mikudagur 2. juni 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89
Sosialurin
Eg eri eitt sindur troyttur av
at skriva um bókstavir og
stavseting, men eg noyðist at
geva Una Arge eitt svar.
Hann skrivar í stórari grein
leygardagin, at undirritaði:
"mælir til málsligt bakstrev og
hugsar lítið um, hvussu stóra
ørkymlan hansara uppskot
um fremmandar stavir og
danska og enska stavseting
kunnu elva til."
Orsøkin er, at eg havi gjørt
eftir áheitanini frá Skúla
bóka grunninum,
og
sagt
mína hugsan um eitt nýtt
heims atlas.
Tað hevur Uni eisini gjørt.
Eg eri samdur í hansara
kritikki, men mæli eisini til,
at grunnurin sleppur hesi
merkiligu hugsanini um, at vit
ikki kunnu nýta t.d. c, x og z í
føroyskum. At útihýsa hesum
stavum úr alfabetinum er
púra meiningsleyst, tí teir liva
allir sítt fríska lív í málinum
kortini. Ja, fleiri 1000 føroy
ingar bera teir í sínum egna
navni.
At "legalisera" hesar stavir
fer ikki á nakran hátt at elva
til ørkymlan, sum Uni sigur.
Tað fer tvørturímóti at skapa
samsvar millum alfabetið og
veruleikan.
Tað skapar hinvegin stóra
ørkymlan, tá roynt verður
at skáksigla uttanum hesar
bókstavir, eins og gjørt er í tí
á mangan hátt frálíka atlas
in um.
Tí
føroyingar
hava
altíð brúkt alt tað latínska
alfabetið – og tað gera vit
enn. Eisini í landanøvnum.
Hyggja vit at farnu viku, so
skrivaði portalurin t.d. "31
deyð í ófriði í Jamaica". Eisini
stóð
"Flogbóltskvinnurnar
til Liechtenstein". Og fróðar
maðurin Heini Olsen skrivaði
fína grein í Dimmu, har hann
m.a. tosaði um "Zanzibar" og
"Tanzania". Ein skrivaði um
Chile ein annar um Kili.
Uni sigur, at "Nú tykist
hann (SS) við hesum stav un
um at vilja broyta føroyskan
stav setingar sið".
Men tað eru ikki tey, sum
vilja hava eitt fult alfabet,
sum vilja broyta nakað. Tað
eru tey, sum vilja halda fast
um tað nýggja, amputeraða
alfabetið, sum vilja broyta
okkara stavsetingarsið.
Hevði onkur góð grundgev
ing verið fyri hesi amputering,
høvdu tey kanska fingið
fólk við sær. Men enn hevur
eingin dugað at grundgivið
fyri hesum.
Tað er fullkomiliga ómøgu
ligt, at halda hesar stavirnar
burturi úr málinum. Og tað
er
fullkomiliga
óneyðugt
at royna at gera tað. Tí tað
gagnar ikki føroyskum. Tað
skaðar føroyskt.
Nógv er at gera
Uni sigur meg eisini vera
talsmann fyri, at "føroyski
málbúnin er liðugt mentur.
Alt er so altjóðagjørt (...), at
nú skulu vit bara herma eftir
øllum øðrum."
Tað er fyri tað fyrsta
ótrú liga løgið at kalla tað at
"herma", at skriva Mexico.
Harra gud – tað er soleiðis
land ið eitur!
Men annars havi eg aldrin
hvørki skrivað, sagt ella hugs
að, at málið er liðugt ment.
Á heimasíðuni hjá Mál
nevnd ini er ein listi yvir
nýggj føroysk orð, sum eru
smíð að farnu árini. Listin
er langur, tey flestu orðini
sita væl og nógv eru fallin
natúrliga inn í málið. Nøkur
hava málfrøðingar smíðað,
men tey bestu hava vanlig
fólk ofta funnið uppá.
Hetta er bæði gott og neyð
ugt arbeiði og tað er nokk at
gera. Skal føroyskum verða
lív lagað, má tað alla tíðina
víðkast.
