Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89 Sosialurin Felagsskapurin camping.fo skipaði á heysti í 2009 fyri einum ordans kampingtreffi á altjóða grasvøllinum á Svangaskarði, har uml. 70 vognar vóru við. Tiltakið var soleiðis fyri skipað, at vøllurin og B68-húsið vóru karmur um tað, sum fyrifórst. Umframt tað vanliga at vitjað inn í vognarnar hjá hvørjum øðrum og hugnan annars, var eis ini fyriskipað einum fe lagsborðhaldið í B68-húsinum. Øll tóku mat við, sum so bleiv settur fram til øll at fáa sær av. Til hesa hugnaløtuna spældu nakrir limir í kampingfelagnum har- moniku, so tað rungaði góður sangur til langt út á náttina. Aftur í ár hevur camping.fo sett hetta tiltakið á skránna. Frá mikudegnum 23. juni til mánadagin 28. juni verður enn ein aferð skipað fyri stór um kampingtreffi á grasvøllinum á Svanga skarði. Á vøllinum er sera gott pláss, har rúm ast helst allir kamp- ingvognarnir í Før oy um. Á Svangaskarði eru hentleikarnir av teim um allarbestu. Á økin um fæst el og vatn, og umstøður eru til at tøma rottangan. Ókeypis at gongd er bæði til wc og brúsu. Fríggjakvøldið tann 25. juni verður tað væl umtókta felags borð haldið, sum er umrøtt omanfyri, har hvør kampistur kem ur við sínum mati til felagsborðhaldið. Hetta vikuskiftið er eisini B68-dagur (skráin fyri dagin verður lýst seinni), men nevnast kann, at har verður ung dóms diskotek fríggja- kvøldið og dansur við Halli Joensen verður leyg ar kvøldið í teltinum á renni breytini. Kampingtreffið er bert fyri limir í camping.fo. Prísurin er kr. 130 pr. nátt fyri hvønn kamp ingvogn/- bil, tá er alt íroknað. Hevur tú camp ingvogn, men ikki ert limur enn, so far inn á camping.fo og tekna teg sum lim, so kanst tú síggja treyt- irnar har. birgir@sos.fo Risa kampingtreff á Svangaskarði Mín besta uppskrift er teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift, saman við mynd av rættinum og navni á kokkinum. Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki hava verið almannakunngjørdar áður. Send okkum tína bestu uppskrift halt vikuskifti við Sosialinum Uppskriftin, sum verður prentað í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,- frá Thomas Dam búnýti Send tína bestu uppskrift til: Sosialurin Postboks 76 FO-110 Tórshavn mrk. uppskrift Ella til post@sosialurin.fo. Sosialurin 341800