mikudagur 2. juni 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89
12
Sosialurin
Kjak
ÚTVARPSSENDING: Dan
ir (við góðkenning úr Før
oyum!?) vilja hava meira
danskt inn í føroysku mið
námsskúlarnar. Trý fólk
skuldu gera viðmerkingar
til hesa merkisverdu mál
broyting í tí Harrans ári
2010.
Onkur dansklig við
merking var kanska at
vænta av hasum pallinum;
men at øll trý pallfólkini
skuldu leggja seg so sker
fløt at skammrósa donsk
um, ja, tað var kortini eitt
stórt vónbrot.
Málsligi
trupulleikin
í Føroyum er, at vit duga
so væl danskt (hoyra og
síggja so nógv danskt), at
móðurmálið verður við
skerdan lut.
Teir tríggir viðmerkj ar
arnir hildu einki vera galið
við, at meira danskt skuldi
inn í miðnámsskúlarnar.
Ein teirra helt, at vit
høvdu brúk fyri meir av
akademiskum donskum!?
Ein annar segði seg
duga so væl at stava
danskt, og tað var alt bara
so gott, at har var einki at
fýlast á.
Tann triði er skúla mað
ur, so har fór kanska okk
urt gullkorn at koma, men
nei. Hesin viðmerkjarin
hevði lyndi til at speireka
føroysk støddfrøðiorð, og
navngivin politikari, sum
roynir at verja móð ur
málið, fekk eisini toyggið!
Trý fólk, so sera samd,
at tú ógvast við!
Ú t v a r p s m a ð u r i n
royndi at vísa á okkurt
ódám ligt við hesi dansk
øking í Føroya skúla, men
nei, ikki glógvaði í teimum
trimum.
á Borg á Argjum á
roykloysisdegi 2010
Við vónbrotskvøðu
Álvaratos,
slíkur
dansk leiki
í 2010?!
Eyðun á Borg
dansklærari
Royni at lesa við
positivum eygum
Eg havi roynt at lesa hesa
grein við so positivum eyg
um sum gjørligt, og eitt
lítið besinnilsi er at hóma
í greinini. Men tíverri eru
eisini lýtir. Tað positiva er,
at UA sigur: ”Eftir mínum
tykki
høvdu
teir
rætt”.
Hann hugsar her um hes
ar hissini umsetingar av
staðanøvnum úti í Verð ini:
Grønhøvdaoyggjar, Høvda
staður osfr. Tað eigur ikki at
verða gjørt aftur.
Men straks fer hann
víðari og leggur kritikarar
undir at hava koldømt alt
atlassið. Kortbløðini og í
flestu førum staðanøvn eis
ini vóru í lagi. Ho Chi Minh í
Vietnam er ikki Hó Ki Minn,
Zhengzhou í Kina er ikki
Sjengjó. Queensland er ikki
Kvinsland.
6500 nøvn av 7000
vóru helst í lagi
Eg
minnist
ongan,
sum
hevur kolldømt alt atlassið.
Av teimum 7000 nøvnum,
sum eru í atlassinum, eru
kanska eini 6500 í lagi. Ros
kilde, Holbæk, Jyderup og
Kalundborg í fínasta lagi.
Wiesbaden, Mainz, Koblenz
og
Neuwied
tað
sama.
Zaragoza, Cuenca, Cadiz og
Algeciras á sama hátt. Hesi
eru, sum tað eigur at vera,
skrivaði á donskum, týskum
og sponskum máli, og ikki við
’føroyskari’ stavseting.
Tað er ein leiðregla, at
skriva nøvn soleiðis, sum tey
eru viðurkend og skrivast í
dag. IKKI soleiðis, sum tey
kanska einaferð hava verið,
IKKI soleiðis sum onkur
heldur kundi ynskt sær, at tey
áttu at verið. Stalingrad eitur
í dag Volgograd, Líðandisnes
eitur Lindesnes, og Bombay
kallast Mumbay.
Tað er ein meginregla
Eg havi bæði sagt og skrivað
fleiri ferðir, at meginreglan
bert kann vera, at skriva
nøvnini, so langt tað er gjør
ligt, so sum londini sjálvi
skriva tey. Við latínska alfa
betinum er hetta einki pro
blem.
Men fleiri fremmand
nøvn hava hevd
í føroyskum
Næsta reglan er, at í øllum
málum eisini í føroyskum
eru nøkur staðanøvn á ella í
fremmandum londum, sum
hava fingi hevd. Tey eru
blivin vanlig í føroyskum í
einum serligum formi. Tað er
blivið ein konventión (vani,
traditión) at brúka hesar
formar í føroyskum. Svøríki
fyri Sverige, Týskland fyri
Deutschland, Frankaríki ella
Frakland fyri France, Spania
ella Spanien fyri Espana.
Albania ella Albanien fyri
Shqipëria
Hesi
konventionellu
nøvn eru ikki nakað, sum
er ”uppfunnið” í Føroyum.
