Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89 14 Sosialurin Kjak Sjúrður Skaale endurtekur í aftursvari til tíðargrein hjá mær, at bók stavirnir x, q, z, w og c verða mangan brúktir í føroyskum fólkanøvnum og av og á í landanøvnum. Tað vita øll. Men hvussu fara vit at stava sitrón, meksikanari og sjokuláta, tá stavirnir eru vorðnir fullgildugir føroyskir stavir? Tann spurningurin er framvegis ósvaraður. Í veruleikanum kundu les ara brøv verið skrivað um málsligar spurningar í allar ævir, tí mál er mangan ein spurningur um stíl. Onkr­ um dámar betur ein altjóða­ gjørdan stíl, kanska tí Mexico virkar meira fínt og myndug­ leikakent enn Meksiko, ella tí viðkomandi hevur lært úr donskum og enskum læru­ bókum í skúlanum. Stíllegur eru so ymiskar, sum fólk eru, og ómøguligt er at semjast um stíl, tí stílur sprettur úr persóninum sjálv­ um og tí, sum hann ella hon hevur havt fyri sínum eygum alla sína livitíð. Sjúrður Skaale má og skal skriva Mexico og ikki Meksi­ ko, sigur hann, men skal hann so skriva mexicanari og mexi canska markið? Hví vil hann ikki skriva meksikanari og meksikanska markið eftir van ligum føroyskum stav set­ ingarhátti? Vil hann broyta føroyska stavseting? Hetta er bara tað, eg havi spurt hann nakrar ferðir. Stílurin hjá Sjúrði hevur nú elvt til mikið orðaskifti um stavrað og stavseting, og tað hevur hann, tí Sjúrður sum løgtingsmaður legði upp skot fram um at broyta stavraðið. Hann ætlaði at hevja landsins politikarar upp til at vera málfrøðingar! Men tíbetur er løgtingið so mikið at sær komið, at tað veit, at Føroyar eiga veru­ ligar málfrøðingar, og tí fekk Sjúrður Skaale sítt uppskot um stav raðið aftur í fangið ósam tykt. Løgtingið gjørdi í staðin av at seta niður eitt mál ráð at taka sær av bók­ stav um, máliskum og øðrum meira yvirskipaðum mál­ spurn ing um. Og hetta var gott, tí har hoyra tílíkir spurningar heima. Fakkunnleikin skal gera av, hvat ráðiligt er at gera og broyta í málspurningum. Fak kunnleikin kann best rokna út avleiðingarnar av broyt ingunum. Og hetta er eisini tað, sum fakkunnleikin sjálvur vil sleppa at gera. Í november í fjør skrivaði Jógvan í Lon Jacobsen, mál­ nevndarformaður, eina hug vekj andi tíðar grein um støð una hjá før oyskum í al­ tjóða gerð ini. Greinin var sprott in úr orða skiftinum um stav raðið, og boð skap­ urin í end an um á grein ini var greiður. Hann skrivaði: »Mín bøn til politikar ar ­ nar skal tí vera: Latið mál­ politikararnar sleppa at avgera spurningin um stav­ raðið, og brúkið tit heldur orkuna upp á at orða ein yvir­ skipaðan málpolitikk, har tit greitt siga, hvat tit ætla at gera fyri at styrkja og menna tað føroyska málið, so tað kann standa seg í kappingini móti enskum og donskum, og latið pengar fylgja við.« Hetta er væl sungið, haldi eg. Uni Arge Málsligar stíllegur og annað trætigóðs Bara eitt ár eftir at veðr ið varð yvirtikið sum før oyskt málsøki, manglar lands kass­ anum pengar, fyri at kunna halda avtaluna við danska veðurstovnin DMI. Einaferð fóru nakrir polit­ ik arar undir at yvirtaka veðr­ ið. Hetta var í teimum døg­ un um, tá CHE­samgongan ráddi fyri borgum. Nógvar yvir tøkur stóðu á skránni hjá sam gong uni, og sjálv­ andi valdu tey at rað festa tær bílig astu yvir tøk urnar fyrst. Tað dýrasta skuldi bíða til móti endanum á val ­ skeið inum, tí so kundi onkur annar arva tað fíggjar liga upptakið. Yvirskriftin í samgongu­ skjalinum var ”Samhaldsfesti, sjálvstýri, møguleikar og menn ing” ­ so hví ikki byrja við at yvirtaka veðrið? Øll tey freku útsynnings­ ælini, sum í áravís høvdu skol að inn yvir oyggjarnar á donskum, skuldu nú hava før oyskar regndropar, og møgu leikin var eisnin nevnd ur, at Fróð skapar­ setr ið skuldi kunna granska før oyska veðurlagið. Men annars hendi ikki so nógv í sambandi við yvirtøkuna. DMI (Dansk Meteorologisk Institut) skuldi framvegis gera veðurmátingarnar, eingin bleiv settur í starv og tænastan