fríggjadagur 18. januar 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 12 - 18. januar 2002
Nr. 12 - 18. januar 2002
5
- Eg eri sinnaður at
broyta dagpeninga-
lógina beinanvegin,
soleiðis, at tey, ið eru
dottin úr skipanini,
koma uppí aftur. Tað
hevur ongantíð verið
ætlanin, at nakar
starvsbólkur yvirhøv-
ur skuldi úr skip-
anini, sigur Sámal
Petur í Grund, lands-
stýrismaður í al-
manna- og heilsu-
málum
DAGPENGAR
Turið Kjølbro
Tá ið viðgerðin av broyt-
ingunum í dagpeninga-
lógini var í tinginum sein-
asta summar, var ongin ivi
um, at politiski viljin var at
betra um umstøðurnar hjá
teimum, sum vóru knýtt at
hesi skipan. Um fyrireik-
ingarnar í sambandi við
nýggju dagpeningalógina
hava verið ov vánaligar,
ella um tingfólk hava sovið
í tímanum, tá ið teir at-
kvøddu fyri hesu nýggju
lógini ella eru vorðin skeivt
kunnað, skulu vit ikki taka
dagar ímillum. Men vit
kunnu í øllum førum stað-
festa, at hugsað hevur ikki
verið um avleiðingarnar av
broytingunum í lógini.
- Tað hevur ongantíð
verið ætlanin, at fólk
skuldu detta úr skipanini.
Heldur tvørturímóti. Enda-
málið var at gera eina betri
skipan fyri øll. Tað hevur
ongantíð ligið í kortunum,
at nakar starvsbólkur yvir-
høvur skuldi úr skipanini.
Arbeiðsbólkurin, sum ar-
beiddi við lógaruppskot-
inum, mælti til at varðveita
hálvu tryggingina. Orsøkin
til, at hálva tryggingin
kortini fór út, var, at hildið
var, at fólk vórðu umfatað
av skipanini kortini, sigur
Sámal Petur í Grund,
landsstýrismaður
í
al-
manna- og heilsumálum.
Hálva tryggingin, lands-
stýrismaðurin sipar til, var
sambært gomlu dagpen-
ingalógini, ætlað fólki, ið
bæði høvdu B-inntøku og
A-inntøku. Hví nýggja
lógin ásetur eitt inntøku-
mynstur, sum sigur, at B-
inntøkan skal svara til 75
prosent og A-inntøkan 25
prosent av allari inntøkuni,
veit
landsstýrismaðurin
ikki at siga. Í samrøðum í
blaðnum mikudagin og
hósdagin við listafólk og
sjálvstøðug
arbeiðspláss
hava vit víst á hesi viður-
skifti. Listafólkini siga eitt
nú, at tey ongan møguleika
hava fyri at liva upp til
inntøkumynstrið, sum lógin
ásetur.
Lógin broytt
Nú landsstýrismaðurin í
almanna- og heilsumálum
er vorðin kunnaður um, at
fólk ótilætlað eru burturvíst
úr dagpeningalógini, fer
hann at síggja til, at hesi
koma uppí aftur.
- Eg eri sinnaður at
broyta lógina beinanvegin,
soleiðis, at hesi fólk koma í
skipanina aftur, sigur Sám-
al Petur í Grund, sum longu
í dag leggur hetta fyri
landsstýrið á fundi.
Almanna- og heilsumála-
stýrið er annars í ferð við at
gera broytingar í dagpen-
ingalógini í sambandi við
Vanlukkutryggingarlógina,
sum fer í tingið skjótt. Í
løtuni fer størsti parturin av
arbeiðsorkuni í Almanna-
og heilsumálastýrinum til
at fyrireika lógaruppskot,
ið skulu í tingið áðrenn
freistin er úti 5. mars. Tískil
væntar landsstýrismaðurin
ikki, at tær kunngerðir og
reglugerðir,
sum
skulu
gerast í sambandi við
nýggju dagpeningalógina,
verða gjørdar fyrr enn hetta
arbeiðið er liðugt.
