mánadagur 31. mai 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 31. mai · Nr. 88
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Javnt á Argjum
vodafonedeildin AB fekk stig annan
heimadystin á rað. Hesaferð ímóti Víkingi
Heri Simonsen
Argjamenn hava nú arbeitt seg upp
tvey tey seinastu umførini, um enn
ikki tað hevur rokkið at førka liðið
upp um niðurflytingarstrikuna,
so eru fýra stig í tveimum dystum
risastór framgongd sammett við tey
trý stigini liðið fekk í átta teimum
fyrstu dystunum. Javnleikur 1-1
millum AB og Víking var á einari
leið.
Stríddust væl
AB-leikarnir stríddust væl, og teir
gjørdu tað sera torført hjá Vìkingi
at fáa spælið at koyra. Semja var
millum argjafólk, at avrikið hjá
AB var millum tey bestu í hesum
kapp ingarárinum. Nógvir harðir
nærdystir vóru, og menn løgdu
nógv fyri. Hjá Víkingi vikarieraði
Áslakur R. Petersen fyri tann
leik bann aða liðskiparan, Niclas
Niclasen. Nakrir málmøguleikar
fullu til bæði liðini í fyrra hálvleiki,
men hvørki liðið fann netmeskarnar
fyrstu 45 minutirnar.
Stig Roar skoraði aftur
Norski framherjin hjá AB, Stig Roar
Søbstad hevur ikki skorað í longri
tíð, men tá 10 minuttir vóru farnir
av seinna hálvleiki bragdaði aftur
hjá honum. Vánaligt samskifti í
verjuni hjá Víkingi førdi til, at Stig
Roar Søbstad kundi strúka avstað
við bóltinum, og hann meddaði
bóltin í netið til 1-0 leiðslu til AB.
Leiðslan hjá AB helt ikki longi.
Áslakur Petersen, sum átti sína lut
í mál inum hjá AB bøtti um skaðan
aftur. Súni Olsen beindi eitt av sín-
um mongu góðu fríspørkum inn
í AB-brotssteigin, og har beindi
Áslakur bóltin í málið til 1-1. Eftir
seinna málið hendi ikki tað stóra
í dyst inum, og liðini samdust um
javnleikin. Javnleikurin lyfti AB
upp um niðurflytingarstrikuna í
eitt sam døgur, men sigurin hjá B71
yvir B68 hálaði AB niður um niður-
flyt ingar strikuna aftur. Víkingur í
sínum lagi, fer nú at fyrireika seg til
seinnu hálvfinaluna ímóti ÍF, sum
verð ur spældur týskvøldið 8. juni.
heris@sosialurin.fo
AB
1
Víkingur
1
Argjamenn vístu eitt av
bestu avrikunum hetta
kappingarárið, ið ognaði
teimum eina stigi móti Víkingi
Myndir: Álvur Haraldsen
Atli Gregersen:
Tendraðir
mótstøðu
menn
Vikarierandi liðskiparin hjá
Víkingi, Atli Gregersen helt, at
tað merktist á Argjamonnum,
at teir vildi hava eitt úrslit. –
Vit møta einum AB-liði sum
er veruliga tendrað. Teir hava
ongantíð vunnið á okkum, og
tað ætlaðu teir avgjørt at gera
nakað við. Eg helt kortini, at
vit »matchaðu« teir rímuliga
væl, men samanumtikið
var javnleikur eitt rættvíst
úrslit. Har vóru nakrir stórir
málmøguleikar til bæði liðini,
so tað var eitt ella annað
stað í lagið, at tað endaði við
javnleiki. Atli Gregersen er ikki
nøgdur við leikligu gongdina
hjá Víkingi seinastu umførini,
og hann heldur, at tað minnir
um eina leikliga kreppu, sum
Víkingur er komið í, men hann
hevur vónir um, at tað rættir
seg til seinnu hálvfinaluna
ímóti ÍF.
Erling og Páll koppaðu toppliði
Erling Jacobsen spældi samfullar 90 minuttir, meðan Páll Klettskarð fekk
seinasta korterið, tá teir saman við liðfeløgunum bastu einum av toppliðunum
í triðbestu donsku deildini. Vanløse endaði við at vinna 2-0 á Avarta, sum er
nummar fýra í deildini og einans trý stig frá fremsta plássinum. Við føroyskum
brillum er vert at hefta seg við, at Páll Klettskarð ikki byrjaði inni. Hann hevur
ikki verið heilt so skarpur seinastu dystirnar sum hann var fyrr í ár, men fekk
tó góðar 15 minuttir á vøllinum. Annars er málið hjá Vanløse til 1-0 eisini vert
at hyggja nærri at. Staddur á baklinjuni eydnast tað Kenni Pedersen at skjóta
bóltin upp um málverjan og í málið. Málið sæst á vanloeseif.dk.
Løkin, Lava og Næs flyta niður
Nú er einans talan um ein teoretiskan møguleika, um Frem skal bjarga sær í
næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Frem skal hava fulla úrtøku úr øllum trimum
dystunum, sum eftir eru at leika, umframt at liðið eisini skal vinna 14 mál inn á
Hvidovre, sum er níggju stig frammanfyri Frem. Hetta er, meiri ella minni, ein
ógjørlig uppgáva, hóast liðið í dag vísti hampiligar taktir til tíðir. Tað endaði kortini
við enn einum tapi, hesaferð 3-2 í móti Kolding, sum skoraði sigursmálið í yvirtíðini.
Teir báðir landsliðsleikararnir Bogi Løkin og Jónas Þór Næs vóru ikki partur av
hópinum hjá Frem sunnudagin, ei heldur var skaddi Andreas Lava Olsen.