Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mai 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. mai · Nr. 88 6 Sosialurin - Eg hElt at Eldur var í KNÚSTUR MOTORUR Seinasta mikumorgun, tá motorurin á Eysturbúgvanum fór í knús, meðan teir vóru staddir 140 fjórðingar úr Trøllhøvda, helt skiparin, at eldur var í maskinrúminum. Men so var tíbetur ikki. Tað vóru stempil, sum vóru farin út ígjøgnum motorin Vilmund Jacobsen Tá partrolararnir Eystur búgv in og Vesturbúgvin, sum seinastu tíðina hava verið á gull laksa veiði, vóru úti á seinasta túri, fór motorurin hjá Eysturbúgvanum í knús. Hetta hendi seinasta miku morgun, meðan skipini vóru á fiskileið einar 140 fjórð ing ar úr Trøllhøvda. Tjaldrið hjá Fiski veiði eftir litinum kom Eystur búgva num til hjálpar, og tað tók teimum 23 tímar at sleipa Eystur búgvan á Havnina. Skaðin, sum motorurin hev ur fingið, er so umfatandi, at her gerst einki. Hann verð ur ikki afturgjørdur, men má skiftast. Hol á blokkin Skiparin á Eysturbúgvanum, Jóan Petur í Soylu, sigur, at tá motorurin brotnaði, helt hann í fyrstari, at tað var eld ur í maskinrúminum. - Men so var ikki. Tað hoyrd ist, at okkurt hendi við motorinum, men tað virk aði ikki so ógvusligt kort ini. Hol var komið á sjálv an blokkin, har stempul brutu seg út ígjøgnum. Jóan Petur, sum eisini er ein av eigarunum av Eystur búgvanum, sigur, at motor urin hevur gingið sera væl tey 19 árini, síðan skipið varð bygt á Tórshavnar Skipa smiðju í 1994. Hann ásannar, at nú er bara eitt at gera, og tað er at geva tol og líta frameftir. - Hetta er ógvuliga ó hepp ið, men nú gerst einki við tað. Motorurin gerst ikki aftur og má skiftast. Tað fer at taka umleið hálv an triðja mánaða at fáa nýggjan motor í skipið, sigur skiparin. Missa vertíðina Eystur búgvin og Vestur búgv in fóru á fyrsta gull laksa túrin fyrstu viku í apríl í ár, og nú motorurin brot n aði, høvdu skipini gjørt tilsamans 9 túrar við full ari last. Jóan Petur í Soylu sigur, at veiðan higartil í ár hevur ver ið góð, og soleiðis var eisi ni í vertíðini í fjør. - Nú er gulllaksavertíðin knapp liga hálvrunnin, men greitt er, at Eysturbúgvin kem ur ikki til fiskiskap aft ur í hesi vertíðini, leggur hann aftrat. Í fjør gjørdist veiðan í gull laksa- vertíðini umleið helm ing ur in av samlaða veiði virði num hjá skipinum. 10 mans eru við Tilsamans sjey mans hava ver ið við Eysturbúgvanum hvønn túrin. Teir eru um borð tveir túrar í senn – og síðan ein í landi. Hetta merk ir, at tilsamans 10 mans eru knýttir at skipinum og hava soleiðis sítt livibreyð um borð. - Manningin er tryggjað so leiðis, at hon fær eitt ávíst út gjald hvønn mánaða. Nú mugu vit bara vóna, at alt fer at laga seg sum best, sigur Jóan Petur í Soylu, skip ari og ein av eigarunum av Eysturbúgvanum. vilmund@sosialurin.fo