mánadagur 31. mai 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. mai · Nr. 88
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Aftur ein jólagáva
til EB/Streym
vodafonedeildin Seinast liðini møttust í Gundadali fekk EB/Streymur eina jólagávu frá B36, tá ein B36 leikari
spældi Arnbjørn Hansen púra leysan, sum skoraði. Sigandi fyri dystin í Gundadali í gjár var, at Arnbjørn hesa ferð
ikki tók av møguleikanum. B36 hevur nú ikki vunnið í landskappingini síðani 11. apríl, tá teir vunnu á Sandi.
Tróndur Arge
– Hatta er ein fantastiskur eginleiki
hjá Arnbirni Hansen. Tá hann hev
ur runnið eftir hasum bóltinum
tíggju ferðir, so rennur hann eisini
ta ellintu ferð ina og tað er ein
fan tast iskur eginleiki hjá einum
áleyp ara at hava. Arnbjørn skal
einki ringt orð hoyra frá mær fyri
at hava brent handan møguleikan,
sigur Heðin Askham um støðuna tá
Arn bjørn fangaði »jólagávuna« frá
Herberti í Lon.
EB/Streymur vann mánakvøldið
í síðastu viku 30 á B68 og bjóðaði
oddinum í landskappingini av. Í løt
um í fyrra hálvleiki var spælið gott,
men í seinnu hálvu av fyrra hálv
leiki hendi at kalla einki.
– Einki riggar í fyrra hálvleiki.
Vit fáa ikki uppspælið at koyra og
B36 liggur sera kompakt í verjuni.
Tí endar tað við longum sendingum
frá til framherjarnir. Vit tosaðu í
hálvleikum um at vit máttu rættu
uppá tað og eg haldi at vit spældu
ein góðan seinna hálvleik, sigur
Heðin Askham, venjari hjá EB/
Streymi.
Seinni hálvleikur var smáar 10
minuttir gamal, tá B36 fekk hol
á. Christian R. Mouritsen snýtti
hegnisliga tveir sundalagsmenn í
høgru síðu og legði bóltin innfyri
til ein leysan Jákup á Borg, ið legði
B36 á odda.
Eftir málið misti B36 tamarhaldið
á dystinum og sundalagsmenn
tóku yvir og skaptu fleiri góðar
mál møgu leik ar. Millum annað tá
Arnbjørn fangaði afturleggingina
hjá Herberti í Lon, men Jóhan Pauli
Jakobsen í B36 málinum stór bjarg
aði. Jóhan Pauli spældi ein góðan
dyst í málinum hjá B36.
Tá so EB/Streymur fekk bóltin
fram við Jóhan Paula, var tað fyrst
eftir eina góðan bjarging, frá U21
lands liðsmálmanninum. Gudmund
Nielsen var fyrstu á returinum og
stútaði bóltin í mál. Løtu seinni fekk
inn skifti Dánjal Davidsen ein risa
møguleika at avgera dystin. Leysur
frammanfyri málinum stútar hann
eitt innlegg á tvørstongina. Bólturin
kemur út aftur og rakar Dánjal á
beini og stíðani á stongina og út.
– Tað var ótrúliga erguligt at vit
ikki fáa umsett onkrar av hasum
møguleikinum til mál. Vit hava
møguleikar at skora bæði eitt og
tvey mál aftrat. Eitt stig á útivølli
er ikki so gali, men eg haldi at vit
kundu havt vunnið dystin. Vit ætla
okkum upp í toppin sum skjótast
aftur, sig ur Heðin at enda.
At B36 manglar áleyparar sást
tá teir skiftu miðverjan, Dmitrije
Jankovic, inn sum fremsta mann.
Dyst urin var sum heild javnur, men
EB/Streymur hevði yvirvág í stór
um mál møguleikum. Liðini møt
ast longu aftur 8. juni við Margáir,
tá seinna hálvfinalan í steypa
kapp ingini verður leikt. Tann fyrra
endaði við 21 sigri til B36.
trondur@sosialurin.fo
B36
1
EB/Streymur 1
aftur javnt
Róaldur Jacobsen og B36 spældu
fyri fimtu ferð í ár javnleik,
tá Gudmund Nielsen og EB/
Streymur vitjaði í Gundadali
Mynd: Sofus Johannesen
Jákup á Borg:
Klokku
klárt
reytt kort
Stutt fyri dystar enda í dystinum
í Gundadali sunnudagin ímillum
B36
og
EB/Streym,
mundu
fleiri mans fari til hendurs. EB/
Streyma leikarin, Hans Pauli
Sam uel sen hevur alboan ov
høgt í einum luftdysti við Róald
Jacobsen hjá B36. Róaldur liggur
eftir á og B36 leikararnir vildu
hava Hans Paula útvísan, men
dóm arin velur at geva Hans
Paula gult kort.
– Tað er ongin ivi um at tað
er eitt klokkuklárt reytt kort
til Hans Paula. Hann er lítið av
vøkstri og hann veit at hann ikki
vinnur handan luft dystin, so
hann plantar alboðan í andlitið
á Róaldi. Um dómarin velur at
geva kort har, so kann tað bara
verða reytt kort. Um tað er við
óvart, so er tað einki.
Jákup fekk í støðuni eftir frí
sparkið til Róald gult kort, helst
fyri at hava sagt ov nógv.
– Onkuntíð hanga kenslurnar
uttaná, tá vit spæla, men tá
dysturin er liðugur er alt gloymt.
Men eg haldi at tað er stórt fokus
á, at ávísir leikarar ikki skulu
sleppa at siga nakað. Tá dámar
dóm arunum ofta at seta seg
sjálvar í fokus og geva kort lætt.
Eg haldi framvegis ikki at nakar
leikari hevur brotið seg sundur
av mær. Eg brúki nógv munn og
fyrst og fremst skal eg sjálvur
læra meg at hava tamarhald á
mær sjálvum, men dómarnir
kunnu eisini lukka av fyri róp
inum, sigur Jákup á Borg
Jákup var eftir dystin ikki
nøgdur við eitt stig.
– Tað er í »pottinum í Gunda
dali« at vit skulu hava stig og
tað er frustrerandi ikki at fáa
trý stig har. Í dag helt eg at vit
høvdu gjørt nokk til at vinna, tá
vit komu á odda. Eg kundi eitt
nú økt til 20, men tað positiva
er, at vit skapa møguleikar og eg
helt at vit vóru omaná tað mesta
av dyst inum.
Fleiri vilja vera við, at B36
mangl ar ein áleypara. Tað er
Jákup ikki ósamdur í.
– Tað er ongin loyna at vit
mangla ein áleypara, sum kann
berjast í brotssteiginum, men
alíkavæl, so skora vit í hvørjum
dysti. Vit vónaðu at við nógvum
flytingum í álopinum, so kundu
vit skapa ein spælistíl í trá við
tað sum eitt nú Barcelona spælir,
sigur Jákup at enda.
trondur@sosialurin.fo
Tað er stórt fokus á, at
ávísir leikarar ikki skulu
sleppa at siga nakað