bleiv heldur ikki betri. Tað einasta sum í roynd og veru bleiv yvirtikið, var sjálv rokningin. Nú skuldu føroyingar sleppa at gjalda fyri tænastuna. Og so gongur eitt ár, og nú er longu galið, tí nú mangla pengar. Fíggjarliga óveðrið rakti fyrri enn yvirtiknu brúgva løgini, og tí mugu vit bara góðtaka at fáa nakrar før oyskar regndropar, sum vit ikki hava goldið fyri. Kanska eitt syndur óheppið, tá hugsað verður um yvir­ skriftina ”Sam halds festi, sjálv stýri, møgu leikar og menn ing”, men ein æla bogi við føroyskum litum, er jú ikki at forsmáa. Yvirtøkur við ongum endamáli Hvørja ferð samgongusam­ ráð ingar eru, spælir spurn­ ing urin um yvirtøkur ein avgerandi leiklut, tí flokkarnir á loysingarveinginum mugu fyri ein og hvønn prís sleppa at yvirtaka – um tað so bara er okkurt. Og so endar tað við, at mál sum ongan týdning hava, verða yvirtikin, ella uppaftur verri: Mál verða yvirtikin, sum als ikki eru búgvin til eina yvirtøku. Tíðin má vera komin, hvar ið vit, heldur enn bara at yvir taka fyri at yvirtaka, seta okkum sum mál at fáa alt tað at virka, sum longu er yvirtikið. Veðrið var ein av teimum bíligu yvirtøkunum, so skaðin er kanska ikki so stórur. Men tá vit ikki klára at gjalda eina so lítla yvirtøku, hvussu hevði støðan so verið, um vit yvirtóku okkurt av teimum størru málsøkjunum? Gott var, at vit sluppu av við CHE­samgonguna áðrenn hon fór í holt við tær størru yvirtøkurnar, sum stóðu í samgonguskjalinum, tí tær kundu skjótt endað sum ein vanlukka. Helgi Abrahamsen Strendur Veðrið avlýst vegna fíggjarligt óveður Nógv kjak er komið, eftir at fleiri ungmannafeløg og harvið eisini Un g manna­ felagið Samband fóru und ir at viðgera mál um rús drekka, samkynd og so víðari. Tað tykist, sum vit eru í einum kampi, har tað er spurn ingurin, um vit blíva kristnir fundamentalistar ella anarkistar. Ungmannafelagið Sam­ band heldur, at kjakið um hesi mál hevur fingið ein skeivan rætning. Í staðin fyri at tosa um, at tað skal vera pláss fyri øllum í okk ara samfelag, og at øll skulu góðtakast, homo­ og heteroseksuel, kristin og vantrúgvandi, konufólk og mannfólk o.s.fr. snýr kjakið seg um, hvussu einstøk ung bróta niður allan kristin­ dóm í landinum. Um treytin fyri at vit skulu vinna rættvísi til øll fólk uttan mun til húðarlit, seksuella orientering, kyn og politiskan lit er, at vit verða skýrd at avkristna Føroyar, so má tað verða so og tekur millum ann að Ungmannafelagið Sam­ band, fulla ábyrgd fyri at syrgja fyri hesum. Vit vilja undir ongum umstøð um góðtaka, at ávísir sam felags­ bólkar ikki fáa innivist í samfelagnum. Ei heldur verður góðtikið, at hesi liva undir øðrvísi korum enn vit onnur. Vit eru øll borgarar í Føroyum. Bill Justinussen kennir allan ungdóm Tá Bill Justinussen í send­ ingini Refleksjón sigur seg kenna allan ungdóm, so ljóðar tað løgið. Sambært Bill Justinussen umboða fýra ungmannafeløg ein lítlan minniluta, meðan Bill Justinussen kennir ein meiriluta av ungdóminum, og tey hava eina aðra fatan. Hóast Bill Justinussen kennir so nógv ung er vert at bíta merki í, at Mið flokkurin ikki sjálvur megnar at manna eitt ung­ manna felag. Mótreaktiónin, sum Bill Justinussen tosar um, er júst tað, ið hendir. Ung dómur vil ikki standa modell til, at ávísir sam­ felagsbólkar ikki fáa inni­ vist í okkara samfelag. Hetta er ikki ein hugsan, ung dómurin kann standa inni fyri. Fyri at ungdómur skal trívast í einum landi, skulu karmarnir vera fyri tí. Ávísir politikarar, har ímillum Bill Justinussen, vilja, við at lóggeva ímóti ávísum bólkum í samfelagnum, bróta niður teir karmar, sum skulu fáa ung at venda heimaftur at búseta seg. Ungmannafeløgini hava ligið still, og tískil hevur einki mótspæl verið, og snævur skygdar hugsanir hava fingið frítt spæl. Henda tíðin er vónandi farin, og vit kunnu aftur liva í einum fólkaræði, har pláss er fyri mær og tær og okkum Funda­ mental ist ella anarkist, tú velur! Arne Winthereig