Tað skal gerast varliga –
serliga tá tað snýr seg um
nøvn, heiti og fakorð. Sið
venja skal virðast. Vit skulu
ikki bara umseta fyri at um
seta. Ikki bara vera øðrvísi
fyri at vera øðrvísi. Og tá vit
gera atlas, eiga geografar at
hava líka stóra ávirkan sum
málfrøðingar.
Men sanniliga er málið
ikki "liðugt ment". Tað verður
tað aldrin.
Tá Uni Arge til dømis
tekur gittaran fram og fer at
spæla og syngja, eitur hann
á mannamunni ein "singer
songwriter". Og farnu árini
hevur verið skipað fyri "singer
songwriterkapping".
Klossutari
verður
tað
neyv an...
Á
sponskum
siga
tey
elegant "cantautor" sum
er sam ansett av "cantante"
(sang ari) og "autor" (høv und
ur).
Her vantar okkum eitt
snøgt, føroyskt heiti.
So latið okkum finna uppá
eitt føroyskt heiti til Una og
hansara líkar. Og latið okkum
smíðað mong onnur, smidlig
føroysk orð, har tørvur er á
tí.
Men latið okkum sleppa
tvangstankanum um hasar
fimm bókstavirnar.
Tað styrkir ikki føroyskt
at skriva Tansania, Simbabvi
og Kili. Ella Bjørgvin og Dan
mørk. Tað bara ørkymlar.
Og estetiskt sær tað út sum
málsligt stakkalastás.
Sjúrður Skaale
Latið okkum finna eitt gott heiti til Una Arge
Føroyskt skal víðkast. Vit skulu gera nýggj orð, og taka okkum inn á
nýggj øki. Men vit skulu ikki lata málið í stakkalastás
Í Matt. 27. kapitli lesa vit hetta:
Um níggjunda tíman rópti
Jesus við harðari rødd: "Eli, Eli!
Lama sabaktani?" Tað er: "Gud
Mín, Gud Mín! Hví ert Tú farin
frá Mær?" v.46
Men Jesus rópti aftur við
harðari rødd og gav upp andan.
Tá skrædnaði forhangið í temp
linum í tvey, frá í erva líka nið
ur ígjøgnum; jørðin skalv, og
klettarnir klovnaðu; v.5051.
Í 2. Mósebók kapitli 26 stend
ur:
Síðani skalt tú gera forhang
av bláum, purpurreyðum og
skar laksreyðum tógvi og fín um,
tvinnaðum líni; tað skal verða
gjørt í listvevnaði, við kerúb
um á. Tað skalt tú heingja á 4
gullklæddar stólpar av akasiu
viði við gull krókum á, og sum
standa á 4 silvurstøbbum. So
skalt tú heingja forhangið undir
krókarnar. Innan fyri for hangið
skalt tú seta vitnis burðar ørkina,
og forhangið skal vera tykkum
til at skilja millum hitt heilaga
og hitt alraheilagasta. V. 3133
Í Mósebókunum lesa vit
um heilagleika Guds. Lóg in
varð jú givin fyri at vísa okkum
krøv Guds, tey eru ómetaliga
strong. Gud hevur altíð vita, at
menniskja kann ikki frelsast við
lóg, tað var ikki tí, at hann gav
jød un um lógina, hann visti, at teir
vóru ikki førir fyri at halda hana.
Men lógin vísir okkum strongu
krøv Guds. For skriftirnar um
hvussu ísraels menn skuldu fara
at í tabernaklinum, sum Móses
reisti í oyði mørkini, og seinni í
templinum, vísa okkum ómeta
liga heilag leika Guds. Í 4. Móse
bók 4. kapitli lesa vit um, hvussu
farast skuldi at, tá ið tabernaklið
skuldi flytast. Tá skuldu nakrir
út valdir menn, Kahatitar, ein
ætt av ætt Levi, bera teir hei
løgu lutirnar, men teir máttu ikki
nema teir heiløgu lutirnar, heldur
ikki hyggja at teimum. Prestarnir
skuldu breiða útyvir alt, áðrenn
Kahatitarnir komu at bera.
Gud opinberaði seg fyri
Mósesi í tí alraheilagasta inn
an fyri forhangið. Inn hagar
mátti ongin fara uttan høvuðs
presturin einaferð um árið.