Tey eru at kalla komin av
sær sjálvum, spontant. Bara
komin gjøgnum tær kanalir
til útlandið, sum einaferð
hava verið møguligar. Týsk
land er felags norrønt, og
eitur so bæði á norskum,
svenskum og donskum.
Kanska hevur hendan
regla ikki fingið pláss nóg
frammalaga í tí, eg higartil
havi skrivað. Men hon hevur
altíð verið har.
Montanus-logikkur
UA ger nógv burtur úr at
leggja onnur undir at vilja
brúka langar, krønglutar og
ikkikonventionellar form
ar. Hann vil vera við, at
onkur vil hava føroyingar at
siga Shqipëria í staðin fyri
Albania, at siga Al Maghrib
fyri Marokko. Kallar hetta
Erasmus Montanuslokikk.
Men nei, eingin hevur sagt
ella skrivað hatta. Sum stað
fest omanfyri, er púra í ordan
at brúka konventionell nøvn,
sum hava hevd í føroyskum,
og tað hava bæði Albania og
Marokko og fleiri onnur.
Tað er tí ein skeiv leið at
gera eina reglu, sum UA vil, ið
sigur at: ”Sum útgangsstøði
skulu vit stavseta tey van
ligastu orðini (meinast við
staðanøvn), til dømis landa
nøvn, ávísar býir og onnur
støð, á føroyskum”.
Her fer skútan at leka.
Hend an
misskilta
”regla”
gevur fríar ræsur at finna
uppá, at broyta og ’for
betra’. Chile fer at vera Kili,
Zimbabwe skal eita Simbabvi.
Peru verður Pera (føroysk orð
í hvørfalli enda ikki uppá –u).
Hatta er eftir mínum tykki
ikki gongd leið.
Eg skilji ikki logikkin
Tá nú skútan er farin at leka,
so fossar sjógvur inn. Eg løgið
dømi hjá UA er, har hann
sigur: ”Sisilia eitur Sisilia við
s, og Cape Town eitur Cape
Town, eins og New York
eitur New York”. Hví skal
Sicilia ikki sleppa at eiga sítt
c, tá Cape Town bæði hevur
c og w? Og New York hevur
–w, og brúkar Y sum J. Hatta
er manglandi konsekvensur.
Eingin hevur sagt
ella skrivað so!
Tað er skeivt, sum UA skrivar,
at tað ”ber als ikki til, at
gera eitt reglufast atlas”.
Tað ber til at fylgja oman
nevndu meginreglu: Skriva
so sum londini sjálvi gera,
og harnæst at hava atlit til
hevdvunnin nøvn. Tí er
skeivt at skriva, at nakar vil:
”gera eitt føroyskt atlas eftir
staviháttinum í donskum
ella enskum”. Eingin hevur –
mær vitandi – ætlað tað.
Men sjálvt um nakrar høv
uðsreglur kunna og eiga at
setast upp, so koma túsund
ivamál, sum støða má takast
til. Her ger málfrøðin ikki
altíð mun, men geografiskur,
kartografiskur og søguligur
kunnleiki, staðanavnafrøði
ella
toponymi
og
vitan
um
transkriptiónsreglur
skal til. Tí er tað keðiligt,
tá UA skrivar, at nakar vil
”lata standardisera eftir
onkr um
teknokratiskum
frymli hjá ES ella ST.” Hví
vera so hástórur, og kalla
arbeiðið hjá UNGEGN, har
føroyingar eisini eiga pláss
fyri
”teknokratiskt”?
Tað
skuldi ikki verið neyðugt.
Staðanavnanevndin
skal uppí
Men eg vil meina, at nú ein
Staðanavnanevnd er sett, so
er tað upplagt, at hon sleppur
at úttala seg og arbeiða
við atlassinum. Fakmál og
fakterminologi er annað enn
føroysk stavseting, syntax og
bending.
Haraftrat hevur alfa bet ið
(stavraðið) verið í Løg ting
inum, har ein meiriluti tekur
undir við at hava tað latínska
alfabetið sum grundarlag, og
so skoyta tey serligu tekin
uppí, sum verða brúkt í
føroyskum.
Kanska nærkast vit?
UA hevur slept tankanum um,
at ’umseta’ nøvn til føroyskt.
Eg havi undirstrikað, at loyvt
er framvegis at brúka kon
ventionellar formar, sum
hava hevd í føroyskum. Eftir
stendur at skriva bæði New
York og Sicilia rætt. Tað mátti
borið til. Vinarliga, Rolf.
Rolf Guttesen
Eitt lítið kvink tann rætta vegin
Í grein hjá Una Arge fríggjadagin í Sosialinum skýrir hann allan sakligan
kritikk av gamla Heimsatlassinum frá 1993 fyri bakstrev.
Men eg vil meina, at nú ein Staða
navnanevnd er sett, so er tað upplagt,
at hon sleppur at úttala seg og
arbeiða við atlassinum. Fakmál og
fakterminologi er annað enn føroysk
stavseting, syntax og bending