Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 12 - 18. januar 2002 Nr. 12 - 18. januar 2002 3 Ikki Ólavur, men Dávur Í greinini í Sosialinum í gjár um saltfiskavirkið, Sammut á Skarðhamri í Klaksvík, komu vit av misgávum at “umdoypa” Dáv Joensen til Ólav Joensen. Í byrjanini av greinini brúktu vit tó rætta navnið. Tað eru Jóhan Páll Joensen, Johan David Joensen og Dávur Joensen, sum eiga Sammut, og tað var Dáv Joensen, vit tosaðu við. Vit biðja orsaka mistakið. -v. Bjarti Mohr fer nú at leggja størri orku í skipini og møguliga politikkin. – Vágin er ov stórur at arbeiða á so mongum økjum í senn, sigur hann FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Bjarti Mohr, sum í sínari tíð var stjóri í Føroya Fiska- sølu og seinni hevur fingist við skiparakstur, hevur seinastu trý árini eisini fingist við fiskaframleið- slu. Virksemið er farið fram í Álakeri í Havn, har hann hevur leigað hølini, sum Havnar Arbeiðsmannafelag eigur har úti.Men nú gevst hann við virkseminum í Álakeri og fer at leggja størri orku í skipini og politikkin. Bjarti er býráðs- limur í Havn fyri Fólka- flokkin og verður væntandi á listanum hjá flokkinum til løgtingsvalið, ið stundar til. Felagið, Ísbjørnin, sum hann eigur, heldur tó fram sum reiðaravirki, men hetta virksemi fer fram í tøttum samstarvi við P/F Snaraløk í Saltangará, sum hevur fleiri skip. Ísbjørnin eigur skipini, Vesturvarða, sum er ís- fiskatrolari og Jónrit, sum er ídnaðarskip. Virksemið í Álakeri heldur fram Bjarti Mohr sigur, at Ís- bjørnin hevur gjørt eina góða avtalu við Føroya Fiskavirking um, at FF yvirtekur virksemið í Ála- keri, soleiðis at hetta heldur fram. Í løtuni liggur arbeiði í Álakeri stilt, men væntandi gongur ikki long tíð, fyrr enn gongd kemur á aftur. - Tað, sum hevur ligið fremst í huga mínum og somuleiðis hevur havt størsta áhuga hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, er, at virksemið í Álakeri heldur fram, so arbeiðsplássini verða varðveitt. Hetta hava vit nátt við avtaluni við Føroya Fiskavirking, sum eisini hevur brúk fyri hes- um hølunum. Avtaluna um leigu, sum vit høvdu við Havnar Arbeiðsmanna- felag, hevur Føroya Fiska- virking yvirtikið. Hetta er ein góð loysn, sum varð- veitir arbeiðsplássini, legg- ur hann dent á. Framleiðslan í Álakeri helt uppat stutt fyri jól. Bjarti Mohr sigur, at hann nú er leysur av virkinum og fer at leggja størri orku í skipini og politikkin. Saltaðu upsa ogturkaðu klippfisk Bjarti Mohr heldur, at “konseptið” ella uppleggið í Álakeri er skilagott. - Vit saltaðu upsa og turk- aðu klippfisk, og seinastu tvey árini seldu vit 1200 tons av klippfiski til Puerti Rico í Miðamerika. 25 fólk arbeiddu hjá Ís- bjørnini í Álakeri. Bjarti heldur, at størsti fyrimunurin við, at eitt stórt felag, sum Føroya Fiska- virking, rekur virkið, er, at teir tá kunnu stýra ráfiska- tilgongdini betur og arbeiða tann fisk á virkinum, sum loysir seg best. - Felagið keypir nógvan fisk inn, so teir hava allar fyritreytir fyri at skapa teimum fólkum, sum koma at arbeiða á virkinum, eitt trygt, støðugt og gott arbeiðspláss, sigur hann. Sum skilst, hevur Bjarti Mohr verið rættiliga einsa- mallur um virksemið í Ála- keri og heldur, at vágin er ov stórur, tá ið arbeitt verð- ur á so mongum økjum í senn. Føroya Fiskavirking yvirtekur virkið hjá Ísbjørnini - Tað, sum hevur ligið fremst í huga mínum og somuleiðis hevur havt størstaáhuga hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, er, at virksemið í Álakeri heldur fram, so arbeiðspláss- ini verða varðveitt. Hetta hava vit nátt við avtaluni við Føroya Fiskavirking, sigur Bjarti Mohr. