Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mai 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. mai · Nr. 88 6 Sosialurin Hevur sæð Snorri Brend – Ja, eg havi fløguna hjá Brian »Head« Welch við mær í dag. Hana fari eg at lurta eftir, meðan eg fyrireiki mítt arbeiði til festivalin, sigur ljósmaðurin í Kelduni. Tað verður ein serstøk uppliving hjá honum fríggjakvøldið kl. 23:00, tá eingin minni enn henda heimsstjørnan fer á innipallin í Kelduni. Poul Martin hevur fylgt eitt sindur við lívinum hjá Brian »Head« Welch. Frá tíðini í kenda bólkinum Korn, har hann varð mettur millum heimsins bestu guitaristar, til hann í 2005 full­ komuliga broytti lívsleið. Hetta árið skakaði hann av sonnum tónleikaheimin, tá hann almannakunngjørdi at hann gavst í Korn. Hann tók seg úr villa Korn­ lívinum, gav sítt lív til Kristus, við tí fyri eyga at nema við lívið hjá menniskjum, og at geva til tey, sum høvdu tørv á hjálp. – Eg havi sæð fleiri intervju við Brian, og eg má bara siga, at mær dámar sera væl persónligheitina hjá honum. Hann er so deiliga »down­to­earth«. – Nú gleði eg meg bara til at møta honum og sleppa at seta ljós til hansara framførslu, sigur Poul Martin við einum brosi. Poul Martin hevur fingið mong rósandi orð við sær á leiðini sum ljósmaður. Og stuttligt hevði verið, um hann og makkari hansara við ljósborðið, Pól Høj eisini fingu somu heilsan frá sjálvum Brian »Head« Welch. Ljós og roykur Dagurin hjá einum ljósmanni byrjar nógvar tímar áðrenn, hann veruliga skal í eldin við eitt ljós borð. Hetta arbeiðið krevur eisini sína fyrireiking. Tí tá tiltakið byrj ar, skulu øll ljósini tendra tá tey skulu, og teir ymisku litirnir koma fram, eftir teirri ætlan sum ljósmaðurin frammanundan hev­ ur lagt. Er talan um eitt vanligt møti ella líknandi tiltak, er arbeiðið teirra eitt sindur lættari. Men er talan um eina Kornsert, skal meiri gerast burtur úr og størri fyri­ reiking leggjast í. Ikki minst, tá ein fær vitjan av einum heimsnavni í tónleikahøpi. Eitt er at vita, hvørjar knøttar ið trýstast skulu á og hvørji hjól ið snarast skulu á mixpultinum. Men ljósmaðurin má haraftrat kenna til tónleikin, rútmu og innihaldið í tí einstaka sanginum, fyri at laga sítt arbeiði eftir hesum. Fyri Poul Martin verður tað tí ein serstøk kensla, og ikki minst ein serstøk uppliving at skula seta ljós til eina Kornsert hjá einum av favorittum sínum innan andaligan tónleik – Brian »Head« Welch. – Og ja, hann er nokkso villur. So vit mugu finna út av, hvussu vit skulu arbeiða við øllum ljósunum og robottunum undir loftinum. Og sjálvandi eisini, hvussu vit fáa roykin inn, greiðir hann íðin frá. Saman við makkara sínum, Pól Høj fer hann at standa fyri hesum týdningarmikla arbeiðinum teir næstu dagarnar. – Best hevði verið, um vit vóru fleiri. Tað fer nokk at ganga, hóast eg vænti at tað verður ein strævin vika, staðfestir Poul Martin. Hann hevur frí í nakrar dagar frá lesnaði sínum sum flogskipari. Glaðir litir Tað eru kanska ikki øll sum gáa um arbeiðið hjá einum ljósmanni. Men eingin ivi er um, at var einki ljós og eingin roykur á eini Kornsert, hevði tað verið ein heldur tom uppliving. Teir eru noyddir at leggja sær í geyma, hvat tema’ið er í sanginum: Er talan um ein syrgiligan sang, verða litirnir í myrkara og kaldari lagi. Og er talan hinvegin um ein glaðan sang, verða litirnir meiri sterkir og skifta oftari. – Ja, tað hevur stóran týdning at kenna innihaldið í sangunum. Annars er tað nærum ógjørligt at seta ljós og royk til, slær ungi ljósmaðurin fast. Hetta við ljósinum hava tey í samkomuni Kelduni lagt stóran dent á frá fyrsta degi av. Og tá Poul Martin gekk í samkomuni, hevði áhuga fyri pultum og ljós viður­ skiftunum, og tey haraftrat stóðu og manglaðu ein slíkan, so var leiðin løgd til hetta ítriv hansara. – Eg havi bara lært meg hetta sjálvur. Eg veit, at eg havi nógv eftir at læra innan ljósarbeiðið, men tað gongur ann, haldi eg í øllum førum. Í Skálafirði – Ja, tú kanst líka trúgva at eg gleði meg til fríggjakvøldið á Fjarðafestivalinum. Tað er ikki hvønn dag at ein sleppur at seta ljós til eina framførslu hjá einum slíkum manni sum Brian “Head” Welch, sigur Poul Martin Joensen úr Skálafirði. Ungi eysturoyingurin hevur í øllum førum sæð ljósið. Nú verður hansara uppgáva at bera tað víðari til tað tónleikahugaða festivalfólkið. Tað hev ur stóran týdn­ ing at kenna innihaldið í sangunum. Annars er tað nærum ógjørligt at seta ljós og royk til