Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mai 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. mai · Nr. 88 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Steypafinalan verður á sparkivøllinum í Svínoy í samband við Útoyggjastevnuna Hví skal alt verða í Havn? Lat onkran annan onkuntíð fáa okkurt! Tað er nokk at fara til á Ólavsøku sum er Finalan verður í Klaksvík á Summarfestivalinum – avmarkað atgongd Nú veit eg hví Víkingur bara fekk eitt stig á Argjum. Atli skorar altíð, tá hann spælir ímóti Tórði Thomsen. Ígjár var eingin Tórður í málinum hjá AB Gundadalur er handklæðið hjá teimum grátandi havnarmonnunum, sum tapa steypafinaluna Óansæð hvør kemur í finaluna, so verður tað onkur klaksvíkingur, sum spælir »heima«. Teir sløðast allastaðni í Føroyum Ennigarð brøðurnir eru sum reyðar kýr Av tí, at byrjanin hjá B36 líkist so nógv byrjanini í fjør, so spælir »Deja Vu« til dans í kvøld í B36 húsinum Eg haldi tað skuldi verið sum við Melodi Grand Prix'num. Steypafinalan skuldi verið hjá vinnarunum árið fyri. Eg vil heita á Rás2 um at gera eina innsavnan fyri Havnina, so teir fáa ráð til steypafinaluna í framtíðini Hey NSÍ – give me FIVE Nú fari eg út á Toftir at keypa ís, tað er so heitt í Runavík (19 stig) NSÍ fór uppum, har Ennigarðurin var lægstur Nú eitur tað ikki »Olsen Olsen« meir. Tað eitur »Ennigarð Ennigarð« Vit eru á veg um Skopunarfjørð, og vit merkja botn. Uha B68 15 stuttligastu sms'ini frá 3. hálvleiki Atli berjist fyri bjargingini Tað er sera tætt millum liðini beint omanfyri niðurflytingarmarkið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, men seinnapartin sunnudagin gjørdi FC Roskilde hjá Atla Danielsen sítt til at lívbjarga sær. Á heimavølli vann FC Roskilde 2-1 á Thisted, sum undan dystinum hevði tvey stig meira enn liðið hjá Atla Danielsen. Við sigrinum hálaði FC Roskilde seg upp á 30 stig, sum røkkur til eitt tíggjunda pláss. Hinvegin eru bara trý stig niður til Kolding FC, sum liggur beint undir markinum, so Atli Danielsen og teir hava á ongan hátt tryggjað sær sætið í deildini enn, nú tríggir dystir eru eftir at leika. Petur Elias nýggjur ÍSF forseti ísf Ítróttasamband Føroya hevði í gjár aðalfund á Hotel Hafnia, har Petur Elias Petersen varð valdur til forseta Eirikur Lindenskov Eini 50 umboð frá sersambondum og ítróttafeløgum kring landið vóru møtt. Petur Elias Petersen, virkandi ÍSF-forseti, greiddi frá virksem- inum hetta farna árið. Millum tætt ir nar, ið hann tók fram, vóru fíggj ar viðurskifti og týdningurin av sjálv bodna arbeiðinum kring landið, rørsluárið og fólkaheilsa, førleika menning, úrvalsítrótt og altjóða virksemi. Í samband við altjóða ar beið ið varð bæði nomið við metoyggja- leik irnar í Álandi í fjør, og við nýggja altjóða limaskapin, sum ÍSF hev ur vunnið sær í felagsskapinum TAFISA. Eisini varð nomið við sendi rætt- indi, ítróttarverkløg og doping. Forsetin takkaði samstundis teim um, ið leggja lunnar undir stóra ítróttarvirksemið í Føroyum, ítrótta fólkum og -leiðarum, al menn- um og kommunalum myndug leik- um, stovnum og fyritøkum og fjøl- miðlum. Undir innkomin var stað fest ing av lógini hjá nýggja sersam band- inum fyri bogaskjóting og broyttu lógunum hjá skjótisambandinum fyri. Tær vóru staðfestar av aðal- fundinum. Síðani varð farið til nevndarval, har nýggjur forseti skuldi veljast. Sølvi Reinert Hansen legði frá sær fyrr í ár, og hevur varaforsetin, Petur Elias Petersen, røkt for seta- starvið fram til aðalfundin. Hann var einasta innkomna uppskotið til forsetasessin, og varð hann ein- mælt valdur til nýggjan forseta í Ítróttasambandi Føroya. Petur Ove Petersen var einasta innkomna uppskotið til varalim, og varð hann valdur. Hann tekur sam- stundis sætið í starvsnevndini sum varaforseti. Nevndin hevur sostatt hesar limir: Petur Elias Petersen, forseti, Petur Ove Petersen, varaforseti, og Katrin Joensen, skrivari. Undir ymiskt nýtti fráfarni for- setin, Sølvi Reinert Hansen, høvi at takka fyri tíðarskeiðið í starvs- nevnd og stjórn ÍSF. Mynd: Álvur Haraldsen