mánadagur 31. mai 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. mai · Nr. 88
16
Sosialurin
7 Byggivirki
Orkusparandi heildarloysnir
Sethús • Tvíhús • Íbúðir
Skjótt, gott og bíligt – sjálvandi
Lyklaklárar loysnir
Tlf. 56 20 70 · Fax 44 78 90
T-postur: janj@post.olivant.fo
Íbúð í Kbh. til sølu
STØDD: 64 m2, 2 rúms andeilur við deiligum rúmi
ØKIÐ: Ognin, sum íbúðin er partur av, liggur nak
að inn frá Tagensvej beint við Bispebjerg Hospital.
Her eru góðar parkeringsumstøður, og stutt bæði
til handils og almennan transport. Á súkklu eru
tað 1015 min. inn í miðbýin. Tað vakra grøna
lendið við Utterslev Mosa er bert ein stuttan
súkklutúr frá íbúðini. Ríkissjúkrahúsið, Panum og
Universitetið (naturvidenskabelig) eru eisini bert
ein stuttan súkklutúr burturi.
OGNIN: Gott og vælrikið lutafelag við umsjón
armanni, felagsvaskaríi, turkirúmi og felagsøkjum
við spæliplássi. Haraftrat eru duratelefon, termo
vindeygu og fjarvarmi.
ÍBÚÐIN: Gangur, stórt sovikamar við góðum plássi
til bæði dupultsong, skriviborð og skáp. Hugnalig
stova við franskari altan. Eldri, men fínur køkur við
góðum skápsplássi. Baðirúmið er í serklassa, við
tað at tað er stórt og hevur sitibaðikar. Vaski
maskina við innbygdari turkitrumlu fylgir við.
Stutt sagt ein sera góð íbúð í sera góðari stødd.
PRÍSUR: 420.000 kr. Mánaðarleigan er 3.539 kr. við
vatni, aconto varma og lítlum sjónvarpspakka.
Bíligt internet er eisini í felagnum.
Vendið tykkum til tlf. 447765, 747765 ella
+4525861315.
Lærlingur
Sølkt verður eftir HVS lærlingi til
P/F Mariu Poulsen
Vit vænta at tú ert raskur og fyrikomandi.
Koyrikort er eitt krav.
Er tú tann rætti persónurin,
er tú vælkomin at tosa við okkum
og/ella senda eina umsókn til
P/F Maria Poulsen
Smyrilsvegur 8 · Postboks 182 · FO 110 Tórshavn
Meiri fæst at vita við at ringja til
Arthur Poulsen á tlf. 312 000
Ella send ein mail á ap@mp.fo
P/F Maria Poulsen er størsta HVS virkið í Føroyum við
handli, verkstaði og búnýti. Í dag starvast um 35 fólk í
fyritøkuni. Alt innan heilsølu og smásølu.
søkir eftir
Pedagogum til
Barnagarðin á Mýrunum
Søkt verður eftir:
pedagogum 30t til 35t um vikuna, til vøggustovu,
barnagarðstovu og serstovuna
Førleikakrøv:
vit sóknast eftir starvsfólki, ið eru nýhugsandi og
ígongdsetandi og eru opin, jalig, duga at veita
umsorgan og hava góð samstarvsevnir. Vit ynskja, at
tú, í tøttum samstarvi við starvsfelagar og foreldur,
kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan
dag fyri hvørt einstakt barn.
Vit bjóða tær:
eitt spennandi starv við nógvum fjølbroyttum
avbjóðingum í dagligdegnum, har tú blívur ein
partur av okkara breiða starvsfólkahópi, har tað
námsfrøðiliga arbeiðið verður raðfest høgt. Dentur
verður lagdur á, at møguleiki er fyri fakligari og
persónligari menning.
Størvini verða sett 16. august 2010 ella eftir nærri
avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Eyðnu
Norðfoss, leiðara ella Jastrid Weihe, varaleiðara á tlf.
448254 ella 218254.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta
lagi mánadagin 14. juni 2010, kl. 12.00.
Runavíkar Kommuna
Heiðavegur 26 · Postrúm 139
FO-610 Saltangará
Í Barnagarðurin á Mýrunum ganga 94 børn. Á stovninum eru
2 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur og 1 stova til børn við
serligum tørvi. Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar við
ljósum rúmligum stovum við eyka spælirúmi. Harumframt er
verkstaður, sansirúm, samtalu/venjingarrúm og stórt felags/
rørslurúm við barnavinarligum køki. Stovnurin liggur í vøkrum
náttúrulendi beint við Toftavatn og nær við ítróttarøkið.
Til sølu
Tvíhús og íbúðir
Tvíhús í Sundalagnum. Eru klár at flyta inn í.
Íbúð í Havn tætt við skúla, barnagarð og
handlar. Gott busssamband.
Íbúð í Sundalagnum. Klár at flyta inn í.
Er hetta nakað fyri teg,
so ring tel. 56 20 80
ert tú
íðin, fyrikomandi
ítróttaráhugaður
sjálvstøðugur
Ein persónur verður í nærmastu
framtíð lærlingur í deild okkara í
Tórshavn. Um tú ert frískur og við
uppá tað, so er tað kanska júst
tær vit leita eftir. Lærutíðin við
HH er 2 ár,og við FHS 3 ár.
Í hesum tíðarskeiði skal lær-
lingurin á skúla í Danmark 4 ferðir.
Ivast tú í nøkrum, ert tú vælkomin
at ringja til Rúna, tlf. 210 229
Áhugaður?
Send umsøkn við prógvum
og møguligum viðmælum
skjótast gjørligt til:
Thomas Dam Ítróttur
Postboks 268
110 Tórshavn
?
Hevur tú hund?
So burdi tú eisini havt
SKYTTENs SPECIAL
www.fodursolan.com · info@fodursolan.com
Special – 20 kg kr. 450,-
Turrfóður til vaksnar hundar.
Sera gott til hundar við húð-
og pelstrupulleikum og til
eldri hundar.
Bílegg
beinleiðis
á netinum
Lesið