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at kæri maður mín Jóhan Wang Niclasen Hestur andaðist týsdagin 15. januar á Landssjúkrahúsinum, 70 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Hests kirkju fríggjadagin 18. januar kl. 13.00. Familjunnar vegna Hermanda Tey, ið vilja minnast Jóhan kunnu lata eina gávu til svimjihøllina í Hesti konto 4955287 í Føroya Sparikassa. Foreldrafelagið, sum varð stovnað av for- eldrum, hvørs børn ikki fingu ansingar- pláss, hevur tann 30. januar ein pallborðs- fund við umboðum frá teimum politisku flokkunum. Í mið- punktið verða børn- ini sett, og hesuferð er talan ikki bert um børn, ið hava tørv á ansingarplássi, men eisini um frítíðar- møguleikarnar hjá skúlabørnum FUNDUR Ingrid Bjarnastein Foreldrafelagið varð stovn- að av foreldrum, sum ikki fingu børnini í annaðhvørt barnagarð ella á annað ansingarpláss. Nú kemur aftur eitt útspæl frá for- eldrafelagnum, sum vil gera vart við, at talan er ikki bert um trot á ans- ingarplássum, men eisini á frítíðarmøguleikar fyri børn í skúlaaldri. – Vanligt hava vit bara viðgjørt trupulleikan á vantandi ansingarplássum, men í hesum føri fara vit eisini undir frítíðina hjá børnunum, eisini hjá teim- um í skúlaaldri, sigur Sám- al Tróndur Finnson Johan- sen, sum er formaður í for- eldrafelagnum. – Ætlanin er at gera hetta í sambandi við løgtingsval- ið og hervið gera politikk- ararnar varugar við henda trupulleikan. Tosað verður nógv um økismenning og útjaðraøki, men í øllum hesum tosinum verður gloymt, at Havnin eisini hevur trupulleikar. Vit vilja so gera hetta til ein part av kjakinum til komandi løgtingsval. Tað er ein rættur Tveir sjónvarvinklar vera tiknir upp á pallborðsfund- inum. Annar er tann per- sónligi vinkulin, at tað er ein rættur hjá tí einstaka at fáa ansingarpláss. Hin er tann samfelagsligi vinkul- in. – Føroyar í dag eru øðrvísi enn fyri 10 árum. Arbeiðsloysið í Føroyum er ikki so stórt longur, og trot er á arbeiðsmegi. At for- eldur ikki fáa ansingarpláss ella tað, at børn ikki hava nakrar serligar frítíðar- møguleikar eftir skúlatíð ger, at foreldur vera heima og ansa eftir børnunum. Hetta hevur so við sær, at vit verða noydd at innflyta arbeiðsmegi. Fíggjarligur vøkstur kemur ikki av sær sjálvum. Tað mugu fólk vera í arbeiði fyri at fáa hetta at henda, og tá fólk ikki kunnu fara út at arbeiða, tí ongin er at ansa børnunum, ger hetta, at fíggjarligi vøksturin mink- ar. Tað er ikki búskaparliga burðardygt, at yvirsíggja henda trupulleikan, sigur Sámal Tróndur. Eisini vil formaðurin í foreldrafelagnum vera við, at børn eru ikki bara børn tá tey eru í skúla ella í barna- garð. Tey eru eisini børn aftaná skúlatíð, og til teirra, ið eru eldri enn 7 ár eru ongi tilboð. Sámal Tróndur sigur, at minni børnini eru, minni tilboð eru, og tað er kanska eitt sindur øvugt. Eldri tey verða, meira møguleikar eru til tey, so sum hond- og fótbóltur, fimleikur og so víðari, men tey yngru børnini hava ikki nakað at fara til, og tað eru júst tey, ið eru í aldrinum, har tey hava brúk fyri at verða sett í gongd. – Til dømis havi eg eina tólv ára gamla dóttir. Hon fær frí úr skúlanum hvønn dag klokkan 12.30 ella klokkan 13.30. Frá tí hon er liðug í skúlanum til vit koma heim, hava vit als ikki eftirlit, hvat hon tekst við. Børn eru framtíðin hjá okkum, og tað er okkara ábyrgd at taka okkum av teimum, sigur Sámal Tróndur Finnson Johansen. – Tú fært eisini ein per- sónligan tørv nøktaðan tá tú fert til arbeiðis, og vit skulu tí gera myndugleikar- arnar varugar við, at hetta er ein breiður samfelags- trupulleiki, og økistrupul- leikararnir liggja ikki bert í útjaðaranum, men eisini í Havn. Pallborðsfundurin við umboðum frá teimum ymsu politisku flokkunum verður í Klingruni, miku- dagin 30. januar klokkan 19.30, og har verða hesir ymsu spurningarnir tiknir upp. Havnin skal eisini mennast Savnsmynd C M Y K 3 2