Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 16 Miðvikan 1. partur Tað hevur verið trupult hjá mongum at hugsa sær til, at tað skal kunna bera til hjá einum einsamøllum húski at búgva á eini oyggj, sum er so illa atkomandi. Eitt er, hvat ið kann gerast í dag, men so at hugsa sær til, at hetta eisini kundi bera til í eini tíð við snøgt sagt ongum hentleikum. Men hvussu var at búgva í Dímun? Vit hava hitt tann 86 ára gamla Janus í Dímun, sum hevur búð nærum alla sína tíð í oynni, og sum hevur upplivað allar broyt­ ingar, sum hava verið í Dímun. Frásøgnin hjá Janusi er beina­ grindin í hesi røð. Onkur ískoyti eru til frásøgnina hjá Janusi. Hetta er fyrst og fremt úr bókini hjá Johannes Johannessen á Toft um “Hús og húski í Dali” við ískoyti um “ættarbond og brot úr Dímunar søgu.” Eisini er millum annað tikið úr grein hjá Sverra Patursson við søgubrotum úr Dímun. Byrjar við Brestir og Beinir Stóra Dímun er 2.65 Km2 til støddar. Hæddin er 395 m á Høgoyggj. Sjálv bygdin liggur í um 100 metra hædd. Tað fyrsta vit vita um Dímun er frá Føroyingasøguni. Har verður skrivað um Brestir og Beinir, og um drápið á teir. Tað fór fram niðri á Rakhellu, ið er hellan undir Kleivini, sum er uppgongin upp til Dímunar. Eisini verður skrivað um viður­ skiftini aftaná, tá ið Øssur Leivsson stýrdi oynni, og tá ið hann av hevndarorsøkum bleiv myrdur av Sigmundi Brestissyni. Hetta kenna vit aftur í Brestirskvæði og Sigmundskvæði eldra. Men øldirnar aftaná er ikki nógv at frætta av oynni. Men í 1539 teknar svenskarin Olav Magnus eitt kort av Føroyum. Á tí eru níggju oyggjar. Streymoy er minsta oyggin og Stóra Dímun er tann størsta sambært hesum korti. Annika í Dímun Tann fyrsti bóndin í Dímun, vit vita navnið á, er Skógangs Jógvan. Hetta hevur verið onkuntíð millum 1570 og 1590. Hann var giftur og átti son og dóttir. Sonurin æt Tróndur. Hann var dugnaligur og sterkur, men latur. Konan doyði, og Jógvan giftist aftur við Anniku, dóttir Tummas Jørundson, sýslumann á Sandi. Hetta var ímóti hennara vilja. Hon var longu trúlovað við Sjúrð, húskalli hjá pápanum. Men tey fingu ein son sum kallaðist Lýðar, og hann gjørdist av raskastu monnum. Søgan um Anniku er annars væl kend. Hon beindi fyri manninum, sum hon varð noydd at gifta seg við. Annika vardi borg á Dímun saman við Sjúrði men varð at enda svikin av honum og tikin. Hon varð druknað á Havnarvág í 1589. Tá verður pápi Anniku ovasti myndugleiki á oynni, og Tróndur bleiv uppsitari. Annika hevur í nútíðini fingið eitt slag av hetjustøðu í Føroyum. Í dag hava vit aftur eina “Anniku í Dímun.” Hon er dóttur Ritleif, hálvbeiggja Janus. Hargabrøðurnir skoyttu ikki um Dímun Fyri at hava rikið írskar sjórænarar til rýmingar fingu Hargabrøðurnir í Sumba í 1612 boðið Stóru Dímun. Teir taka ikki av. Eftir at hava róð kring oynna, halda teir ikki eins nógvan fugl vera á Dímun sum í bjørgunum í Sumba. Eftir hetta komu teir báðir Sørin Díðriksson úr Kollafirði og Rasmus Johannesen úr Klæmintsstovu í Dali til Dímunar. Teir festu ikki, men teir høvdu oynna í ein seks ár. Fyrsti Janus í Dímun Janus greiðir frá: Okkara ætt í Dímun byrjaði í 1807 við tí fyrsta Janusi, tipoldurabbi mín. Tá komu beiggjarnir Janus Olesen, f. 1775, og Sørin Olesen f. 1780 higar úr Sumba. Dímun var mannleys tá, og eingin