mánadagur 31. mai 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 31. mai · Nr. 88
Sosialurin
Meðan kalda kríggið var í
hæddini, var vanligt at skipað
varð
fyri
friðargongum
2. hvítussunnudag. Í 1985
byrj aði
friðargongan
í
Mjørkadali. Síðan varð gingið
til Havnar, har fundur var á
Skansanum. Dagurin endaði
við einum stórum tiltaki í
Norðurlandahúsinum.
Tá fyrrverandi matstovan
Perlan í Vágsbotni varð tikin
niður, samtykti Tórshavnar
býráð at nýggjur bygningur
skuldi koma fyri tann gamla.
Fleiri arkitektar komu við
sínum uppskoti um, hvussu
ein nýggj Perla kundi síggja
út. Ein av teimum var
Jónhild Johannesen, ið hevði
gjørt eina nýggja Perlu sum
høvuðsuppgávu á Arki tekt
skolen í Århus.
Bygningurin skuldi verða
í trimum hæddum við eini
gólvídd upp á tilsamans 375
fermetrar.
Arkitekturin
hugsaði
sær, at Perlan skuldi verða
eitt alment savningarstað,
har kjallarin skuldi nýtast
til mentanar lig endamál, á
miðhæddini skuldi verða
ein kaffi stova og á ovastu
hæddini ein matstova. Til
samans skuldi Perlan kosta
umleið fimm milliónir krón
ur at byggja.
Kelda: Tíðindablaðið Sosialurin
týsdagin 28. mai 1985
Fyri 25 árum síðan:
Friðargongur og nýggj Perla
Nøvn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tíðindablaðið Sosialurin skrivar týsdagin 28. mai 1985
um m.a. eina friðargongu úr Mjørkadali og út á Skansan
og um eitt uppskot um nýggja Perlu í Vágsbotni
60 ára føðingardagur
Mikudagin 4. august verður Heið
veig Tindskarð, Tórs havn, 60 ár. Føð
ingardagurin verður hildin í Róðrar
neystinum á Argjum leygardagin 17.
juli kl. 18. Tey ið vilja gleða Heiðveig við
at koma í føðingardag, verða vinarliga
biðin um, at siga frá innan 20. juni á
tlf.: 317326/264030 (Heiðveig), 277556
(Barbara), 227796 (Yvonna).
85 ára føðingardagur
Mikudagin 2. juni verður Ásla Dam,
Tórshavn 85 ár. Dagurin verður hildin á
Hotel Føroyum, og eru tey, sum ynskja
at heilsa uppá Áslu, vælkomin millum
kl. 15.30 og 18.
Silvurbrúdleyp
Tann 1. juni hava Elsba og Eivind
Danielsen verið gift í 25 ár. Dagurin
verður hildin 3. juli í B36 húsinum kl. 19.
Tey sum vilja hátíðarhalda dagin saman
við okkum, verða vinarligast biðin um at
siga frá á tlf. 321932 ella 224802 í seinasta
lagi 20. juni.
Merkisdagar
Friðargongan á veg niðan á Skansan í Havn
Jónhild Johannesen sæst her saman við Leivi Johannesen, Tórfinni Smith
og Essa Arge býráðslimum, tá projektið varð sýnt fram í býráðssalinum.
Perlan sæst millum Sjómansheimið og Bryggjubakka
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda umsorgan og
samkenslu, tá ið kæri maður, pápi, verpápi og
abbi okkara
Reinhold A. Nielsen
brádliga gjørdist sjúkur,
andaðist og varð jaraður.
Takk fyri eina vakra løtu í kristnastovu, og
takk til øll tykkum í tóku ímóti okkum á
Flogvøllinum. Tað var ein ógloymandi løta at
koma úr Smyrli á krambatanga, og síggja øll
tykkum mongu, ið vóru komin saman at taka
ímóti okkum, hjartans tøkk skulu tit hava.
Takk til øll tykkum í Salem, fyri hjálpsemi í
samband við jarðarferðina og ervi. Takk fyri
góð og troystarrík orð bæði í kapellinum
og til jarðarferðina.
Takk til øll tykkum, ið á ymsan hátt hjálptu
og hjartans tøkk til øll tykkum mongu,
sum fylgdu Reinhold til hansara
seinasta hvíldarstað á fold.
Takk fyri blómur, kransar, heilsanir
og gávur til Salem.
Vegna familjuna
Anna, Jón og Charlotta
Andlát
Okkara kæri sonur og beiggi
Hans Pauli Olsen,
andaðist 26. mai 2010 og jarðarferðin verður
í Hundige kirkju týsdagin 8. juni kl. 12.00.
Familjurnar vegna
Jenny og Josva