Burturvíst
Sum vit hava víst á í blað-
num seinastu dagarnar,
hava broytingarnar, sum
vóru gjørdar í dagpeninga-
lógini seinasta summar,
havt við sær, at nógv fólk
eru burturvíst úr Sjálv-
bodnu Dagpeningaskipan-
ini. Eitt nú listafólk, ið
burturav arbeiða við listini,
men sum eru noydd at hava
annað arbeiði við síðuna av
fyri at breyðføða seg og
síni, og sjálvstøðug ar-
beiðspláss, har bert ein
inntøkukelda er. Hesi fólk
hava í nógv ár verið í
Sjálvbodnu Dagpeninga-
skipanini og hava haðani
verið tryggjað eitt útgjald,
eru tey vorðin sjúk. Í
broyttu dagpeningalógini
hava tey eingi rættindi, eru
burturvíst haðani og verða
víst til forsorgarhjálp um so
illa vil til, at tey verða sjúk.
Hetta er ógvuliga mann-
minkandi
og
ósømiligt
halda tey, ikki minst tá ið
hugsað verður um, at hetta
alt eru fólk, ið eru væl
útbúgvin og sum í allar
mátar royna og ætla at klára
seg sjálvi. Og vit skulu
hava í geyma, at Sjálv-
bodna Dagpeningaskipanin
er ein trygging, hesi fólk
sjálv hava tikið stig til at
gjalda til, og skal ikki sam-
anberast við eina almanna
veiting.
Í gjár setti Annita á Fríð-
riksmørk,
tingkvinna,
skrivligan fyrispurning til
landsstýrismannin í al-
manna- og heilsumálum,
um málið. Tingkvinnan vil
hava at vita, hvussu nógv
fólk hava fingið boð um, at
tey eru koyrd úr dagpen-
ingaskipanini síðani løg-
tingslógin nr. 74 frá 8. mai
2001 um dagpening vegna
sjúku v.m. kom í gildi.
Eisini vil hon hava at vita,
hvør orsøkin er til, at tey
eru koyrd úr skipanini,
hvussu hesi fólk, sum eru
koyrd úr skipanini, eru
tryggjað inntøku, um tey
gerast sjúk. Hon vil eisini
hava at vita, um lands-
stýrismaðurin hevur orðað
tær reglur og tær kunn-
gerðir, sum í lógini standa
at skula koma í gildi, og um
ikki, nær hetta verður gjørt.
Fólkini skulu
uppí aftur
dagpeninga-
skipanina
Í dag leggur Sámal Petur í
Grund, landsstýrismaður í
almanna- og heilsumálum,
málið um
dagpeningaskipanina fyri
landsstýrið
Tey næstu tvey árini
skal Tórshavnar Havn
útbyggjast fyri
næstan 70 milliónir.
Men kommunan vil
ikki betala alt og tí
skal samráðast við
Vinnumálastýrið,
Smyril Line og kanska
Strandferðsluna við
um at betala ein part
HAVNAÚTBYGGING
Áki Bertholdsen
Tórshavnar Kommuna er
nú farin at gera havnalagið
klárt til at taka ímóti teirri
nýggju Norrønu, sum verð-
ur klár til summarsigling-
ina í 2003.
Tá ið tað arbeiðið er lið-
ugt, verður beinanvegin
farið undir at gera klárt til
nýggju suðuroyarferjuna,
sum verður sett í sigling í
2004.
Tilsamans er hetta út-
byggingar, sum kosta næst-
an 70 milliónir krónur, sig-
ur Jákup Suni Joensen, for-
maður í nevndini fyri Tórs-
havnar Havn.
Hann sigur, at arbeiðið
hevur skund, tí fyri ein stór-
an part ber tað bara til at ar-
beiða um veturin, tá ið Nor-
røna ikki siglur í summar-
sigling.
Fyrsta byggistigið er at
byggja havnarlagið út so at
Norrøna kann leggja at.
Hetta arbeiðið er byrjað
og heldur fram til Norrøna
fer í summarsigling og
verður so tikið uppaftur
næsta vetur.
– Tað arbeiðið umfatar í
fyrstu syftu at styrkja at-
løgubrygguna, at stoypa
stabbar út úr henni, sum
Norrøna skal leggja at, um-
framt at gera pullartar og at
dýpa havnina.