var at seta við. Oyggin hevði tí verið boðin út, og brøðurnir báðir høvdu so søkt. Meiningin var, at teir skuldu báðir festa oynna. Janus var so farin til Havnar tann 10. august 1807 til at festa fyri báðar. Men hann kom aftur og hevði tá einsamallur fest alla oynna. Tað eru tvær søgur um hetta. Onnur er, at Janus lumpaði Sørin. Hin er, at Janus fekk at vita í Havn, at bert annar kundi festa, og so gjørdist tað hann sjálvur. Janus bleiv so bóndin, meðan beiggin Sørin flutti av oynni til Dals. Eftirkomarar hansara er fólkið, sum eitur Sørensen millum annað í Húsavík og Trongisvági. Janus varð eftir at vera komin til Dímunar í 1808 giftur við Gretu Jacobsen, f. 1787, dóttir Jákup á Miðgerði í Kollafirði. Soleiðis kom hetta fólkið inn í okkara familju. Greta átti tá eina tvey ára gamla gentu, Elin, fødd í 1805. Hon fylgdi við til Dímunar. Hon giftist seinni við Jóannesi Jacobsen úr Stovuni í Skálavík. Janus og Gretha vóru ófør fólk, dugnalig í allar mátar. Oyggin var farin í vanrøkt, men Janus var av raskastu monnum og fekk skil á oynna aftur. Tey bæði fingu 7 børn. Tað elsta var ein genta, Elsupa f. 1809. Næst­ elstur var Óla Jákup f. 1810, oldur­ abbi, sum tískil var borin til festið. Dímunar Jóannes Eitt annað av teirra børnum skal nevnast her. Tað er Jóannes f. 1812. Hann giftist við Elsu Clementsen av Tanganum á Sandi, fødd í Havn. Tey búsettust í Skopun. Tað er ikki so nógv, sum er vitað um Jóannes, vanliga kallaður Dímunar Jóannes. Men hann og Elsa eru ættarfedrar til fleiri ættir, sum hava sett sær stór spor í Føroya Søgu. Fleiri av teimum eru umrødd í røðini Hendur ið Sleptu og eisini í øðrum av mínum greinum í Sosialinum. Her skullu verða nevnd teirra børn: 1. Anna Elisabeth Johannesen, 1835, giftist við Andrias Andreassen í Havn, kallaður skræddarin í Dali. Millum teirra børn vóru Jens í Dali, Napoleon í Dali, Johanna, sum giftist við Christoffer Ziska. Tey áttu millum onnur Andreas Ziska, Onna Margrethu, sum giftist við Sigmund Arge, Tominu, sum giftist við Andrias Jensen. Ein kendur eftirkomari hennara var listarmaðurin Janus Kamban. 2. Janus f. 1837, giftur við Onnu Elisabeth Joensen úr Skúgvi. Ein sonur teirra, kendur sum Jens Færeyingur, flutti til Íslands. Ein sonur hansara Oskar Jensen gjørdist 102 ára gamal. Hann doyði í fjør. 3. Anna Margretha f. 1840. Giftist við Georg Lindenskov, politist í Havn. Dóttir teirra Beata giftist við Andrass Samuelsen, Føroya fyrsti løgmaður. 4. Frederikka f. 1843. Giftist við Símun Petur Rasmussen úr Koltri. Tey fingu seks børn. 5. Klæmint f. 1847. Giftist við Marionnu Joensdatter. Tey fingu tríggjar synir Klæmint, Johan og Rudolf. 6. Inga f. 1850. Giftist fyrst við Kristian Johan Sivertsen og síðan við Isak Hendriksen av Kirkju. Hon fekk níggju børn. Tey sjey børnini í seinna hjúnarlagi fingu navnið Isaksen, og er hetta er sera kend ætt í Norðoyggjum við skiparum og reiðarum. Her skuldu bert vera Janus í Dímun: Oldurabbin, abbin og pápin duttu oman Í mun til sína stødd mann Stóra Dímun vera ein tann kendasta av okkara oyggjum, ikki bert í Føroyum men eisini úti í heimi. Vit hava tosað við Janus í Dímun um søguna hjá Dímun og lívið í oynni Janus í Dímun er nú 86 ára gamal og minnist væl til Málningur av Dímun heima hjá Janusi í Havn Mikudagur 2. juni 2010