Hetta vísir okkum, at vegurin til
Gud er stongdur. Tað er ikki so,
at vit fara soleiðis uttan víð ari
til hvíldar inn til Gud, tá ið vit
doyggja. Jesus segði við Niko
demus, ein lærara í gudfrøði:
”Tit mugu føðast av nýggjum!”
Syndin má fáast av vegnum, áðr
enn vit kunnu nærkast Gudi.
Tað er tí so undurfult og tal
andi, at forhangið í templi num
skrædnar, tá ið Jesus doyr á
krossinum fyri alla synd heim
sins. Hetta var ein ræðulig løta
fyri Harra og Frelsara okkara.
Aftaná at verða píndur niður
til evsta mark bæði likamliga
og sálarliga upplivir Jesus, at
Faðirin í Himli vendir sær burtur
frá honum, og hann rópar hetta
ræðuliga róp: Gud Mín. Gud Mín!
Hví ert Tú farin frá Mær?
Eg nevndi, at syndin mátti
fáast av vegnum. Tað er tað, sum
hendir á krossinum, tá ið Jesus
doyr. Bíblian sigur okkum allan
vegin ígjøgnum frá um syndina.
Serliga sterkt kemur tað fram
í Esaias 24. kapitli, har vit lesa
um dómin yvir jørðina, tað er
álvarsamt at lesa. Tað stendur
at enda,at jørðin skal sløðra sum
hin drukni, at hon skal geva seg
eins og vaktaraskýli. Hví? Jú, tí
tungt liggur misbrot hennara á
henni. Jóhannes sigur í fyrsta
brævi sínum, at Jesus er bót fyri
alla synd heimsins. Allur hesin
ræðuligi dómur lá á Harranum
Jesusi hesa løtuna á krossinum.
Vit síggja kanska onga aðra
staðni evangeliið so væl lýst sum
hjá evangelist un um, tá ið teir siga
frá kross festingini og løtuni á
krossinum. Lukas sigur, at annar
ránsmaðurin kallar á Jesus, og
Jesus gevur honum lyfti um, at
teir skulu verða saman í Paradísi
um eina løtu. Eftir hetta kemur
myrkur yvir landið, og eisini
kemur eitt ræðuligt myrkur yvir
sál Harrans Jesusar. Hann, sum
hevur lovað ránsmanninum,
at teir skulu síggjast í Paradísi,
missir nu sambandið við Gud
og Himmalin, og Markus sigur
okkum, at Jesus rópar hetta
angistróp:”Gud Mín, Gud Mín!
Hví ert tú farin frá mær?” Her
kemur evangeliið so væl fram.
Ein ránsmaður hongur har
við djúpasta friði í hjartanum,
með an Frelsarin fer niður í eitt
botn leyst myrkur fyri hann og
okkum øll. Men áðrenn Jesus
gevur upp andan, klárnar aftur
fyri hon um, hann sær nú skilliga,
at verkið, sum hann var komin
til jarðar at gera fyri okkum,
er gjørt, og Jóhannes sigur, at
hann rópar hetta sigursrópið:
”Tað er fullgjørt!” Nú skrædnar
forhangið frá í erva og líka niður
ígjøgnum, tað vísir, at nú er ein
opin vegur inn til Gud..
Paulus sigur í 2. Korintbr.
5. kapitli, at: ”Í Kristusi samdi
Gud heimin við seg sjálvan og
tilroknar teimum ikki synd
ir nar. Øll heimsins synd varð
tikin burtur, eisini mín og tín,
sum lesur hetta. Paulus sigur
víðari: ”Vit er tá sendiboð í stað
Kristusar… :”Verði sátt við Gud!””
Hetta ljóðar sum ein mótsøgn,
men tað er tað ikki. Herí liggur
tað, at takast má ímóti frelsuni.
Hon er tín, ein gáva keypt dýrt
við blóði Kristusar, men vilt tú
ikki taka ímóti henni, so er hon
ikki tín allíkavæl. Hebr. br. sigur:
“Hvussu skulu vit tá sleppa
undan, um vit skoyta ikki um so
stóra frelsu!” Heb. 2,3.
Vilt tú taka ímóti hesi
frelsu?
Richard Danielsen
Forhangið sum skrædnaði