– Tað arbeiðið varð boðið
út. Byggifelagið J.K. Peter-
sen hevði lægsta tilboðið
upp á sjey milliónir og er
farið undir arbeiðið, sigur
Jákup Suni Joensen.
Næsta vetur skal so ferju-
skrái gerast. Tað er ein
skrái, sum kann flytast upp
og niður, alt eftir, hvussu
skipið liggur og tað ger
hann nógv dýrari.
Jákup Suni Joensen sig-
ur, at hetta er eitt arbeiðið,
sum er mett at kosta einar
18 milliónir.
Í fyrstu syftu skal Smyril
eisini brúka hetta atløgu-
plássið, men í aðru syftu er
ætlanin at gera ferjuskráa
uttanfyri atløguplássið hjá
Norrønu til Smyril. Hetta er
eitt arbeiðið, sum er mett at
kosta 34 milliónir.
Útbyggingar á landi
Nevndarformaðurin í Tórs-
havnar Havn sigur, at um-
framt hesar útbyggingarnar,
er tað eisini neyðugt at gera
stórar ábøtur á landi.
– Landgongin á Norrønu
er 16 metrar yvir sjónum,
so landgongutornið, sum
nú er, kann ikki brúkast
longur.
Tí skal eitt størri land-
gongutorn gerast í fleiri
hæddum, so at bæði ferða-
fólk av Norrønu og Smyrli
kunnu brúka tað. Hetta er
eitt torn, sum er mett at
kosta einar 10 milliónir.
At enda skal tað stóra
pakkhúsið takast burtur og
pakkhúsið hjá Strandferðsl-
uni flytast út, har Eimskip
er. Hinvegin skal Eimskip
byggja nýtt pakkhús úti á
Skansabryggjuni, so at
ferðslan frá Eimskip ong-
antíð kemur út á Eystaru-
bryggju, men bara verður á
Skansabryggjuni, meðan
Smyril Line og Strand-
ferðslan verða á langsíðuni
á Eystarubryggju.
Jákup Suni Joensen sig-
ur, at hesa útbyggingina
uppá næstan 70 milliónir,
orkar Tórshavnar Havn ikki
at bera einsamøll.
– Vit hava eina kvotu upp
á 20 milliónir um árið, sum
vit kunnu byggja út fyri og
tað liggur nógv á láni. Men
allar hesar útbyggingarnar
til Norrønu og Smyril skulu
vera lidnar í 2004, so tað
skal strongjast á, fyri at fáa
alt liðugt og tað er ein rætti-
ligur trupulleiki.
Tað er eisini hansara
áskoðan, at Tórshavnar
Havn eigur einans at halda
seg til sjálva atløgubryggj-
una og sjálvt havnaøkið,
men at tað ikki er uppgávan
hjá henni at byggja bygn-
ingar á Havnalagnum.
– Tí hava vit tikið sam-
ráðingar upp við Smyril
Line og Strandferðsluna
um, hvør skal betala eitt nú
landgongutornið og tað
kann
eisini
verða,
at
Strandferðslan kemur uppí.
Hinvegin hevur Tórs-
havnar Havn søkt Vinnu-
málastýrið um at betala
tann partin av útbyggingini,
sum krevjast til at Smyril
kann liggja at.
– At selja eitt lívsverk
er ikki bara sum at
siga tað. Onkur følari
hevur kortini verið,
men tað lá ikki so
nógv aftanfyri, sigur
Johan Restorff
FERÐAMANNAVINNA
Áki Bertholdsen
– Tað arbeiða ikki við at
selja Hotel Hafnia.
Tað sigur ein av eigarun-
um, Johan Restorff.
Annars hava søgur gingið
um, at Hotel Hafnia var til
sølu. Onkur fjølmiðil vitsti
enna at siga einaferð í
heyst, at eitt flogfelag var
áhugað í at keypa Hotel
Hafnia.
Tað skilst á Johan Rest-
orff, at tað er nakað nógv
gjørt av at siga, at hotellið
er til sølu.
– Tað er rætt, at vit hava
fingið ein fyrispurning um
hotellið, sigur hann.
Men hann leggur afturat,
at hann heldur ikki, at tað lá
so nógv aftanfyri hendan
fyrispurningin.
