Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 12 - 18. januar 2002 Nr. 12 - 18. januar 2002 7 – Tað eigur at bera til hjá Føroyum at verða ein sjálvstøðug tjóð og kortini vera partur av Ríkisfelagskapin- um. Bæði av búskap- arligum, søguligum, praktiskum og polit- iskum orsøkum vil tað vera rætt at varðveita Ríkisfelags- skapin í framtíðini, men tað eru ikki vit danir, sum skulu avgera tað. Tann av- gerðin liggur í Føroy- um heldur Hans Engell, fyrrverandi ráðharri og nú blað- stjóri á Ekstra Bladet FØROYAR – DANMARK Jan Müller Ikki bert føroyingar eru spentir um, hvat komandi løgtingsval fer at bera í sær. Eisini danskir politikarar og vanligi danin eru spentir um úrslitið av valinum, tí tað fer uttan iva at hava stóran týdning fyri viður- skiftini millum Danmark og Føroyar í framtíðini. Tað heldur fyrrverandi formað- urin í konservativa flokkin- um í Danmark og fyrrv. ráðharrin Hans Engell, sum júst hevur verið í Føroyum í arbeiðsørindum. Hans Engell er í dag ábyrgdar- blaðstjóri á Ekstra Bladet, men haraftrat stendur hann fyri eini vælumtøktari tjak- sending á donsku sjón- varpsrásini DR2. Partur av Føroyavitjan hansara var at práta við Anfinn Kallsberg, løgmann. Tann sendingin verður send annan sunnu- dag. Sum royndur politikari, eygleiðari og viðmerkjari hevur Hans Engell eisini fylgt væl gongdini í viður- skiftunum millum Føroyar og Danmark. Og hann dyl- ur ikki fyri, at danskir fjøl- miðlar fara at gera nógv burtur úr valstríðnum. Sjálvur heldur hann út- spælið frá nýggja danska forsætisráðharranum verða bæði áhugavert og skila- gott. Tað byggir upp undir ta sannroynd, at danir ynskja góð og vinarlig við- urskifti við Føroyar. Døn- um dáma ikki konfrontat- iónina. Tí fellur tað eisini í góða jørð, tá nýggi forsæt- isráðharrrin, Anders Fogh Rasmussen, leggur upp til gott samstarv og sigur seg vilja forða fyri fleiri konfr- ontatiónum millum londini bæði. Virðingin – Eg haldi, at Fogh hevur borið seg skilagott at, eisini mótvegis donsku fjøldini, tá hann nú brúkar ein øðr- vísi tóna – tosingarlag – mótvegis føroyingum. Sum gamal »Nordistur« og fyrrv. formaður í felagnum »Norden« haldi eg, at tað hevur stóran týdning, at vit virða hvør annan og kunnu hava ein skilagóðan dialog. Hetta er 10. ferð eg vitji í Føroyum og mær dámar hetta landið og fólkið her búleikast. Tí haldi eg eisini, at tað er spell, at man alla tíðina skal tosa um pengar. Heldur eiga vit at menna samstarvið á øllum hugs- andi økjum við at dúva uppá onnur virði. Tá tað snýr seg um økt sjálvsstýri og fullveldi er Hans Engell samdur við flest allar danskar politikk- arar: at tað í síðsta enda eru føroyingar sjálvir, sum skulu gera av, um man vil hava fult sjálvstýri ella ikki. Ta avgerðina mugu danir virða. Men hann heldur tað er gott, at man er komin burt- ur frá at síggja Føroyar og Danmark sum tveir mót- stríðandi partar. – Nú skulu vit heldur ikki gera Anders Fogh betri enn hann er, tí tað liggja sjálvandi eisini taktiskar metingar aftanfyri avgerð hansara. Hann hev- ur so lagt út við, at stjórnin vil tosa við føroyingar um rætt og slætt alt. Hereftir liggur bólturin í Føroyum. Nú eru tað brádliga føroy- ingar sjálvir, sum mugu finna fram til, hvat man ynskir í víðari samráðing- unum. Harvið hevur hann flutt orðaskiftið frá eini konfrontatión millum Dan- mark og Føroyar til at verða eitt innanhýsis føroyskt mál um, hvussu føroyingar vilja koma víðari í samráðing- unum. Hetta hevur verið ein skilagóð avgerð metir kendi danski fjølmiðlamað- urin. Og hóast yvirlýsing- in, sum Fogh og løgmaður hava undirskrivað, ikki er nakað umfatandi politiskt skjal, so hevur tað kortini ein symbolskan týdning. Hartil hevur tað so eisini tað við sær, at stjórnin nú vil broyta Heimastýrislóg- ina á teimum økjum, sum ikki eru fevnd av kapitul A. Hóast henda vælvilja heldur Hans Engell kortini, at talan kann blíva um eina drúgva tilgongd, m.a. tí tað hevur víst seg, at tað eru øki, sum skuldu verða yvir- tikin men sum bíða orsakað av politiskum, praktiskum og fíggjarligum orsøkum. Tí veit eingin, hvussu skjót henda tilgongdin fer at verða. Tað vil m.a. vera tann avgerðin, sum veljarin skal taka støðu til við kom- andi val. Nyrup fullan stuðul Sum fyrrverandi profess- ionellur politikari og