Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mai 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 31. mai · Nr. 88 Sosialurin Brenton Brown er upprunaliga úr Suðurafrika, men sum seinni fekk sær útbúgving í Onglandi, áðrenn hann búsetti seg í Californien í USA. Hann hevur skrivað fleiri løg, ið eru væl kend í gospel-høpi – m.a. Lord Reign in me, All who are thirsty, Humble King, Hallelujah [Your love is amazing] og lagið Holy. Eitt annað av løgum hansara »Everlasting Lord« er somuleiðis vorðið væl umtókt kring allan heimin. Sangurin varð so væl móttikin, at hann vann sær eina heiðursløn við ASCAP Awards í London í oktober mánaði 2008. Everlasting Lord er skrivaði av Brenton Brown og Ken Riley og var ein av mest spældu sangunum í USA í 2007. Hetta var samstundis fyrstu ferð, at ein andaligur sangur fekk slíkan heiður á hesum stóra tónleikatiltakinum. Í 2008 gav Bren ton Brown út næstu fløgu sína »Because of Your Love«. 23. apríl í ár kom triðja útgáva hansara »Adoration«. Hetta hendi í samband við eina ráðstevnu í Californien, ið júst snúði seg um tilbiðjan. Brown er ikki einans virkin innan tónleikin. Hann hevur eisini ein Worship Lounge á sínum bloggi, har hann gevur fólk møguleika at seta spurningar, sum hann ella onnur svara. Nú fáa føroyingar eisini høvið at hoyra hann fríggjakvøldið kl. 20:30 á innipallinum. Brenton Brown kemur til Føroyar at framføra í Skálafirði, og fer síðani til Onglands, har hann skal luttaka á eini Kornsert í næstu viku 2. hvítsunnudag hevði hann út- gávuKornsert í Hoyvíkar kirkju, og eftir Kornsertina skrivaði um- mælarin í Sosialinum, Irna Tørnroos soleiðis: Heini ávaraði longu áðrenn hann byrjar, at tað kann vera, at fólki nýtist oyraproppar. Kanska ikki tað vanligasta at hoyra í einum kirkjurúmi, men so er henda tulking av gomlu sálmunum heldur ikki heilt vanlig. Heini innleiðir Kornsertina við sálminum »Eg vil mínum Harra prísa«. Flestu av sálmunum, ið Heini hevur valt út, eru av teimum elstu í sálmabókini. – Sálmarnir hjá Kingo og Inge mann, ið eru í skrivaðir í 16-1700-talinum, eru klassikarar. Tað, at teir hava yvirlivað so leingi prógvar teirra virði, sigur Heini millum tveir sálmar. Honum dámar væl gomlu løgini, men helst eru tað orðini ið tiltala. Sum dømi nevnir hann sálm nr 1 í sálmabókini »Harra Guð, títt dýra navn og æra«, sum skaldið Peter Dass yrkti í 1698. Væl dempað Eini 320 fólk høvdu leitað sær til kirkjuna í Hoyvík. Grundin til, at Heini valdi at hava útgávu- Kornsertin har, er at nýggja kirkjan er ein av teimum best dempaðu kirkjur úm unum í Føroyum Nógvir av gomlu sálmunum eru langir, eini 13 ørindi, men Heini hevur stytt teir niður í eina helvt. Allir sálmarnir uttan tann eini eru úr sálmabókini. »Eg livi og veit«, ið Victor Danielsen hevur týtt, er úr Guds fólks sangbók. Tónleikaligi heilin aftanfyri fløguna og útgávuKornsertina er klaverspælarin Gunnar Guttesen. Saman við hinum tónleikarunum - Rúna Eysturlíð á elguitar, Svend Åge Drewsen á bassi og Jósva Debes á trummum, vóru teir perfekta ramman um røddina hjá Heina. Leygarkvøldið kl. 23:15 fer Heini á innipallin í Kelduni. Tilbiðjan við Brenton Brown Kingorokkur frá Heina Gomlu, klassisk sálmarnir komu aftur til heiðurs, tá Heini Lützen gav út fløguna Sálmar herfyri. Onkur hevur skýrt røddina á Heina Lützen at vera tann besta í Føroyum Mynd: Álvur Haraldsen