Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-31, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mai 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 31. mai · Nr. 88 Sosialurin Ítróttarblaðið Mál, dramatikkur og reyð kort í oddabrakinum vodafonedeildin Oddabrakið í Fuglafirði gjørdist til tann mest undirhaldandi, hendingaríki og spennandi dysturin í ár. Eina løtu sá út til at fuglfirðingar skuldu fara við øllum og framvegis verða oddalið í Vodafonedeildini. Góðar tjúgu minuttir seinni vóru fýra mál farin ígjøgnum og báðir miðverjarnir høvdu fingið reytt kort. Oddabrakið í Fuglafirði bjóðaði uppá átta mál, trý reyð kort og dramatikk í samfullar 90 minuttir plus tað leysa! Tróndur Arge Tá dómarin, Eiler Rasmussen, bríkslaði av fyri seinastu ferð í Fuglafirði, kom øði í grindina. Fyrst fekk Kaj Ennigarð sítt seinna gula kort fyri siga eitt hvørt við Eiler. Síðani blíva fleiri leikarar hjá ÍF í øðini og mitt í øllum byrja menn at skumpa og spilla hvønn annan út. Hetta helt fram eina góða løtu, har hjálparfólk, leikarar og venj­ arar royndu at skilja teir óðu leik­ ararnar. Orðadrátturin heldur fram og til síðst velur Eilar at geva lið­ skiparinum hjá ÍF, Poul Ennigarð og NSÍ framherjanum, Karoly Potemkin, hvør sítt reytt kort. – Tað sum eg eri mest vónbortin um í dag er, at leikarar fáa sær reyð kort eftir at dysturin er liðugur. Tað er ringt nokk at vit tapa, men síðani at fáa tvey reyð kort eftir dyst in, tað er ikki gott nokk, sigur Ábraham Løkin, venjari hjá ÍF. Veðrið hevur ikki verið av tí besta í ár, men fríggjakvøldið var eitt av teimum kvøldinum, ið vit eftir hondini bara kunnu droyma um. Tað var blikalogn, ljósabláður himmal og heitt í luftini. Frágerða góð fót bóltslíkindi til eitt oddabrak í Vodafonedeildini. Sekundvísarin var illa nokk komin runt eina ferð, so lá bólturin í málinum hjá NSÍ. Nenad Saric, sum spældi ein frálíkan fyrra hálv­ leik, smekkaði til uttanfyri brots­ teigin og bólturin sang í netinum aftanfyri Andras Gango í NSÍ mál­ inum. Góðar tjúgu minuttir seinni javnaði Einar T. Hansen fyri NSÍ. Tveir minuttir fyri hálvleik vísur Saric seg aftur frá síni góðu síðu og leggur upp til 2­1 málið, ið Øssur Dalbúð skoraði. Tað var seinastu ferð Saric nam við bóltin, tí hann fór av vøllinum skaddur aftaná. – Tað var óheppi fyri okkum at missa Nenad Saric, tí hann er týdn­ ingarmikil fyri okkara spælistíl. Hann heldur væl uppá bóltin og vit máttu umstilla okkum eftir at hann fór av vøllinum, sigur Ábraham Løkin, venjari hjá ÍF. Stutt inn í seinna hálvleik økti Dánjal á Lakjuni til 3­1 eftir gott uppspæl frá Øssuri Dalbúð. Hesa løtuna var lagið í Fuglafirði gott. NSÍ hevði torført við at skapa nak að og ÍF sá út sum eitt satt odda lið. Tá stígur Pauli Poulsen fram og ger tvær útskiftingar. Inn koma Debes Danielsen og Karoly Potem kin. Lítla løtu seinni hevur Debes minkað um munin. Tíggju minuttir seinni javnaði Jústinus R. Hansen. ÍF leikararnir vóru í øðini inn á dómran, tí hann ikki bríkslaði fyri frísparki til ÍF stutt undan fyri farligt spæl. – Ein leikari hjá okkum fær eitt saksaspark í høvdið og tað er vanligt eitt fríspark. Anti sá dóm­ arin tað ikki ella metti hann ikki at tað var fríspark. Okkara menn missa høvdið og hugsa for nógv um tað og for lítið um dystin har eftir, sigur Ábraham Løkin. Fimm minutir seinni er tað hin innskifti NSÍ framherjin, Karoly Potemkin, ið hevur ein avgerandi leiklut, tá hann hegnisliga sleppur framvið ÍF verjuni og leggur bóltin fyri føturnar á Jann Inga Petersen, sum leggur NSÍ á odda. Tá vanliga leiktíði er farin, økir sami Potemkin til endaliga úrslitið 5­3 til NSÍ. – Eftir 3­1 málið hjá okkum blíva vit við at satsa frameftir, sjálvt um leikararnir vistu at teir ikki skulu gera tað. Vit blíva við at vilja skora mál og so blíva vit ov tunnir í verju partinum. Tað var ikki rætta loysnin, sigur Ábraham Løkin. Avgerandi løtan í dystinum var, tá Pauli Poulsen skifti Debes Danielsen og Karloy Potemkin inn. Tað innskiftingin vendi dystinum full komiliga á høvdið. NSÍ hevur nú vunnið teir seinastu seks dystirnar og liggja á einum øðrum plássi, tvey stig aftanfyri HB á fyrsta plássi. trondur@sosialurin.fo ÍF 3 NSÍ 5 Við at skifta tveir nýggjar talvbrikkar inn í seinna hálv­ leiki, vendi Pauli Poulsen, venj ari hjá NSÍ, upp og niður uppá gongdina í oddabrakinum í Fugla firði fríggjakvøldið. – Vit høvdu nakrar møguleikar vit kundu útnytta betri so sum ÍF spældi. Tað gekk ikki sum vit ætlaðu í fyrra hálvleiki og ein part av seinna hálvleiki. Tá støðan gjørdist 3­1 til ÍF valdu vit at skifta út og broyta uppstillingina, sigur Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ. NSÍ hevur nú vunnið teir seinastu seks dystirnar í lands­ kappingini og eru form sterk­ asta liðið í deildini. – Vit komu ikki eftir fyrsta plássinum í dag, men eftir trimum stigum. Kappingin er so ung enn, at vit hugsa ikki um hvat nummar vit liggja, sigur Pauli Poulsen. Pauli var annars róligur á málinum og tókist ikki vera ávirk aður av umhvørvinum, tá hugsa um hvat var fari fram bara nakrar minuttir áðrenn. – Hetta var ein spennandi dystur og pulsurin fór onkuntíð upp, men hann kom eisini niður aftur. Nú er dysturin liðugur og vit mugu koma víðari, sigur Pauli Poulsen. Tað er ongin ivi um at hesin dysturin kemur at standa sterk ur í minninum fyri kapp­ ing ar árið í ár hjá NSÍ. – Hetta var ein stuttligur dysturin at vinna. Vit vunnu eisini onkrar sermerktar dystir í fjør og hesin minnir um teir, sigur Pauli Poulsen at enda. Komandi uppgávan hjá NSÍ er á heimavølli ímóti FC Suðuroy. trondur@sosialurin.fo Pauli Poulsen – Dagsins maður mál og rok Ungarski Karoly Potemkin gjørdi rættuliga um seg í Fuglafirði, bæði so og so Mynd: Álvur Haraldsen Eftir at dysturin var bríkslaður av, endraðu menn heldur nógv, og blivu heili trý reyð kort givin. Ennigarð brøðirnir hvør sítt og Potemkin hitt Mynd: Álvur Haraldsen