Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-31, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mai 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. mai · Nr. 88 22 Sosialurin Ítróttarblaðið B71 vann í síðstu løtu vodafonedeildin Símin Hansen gjørdist stóra hetjan hjá sandoyingum, tá hann í síðsta minutti skoraði sigursmálið í dystinum móti B68. Sigurin hjá B71 hevur við sær at sandoyingar koma burtur av aftasta plássi, samstundis sum toftamenn nú eru blivnir partur at botnstríðnum Ólavur Øre Hansen Frøin var stór á sandoyingum eftir dystin. Tey flestu høvdu nokk vænt að at dysturin fór at enda mál leysur, men Símin Hansen vildi tað ørvísi, tá hann í síðstu løtu fekk prika bóltin framvið B68 málverjanum og í málið. So­ statt vunnu sandoyingar annan sig urin í ár, og fingu trý tiltrongd stig, sum hava við sær at B71 kom upp um niðurflytingarstrikuna. Samstundis sum tey fegnast á Sandoynni, so mugu toftamenn ásannað, at teir eftir eina góða byrjan uppá kappingina eru blivn ir partur av botnstríðnum í Voda fone deildini. Seinastu fimm dystirnar hevur B68 bert fingið eitt stig, og tað sæst aftur á stiga­ talvuni, har toftemenn nú bert eru trý stig framman fyri AB á níggj unda plássi. Samanumtikið var talan um ein javnan dyst, sum var merktur at nógvum feilsendingum og steðg um í spælinum. Av tí sama gjørdist talan um ein rótutan dysti við ósamanhangandi spæli. Tó so høvdu bæði liðini líkinda kjans ir, men einasti munur á lið­ unum var, at sandoyingar vóru neyv ari tá tað galt, og tí vunnu teir dystin. Rótutur dystur Tað vóru gestirnir sum høvdu mun in í fyrra hálvleiki. Meðan sand oyingar byrjaðu við at liggja langt afturi á vøllinum, so royndu tofta menn at mynda dystin. Hóast yvirvág í spæli, so høvdu gest ir nur trupult við at koma ígjøgn um mannsterku verjuna hjá sand oyingum. B68 komu tó fram til nakr ar vandastøður í fyrra hálv leiki, og var tað serliga eftir deyð bólt­ støður at vandi var á ferð framm­ an fyri B71 málinum. Men Bárður Johannesen, sum spældi sín síðsta dyst fyri B71, hevði ikki stórvegis trupulleikar av atsøknunum hjá B68. Eftir at gestirnir høvdu verið B71 1 B68 0 Gestirnir royndu at mynda dystin, men sandingar stóðu væl, og hildu teimum burtur frá stórvegis málmøguleikum. Við sigrinum fór B71 uppum strikuna. Mynd: Álvur Haraldsen uppum strikuna