– Eg metti hetta meir
sum ein følara, enn sum ein
veruligan fyrispurning, sig-
ur hann.
Hann sigur eisini, at tað
eru avgjørt ongar samráð-
ingar av nøkrum slag um at
selja hotellið og áður-
nevnda fyrispurning um at
keypa hotellið, hava teir
ikki hoyrt meiri til aftur.
Hann vil ikki siga, hvað-
ani fyrispurningurin kom,
men tað vóru frá fólki í
vinnuni, sigur hann.
Eitt lívsverk
Johan sigur, at støðan er
heldur ikki tann, at teir eru
áhugaðir í at selja hotellið
sum so.
– Hotel Hafnia er eitt
lívsverk og tað er tað ikki
bara sum at siga tað at
selja. Hann vísir eisini á, at
Hotellið liggur sera væl
fyri í Havnini og alt saman-
lagt ger, at talan skal av-
gjørt vera um tann rætta
prísin.
– Vit fara ikki at selja
hotellið fyri lítið og lætt
bara fyri at sleppa av við
tað. Soleiðis liggur landið
als ikki, sigur hann.
Tó leggur hann afturat, at
alt er til sølu fyri tann rætta
prísin, eisini Hotel Hafnia.
Hvat tann rætti prísurin
er, vil hann ikki siga.
Men hann viðgongur tó,
at tað er rættiliga bundið at
hava hotel.
– Eg havi verið á Hotell-
inum í 40 ár og MC í 30 ár
og tað er rættiliga bundið.
Men heldur enn at selja
hotellið, ætla vit at fáa
onkran at standa fyri tí dag-
liga rakstrinum, so at vit
fáa meiri frí og tað arbeiða
vit við nú.
Men nær tað verður veit
hann ikki, kanska seinni í
ár.
Hann leggur eisini dent á,
at tann, sum verður settur at
standa fyri hotellinum, skal
varðveita støðið, sum hot-
ellið er á, og helst lyfta tað
enn longri upp.
Hava umsókn
liggjandi
Fyri nøkrum árum síðani
søkti menninir á Hafnia,
saman við øðrum, Tórs-
havnar Býráð um stykkið at
byggja nýtt hotel á Johan
Restorff.
– Ta umsóknina hava vit
enn ikki fingið svar uppá,
men hinvegin er umsóknin
ikki tikin aftur, so hon ligg-
ur enn í býráðnum.
Hann sigur, at hendir
nakað avgerðandi frambrot
í føroyska samfelagnum,
eitt nú við oljuvinnuni, er
gott at vera fyrireikaður.
Tað hildu teir tá ið teir
søktu, og taðhalda teir enn.
Men enn er ongin olja
komin, so, hvussu verður
við teimum ætlanunum,
veit hann ikki.
Kortini er hann bjart-
skygdur um framtíðina.
– Vit hava nógvar fyri-
spurningar til í summar.
Nógv av teimum, sum aftur
hava bílagt pláss í summar,
eru fólk og ferðaskrivstov-
ur, sum vit hava samstarvað
við í nógv ár, so tað er
hugaligt. So tað er við góð-
um vónum, at vit ganga
summarinum ímóti, sigur
Johan Restorff.
Gera Havnina til reiðar at
taka ímóti Norrønu og Smyrli
J. K Petersen er nú farin at
dýpa Tòrshavnar Havn, men
hon skal eisini styrkjast,
umframt at annað skal
gerast. Arbeiðið skal gerast í
vetur og kostar 7 milliónir.
Tey bæðu næstu árini skal
Tórshavnar Havn byggjast
fyri 60 milliónir afturat
Hotel Hafnia verandi í hondunum á Restorff
Restorff-menninir hava ongar ætlanir um at sleppa Hotel Haf-
nia. Søgurnar um, at hotellið var til sølu, eru ov nógv avgjørdar.
Vit fingu ein fyrispurning, men tað lá ikki meiri aftanfyri, enn
at tað var ein følari, sigur Johan Restorff x.m., saman við bróðr-
inum, MC. Myndin er tikin á 75 ára hátíðardegnum herfyri
C
M
Y
K
5
4