mánadagur 31. mai 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 31. mai · Nr. 88
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Símin Hansen:
Sigurin hevur
alt at siga
fyri okkum
Segði ein fegin Símin Hansen tá Sosialurin
fekk orðið á hann eftir dystin.
– Tað kennist sera gott at vinna dystin, ikki minst tí
talan var um ein sera javnan dyst sum kundi farið
báðar vegir, men har vit fáa drigið sigurin í land í
síðsta minutti, segði málkjúttin hjá sandoyingum.
Spurdur um týdningin av sigrinum, sigur Símin
Hansen, at sigurin á B68 er av alstrórum
týdningi, og vísir á at nú er B68 partur av
botnstríðnum, og skal B71 yvirliva í bestu deildini,
so skulu teir vinna á hinum botnliðunum.
– Sigurin á B68 gevur okkum sjálvsálit,
og tað kunnu vit taka við okkum til næsta
dyst, sum verður móti AB á heimavølli,
sigur Símin Hansen at enda.
spælstýrandi í fyrra hálvleiki,
so løgdu sandoyingar meira fyri
eftir steðgin. Hetta hevði við
sær at bæði liðini stríddust fyri
at fáa takið á dystinum, men
eins og í fyrra hálvleiki gjørdist
talan um ein rótutan dyst. Tó so
til tíðir vístu sandoyingar góð ar
taktir og komu fram til rím iligar
kjansir, meðan gestirnir høvdu
onkra naska roynd eftir deyð
bólt støður.
Fáar minuttir fyri dystarlok
fekk B68 ein gyltan kjans, tá
Pól Jóhannus Justinussen kom
einsa mallur móti B71 málinum,
men skotroyndin hjá honum fór
fram við málinum. Misbrúkti
kjansurin hjá gestunum skuldi
vísa seg at vera dýrur, tí løtu seinri
lá bólturin í B68 málinum, eftir
at Símin Hansen í stríði við ein
verju leikara fekk tamt bóltin og
prika hann framvið málverjanum
og í málið.
Sostatt vann B71 ein sera týdn
ingarmiklan sigur á B68. Ein sigur
sum hevur við sær at sandoyingar
koma vekk frá aftasta plássi,
sam stundus sum toftamenn eru
blivnir partur av botnstríðnum.
post@sosialurin.fo
B71 liðskiparin, Símin Hansen, slóð
til í sístu løtu, og ognaði sandingum
ein sera tídningarmiklan sigur.
Mynd: Álvur Haraldsen
Leðusveinurin, Bárður Johannesen hevur eydnast væl hjá B71
Mynd: Álvur Haraldsen
Bárður Johannesen,
sum spældi sín síðsta
dyst fyri B71, hevði ikki
stórvegis trupulleikar av
atsøknunum hjá B68
Misbrúkti kjansurin hjá
gestunum skuldi vísa seg at
vera dýrur, tí løtu seinri lá
bólturin í B68 málinum