Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-31, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mai 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. mai · Nr. 88 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Símun punkteraði vodafonedeildin Tá ið Símun Samuelsen skoraði til 2-0 punkteraði hann samstundis vónina frá teimum í FC Suðuroy Áki Bertholdsen Tað er ongin ivi um, at HB var betra liðið, tá ið teir leygardagin vóru í Vági og spældu ímóti FC Suðuroy. Dysturin hevði stóran týdning fyri báðar partar – í hvør sínum enda á stigatalvuni. Hjá sunnanmonnum ráddi um at skava stig innundir seg fyri at sleppa undan niðurflytingarplássinum Men við einum sigri kundu havn ar menninir skjóta bæði seg til topps og sunnanmenn til botns. Og tað var akkurát tað, sum hendi í tí nógva vindinum vesturi á Eið inum í Vági. HB hevði undanvind í fyrr hálv­ leiki og tað merkti dystin týðiliga, hjá báðum liðum. Havnarmenn fingu ikki glið á spælið í vindinum og vágbingar máttu renna nógv fyri at verja seg. Men hóast HB ikki fekk gongd á, hjálpti vindurin teimum til at trýsta suðuroyingarnar í botn. Serliga tað fyrsta korterið stóð á hjá FC Suð­ uroy, tí bara hesa løtuna høvdu havn ar menn eini 7­8 hornaspørk. Nakar nevniverdur vandi stóðst ikki av kortini og so við og við komu sunnanmenn meiri við í dystin og høvdu nøkur álop, men heldur ikki teir skaptu nakað serligt. Einaferð høvdu suðuroyingar bólt in í málinum, men veittrað varð fyri rangstøðu og tað mótmæltu vág bingar ikki nakað serligt. Sum eitt óløgi Í seinna hálvleiki byrjaðu havnar­ menn aftur sum eitt óløgið og løgdu hart trýst á vágbingarnar. Tað gekk betri hjá havnar­ monnunum at fáa fótbóltsspæl burtur úr í mótvindinum, sam­ stund is sum vágbingarnir ikki dugdu at gagnnýta undanvindin. Og í 55. minutti kom hol á. Eftir horna í høgru síðu, kom Rógvi Poulsen at standa rættiliga leysur í brots teigum, tá ið bólturin kom innfyri. Hann smekkaði til og megn aði at halda bóltinum niðri so at hann brast upp undir nettakið. Hetta fekk vágbingar at vakna og næstu løtuna høvdu teir fleiri vandamiklar atsóknir á HB málið. Men ein blandingur av óhepni, óneyvum skotum og einum meist­ ar ligum málmansavriki forðaði teimum at javna og kanska enntá leggja seg á odda. Tað einu ferðina var bólturin enntá á veg í HB málið, men ein FC Suðuroy spælari, sum ikki lukkaðist at flyta seg undan bólt inum, møtti fyri og bjargaði HB. HB hevði avgjørt eisini sínar møguleikar og nakrar ferðir mátti mál verjin hjá sunnanmonnum vísa stórspæl fyri at halda teimum í dyst inum Men tá ið 80 minuttir varð dyst­ urin punkteraður, tá ið Tór­Ingar Akselsen varð feldur í brotsteiginum og vágbingurin, Símun Samuelsen, skoraði trygt úr 11 metrum. Og eina løtu seinni slóg sami Tór­Ingar sigurin fastan, tá ið hann skoraði eftir gott og skjótt HB saman spæl fram eftir vøllinum. Seinastu minuttirnir í dystinum druknaði í einum serstakliga frekum æli, sum fekk allar áskoðararnar utt an teir mest trúføstu til at sleppa sær undir tak. aki@sosialurin.fo FC Suðuroy 0 HB 3 Ein blandingur av óhepni, óneyvum skotum og einum meistarligum málmansavriki forðaði suðringunum at javna Uppiborðið Betra liðið vann í Vági leygardagin, men sigurin var ov stórur halda vágbingar. Vágbingurin í HB heldur, at leikararnir í FC Suðuroy skulu hugsa meiri um fótbóltin og liðskiparin hjá heimaliðnum staðfestir, at nú má okkurt henda skjótt Mynd: Áki Bertholdsen