen, sum er tíðindamaður blaðsins í Miðeystri. Í greinini stend­ ur, at eysturríksku ný­ nazistarnir verja atomætlan Irans. Felagsástøði hjá ný­ nazistunum og stjórnini í Iran er felags fíggindi teirra: Jødiska fólkið. Sambandið millum nazist arnar og Iran er ikki púra nýtt. Undir seinna heimsbardaga gav up p­ lýs ingar herferð Hitlers út eitt nazistiskt tíðarrit í Iran, tí at “reinu” arisku týskararnir høvdu ætlanir um ein samskipaðan fe­ lags skap við teir iransku ariarnar. Høvuðsboðskapurin í tíðindaherferð Hitlers var bardagi Muhammeds profets móti jødisku íbúgv­ unum í Mekka. Hitler varð beinleiðis samanborin við Muhammed. Báðir vóru teir søgunnar stóru jøda­ hatarar. Sambært granskarum eru partar av iranska fólk­ inum ættaðir av ariskum ættarbólkum, sum fóru úr India og býttu seg sundur í tvey. Annar parturin bú­ settist í økinum, har Iran er, meðan hin kom til Norð­ ur europa. Í dag eru tað so ný­ nazistarnir í Europa og Ahmadinejad, sum hava savnað seg saman í mót­ støð uni móti Ísrael. Ahma­ dine jad hevur ferð eftir ferð endurtikið, at hansara ætlan er at týna jødiska státin, Ísrael. Tá ið Iran fyri eini tveim­ um árum síðani skip aði fyri eini “øðrvísi” holocaust­ stevnu, vóru eystur ríksk ir nýnazistar millum lut tak­ ararnar. Í 1942 var muftiin í Jerusalem (leiðarin fyri muslimarnar har) í Berlin og prátaði við Hitler. Í nazistiska tíðarritinum “Der Stürmer” segði hann: Vit kunnu samanbera jødarnar við smittuberandi flogkykt. Tá ið ein ikki er so tætt hjá teimum, kunnu teir tykjast vera friðardýr, men verður ein stungin av teimum og smittaður við sjúkuni, so skal ein harðligari viðgerð nýtast.” Sanniliga, antijødiska søg an endurtekur seg. Iranski leiðarin boðar ferð eftir ferð frá ætlanum sínum, at týna jødiska fólk­ ið, eins og Hitler gjørdi í bókini “Mein Kampf”. Eins og tá yppa summir av leiðarum heimsins øksl í dag, tá ið Ahmadinejad, eins og Hitler, boðar frá ætlan síni at oyða Ísrael. Orðini gjørdust veruleiki 1944­45, tá ið hann varpaði allan heimin út í eitt ragna­ rok vegna maktgirnd og jødahatur. Ein skilir heim­ sins leiðarar, ið óttast fyri atomætlanini hjá Iran og Ahmadinejad. Ný-nazist- ar nir, Iran og Ísrael Svenning av Lofti Eysturoyar BEtong grundir dekk múrar trappur garðar tún o.a. betongarbeiði væl úr hondum greitt fyri kappingarførar prísir. tilboð verða givin tElEfon 56 20 70 / 56 20 71 Vegna klædnahandilin Sp/f Jungmann í konkurs verður vørugoymsla (klædnagoymsla) og innbúgv lýst til sølu. Nærri fæst at vita við at venda sær til Klett Advokatar á tlf. 31 17 44 ella lamhauge@klett.fo Bringsnagøta 21 · Postboks 62 · 110 Tórshavn · Tel 311744 Faks 318844 · www.klett.fo · klett@klett.fo Vørugoymsla til sølu Stríðast fyri okkara rættindum Í dag eru tað so ný- nazistarnir í Europa og Ahmadinejad, sum hava savnað seg saman í mót støð uni móti Ísrael