mánadagur 31. mai 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 31. mai · Nr. 88
Sosialurin
Ítróttarblaðið
bygdarmennirnar
Vit taptu fyri einum betri liðið Men
at tapa 3-0 var nakað nógv.
Palli Augustinussen, liðskipari
hjá FC Suðuroy heldur ikki at
úrslitið av dystinum ímóti HB,
gev ur eina rættvísa mynd av dyst-
inum.
– Vit sluppu hampuliga væl
burt ur úr fyrra hálvleiki. HB hevði
bóltin meir, men teir høvdu ikki
nakrar møguleikar av týdningi og
so við og við komu vit meiri við í
dystin.
Men tað var seinni hálvleikur
sum koppaði dystinum.
– Vit vóru ikki ordiliga klárur til
seinna hálvleik. HB spældi betri og
vit spældu verri og so gekk tað, sum
tað gekk.
– Men eftir at HB varð komið
framum, høvdu vit einar tríggjar
fínar møguleikar bæði at javna og
enntá at leggja okkum framum,
men vit tóku ikki av og so vórðu vit
revsaðir.
– Og tá brotssparkið kom, var
dysturin í roynd og veru av gjørd-
ur.
Mugu fáa stig
Palli Augustinussen ásannar, at
støð an hjá FC Suðuroy er álvarslig.
– Nú skulu stig á kontuna skjótt,
staðfestir hann.
Hann heldur, at uppskriftin er
taka av møguleikunum at skora, tá
ið teir koma.
– Vit hava ikki teir tiltiknu margi-
nal arnir við okkum og vit hava ikki
fingið mál í trimum dystum, so
vend má koma í.
Hinvegin heldur hann ikki at
hugburðinum bagir nakað og hann
hevur fult álit á, at støðan skal
nokk batna.
Bygdarmaður tykkara í HB,
Símun Samuelsen, heldur, at tit eiga
at hugsa meiri um sjálvt spælið, tá
ið tit eru á vøllinum?
– Hasum eri eg ikki heilt samd-
ur í. Tað er ikki fyrrenn vit koma
afturum, at dómarin fekk nøkur
høgg, men tað er nokk mest í
frustra tión. Tað var ikki tað, sum
av gjørdi dystin ímóti HB.
So er spurningurin, hvussu út lit-
ini eru hjá FC Suðuroy at skava sær
nøkur stig saman, tí í øllum førum
á pappírinum eru trígir teir næstu
dystirnir sera tórførir: NSÍ úti, EB/
Streymur heima og B68 úti.
aki@sosialurin.fo
– Í fyrra hálvleiki var rættiliga
spæl ið vánaligt, men í seinna hálv-
leiki gekk munandi betri.
Leygardagin var vágbingurin,
Símun Samuelsen aftur á vøllinum
í Vági eftir nógv ár í útlegd.
Síðani hann fór úr Vági hevur
hann spælt í GÍ og í Íslandi, áðr-
enn hann kom tl HB hetta kapp-
ing ar árið.
Sostatt er hetta triðju ferð hann
stígur aftur á vøllin í Vági, sum
mótstøðumaður hjá vágbingum,
seinast var fyri seks árum síðani.
Og dystin leygardagin vildi
hann avgjørt vinna – og tað var
ikki bara fyri at hjálpa sínum egna
lið ið heilt fram í oddin.
– Tíbetur vunnu vit. Eg skuldi
halda vikuskifti í Vági og tað hevði
ikki verið stuttligt hjá mær at
gingið runt har suðuri sum tapari
eitt heilt vikuskifti, sigur hann.
Luftin fór úr
Sjálvur heldur hann, at fyrri hálv-
leikur var vánaligur hjá báðum
lið um við fáum mguleikum.
– Men í seinna hálvleiki gekk
spælið munandi betri. Í hálv leik-
inum tosaðu um, at tað fór at liggja
betri fyri at spæla bóltin í dýpdina
hjá teimum móti vindinum og tað
riggaði heilt væl.
– Eftir at vit høvdu lagt okkum
framum, hevði FC Suðuroy nakrar
fínar møguleikar, uttan at fáa mál,
men tá ið vit so skoraðu til 2-0, fór
luftin úr teimum.
Símun Samuelsen viðgongur,
at spælið hjá HB hevur verið skift-
andi í ár, men hann heldur avgjørt,
at teir eru á rættari leið.
– Serliga fyrri hálvleikur ímóti
B36 og seinna hálvleik ímóti FC-
Suðuroy, spældu vit væl og nú eru
vit har vit vilja vera og tað ætla vit
at halda fast um, sigur hann.
Brúka orkuna skeivt
Eins nógv og Símun Samuelsen
fegnast sum sigurin, eins illa
harmast hann um støðuna hjá
sín um bygdarmonnum.
- Teir eru í eini keðiligari støðu.
Men skal eg vera púra ærligur,
utt an at fornerma nakran, haldi
eg, at spælararnir í FC Suðuroy
skulu hugsa meiri um at spæla
fót bólt, tá ið teir eru á vøllinum.
Tað er ikki dómarin sum gevur
ein um liðið málini, so tað er ikki
klókt at brúka so nógvar kreftir
upp á hann. Tað er bara at gera
sær sjálvum ilt, sigur vágbingurin
í HB.
Hann sigur, at í HB høvdu teir
fyrr í ár sama trupulleika, men
teir settust niður og gjørdu upp
við seg seg sjálvar, at nú skuldu
teir hugsavna seg um fótbóltin
og ikki dómaran og alt annað,
sum onki hevði við sjálvt spælið
at gera.
– Men standa teir í FC Suðuroy
saman og arbeiða teir hart og
brúka kreftirnar upp á fótbóltin,,
skulu teir nokk klára tað, leggur
hann afturat.
aki@sosialurin.fo
Símum Samuelsen vildi ikki tapa í Vági og nú heldur
hann, at spælið hjá HB fer at líkjast
Støðan í FC Suðuroy er blivin eitt sindur
kriminell og liðskiparin ásannar, at nú
skulu skjótt nøkur stig á kontuna
Vildi ikki verða hildin til rukku
Nú skulu vit skjótt
hava nøkur stig