nú eygleiðari og viðmerkjari hevur Hans Engell fylgt allari gongdini í samráð- ingunum, og hann dylur ikki fyri, at Nyrup hevði eina trupla uppgáva, tá hann var forsætisráðharri. – Eg haldi tað er týdningar- mikið at gera sær greitt, at Nyrup hesi seinastu árini hevur fingið fullan stuðul til sín Føroyapolitikk frá einum samdum fólkatingi. Tvs. at hansara samráðing- arlinja varð eisini stuðlað av bæði Vinstra og teimum Konservativu. Tí kann t.d. Fogh ikki í dag siga, at tað var Nyrup, sum rak skeivan politikk. Hann tók fult undir við honum sum and- støðuleiðari á fólkatingi. Hans Engell heldur sjálv- ur, at trupulleikin hjá Nyrup var, at hann ikki nóg væl skilti føroysku »kemi- ina«. – Nyrup er gamal oddamaður í LO, og sam- ráðingarháttur hansara sum forsætisráðharri var grund- leggjandi tann sami, sum hann brúkti í síni tíð í LO. Hann hevur brúkt ein sam- ráðingarhátt og eitt tónalag, sum danir, ið kenna føroy- ingar, vita, ikki er tað rætta. Tað kann væl vera, at tað hevur ljóðað gott í donsk- um oyrum, at her var ein forsætisráðharri, sum segði tingini beint út og sum segði føroyingum, at nú máttu teir varta upp við pengum. Men hann hevur tó ikki fingið viðhald í tí tóna hann hevur brúkt mót- vegis føroyingum. Hans Engell leggur tó Sjálvstøðug tjóð í Ríkisfelagsskapinum Hans Engell, fyrrverandi ráðharri og formaður í konservativa flokkinum í Danmark dámar væl útspælið frá Anders Fogh Mynd Jens K Vang Hans Engell, kendur danskur fjølmiðlamaður hevur júst verið í Føroyum og gjørt samrøðu við løgmann til DR2. Her eru teir báðir undir upptøkunum í Havn mikudagin Mynd Jens K Vang aftrat, at um so var, at javn- aðarstjórnin hjá Nyrup hevði hildið fram, tá hevði úrslitið av samráðingunum við føroyingar ikki verið nógv øðrvísi enn tað, sum Fogh nú hevur lagt upp til. Hjálandatíðin farin Hans Engell var ráðharri í Schluter-stjórnini í átta ár í árunum frá 1982 til 93. Hann var verjumálaráðharri frá 82 til 87 og løgreglu- málaráðharri frá 89 til 93. Nógv var tá í tíðini tosað og gitt um, at Hans Engell fór at verða eitt av boðunum uppá forsætisráðharra eftir Poul Schluter. Tað hendi so ikki. Vit spurdu tó Hans Engell, um lagnan vildi tað so, at hann gjørdist danskur forsætisráðharri, um før- oyapolitikkurin hjá stjórn- ini hevði verið ein annar? – Líkamikið hvør stjórn ella flokkur hevði sitið við valdinum ella hvør persón- ur hevði sitið í stjórnini, so hevði politikkurin verið júst tann sami sum tann, ið er rikin øll hesi seinastu árini. Hjálandatíðini endaði fyri 100 árum síðani, og vit liva í eini verð, har virðing- in fyri sjálvsavgerðarrætt- inum hjá øllum fólkum er grundarlagið undir teimum vesturlendsku demokrati- unum. Tí hevði tað verið heilt óhugsandi, at eitt land sum Danmark, sum vil vera framherji, tá tað snýr seg um at stríðast fyri manna- rættindum, frælsi og sjálv- stýri kring heimin, um Danmark skuldi borið seg at sum eitt hjálandaveldi mótvegis bróðurfólkinum fyri norðan. Tí vil tað – utt- an mun til hvør donsk stjórn situr – altíð vera Før- oya fólk, sum til eina og hvørja tíð ger av, hvussu gongdin skal vera. Bæði um man velur at varðveita ríkisfelagsskapin við felags gjaldoyra, drotning og utt- anríkispolitikki, ella um man velur, at Føroyar ger- ast heilt sjálvstøðugar eins og Ísland. Stuðla føroyingum Hans Engell sær tað eisini sum nakað heilt náttúrligt, at danska stjórnin og fólka- tingið, um føroyingar vilja sjálvstýri, stuðla føroying- um í hesi tilgongdini og ikki royna at draga tingini út ella gera tey torfør. Um tað so skal enda við einum fullveldi ella onkrum øðr- um innan fyri ríkisfelags- skapin kunnu bara føroy- ingar gera av. – Eg haldi, at tann til- gongdin, sum er vald – og har tað fara at ganga eini 10 til 15 ár ella meira við stig- vísum yvirtøkum og har man eftir tað kann gera av, um man tekur fult sjálvstýri ella ikki – er ein bæði pragmatiskur og skilagóður háttur, sum so eisini gevur føroyingum nakrar royndir á vegnum. – Men tað eru eisini teir føroyingar og politikarar, sum halda, at Danmark nettupp hevur borið seg at sum eitt hjálandaveldi í tilgongdini! – Tí eri eg ikki samdur við. Tað hava verið nøkur krøv og nøkur mótkrøv. Um tað her verður hugsað um, at danir hava víst harra- fólkamentalitet mótvegis føroyingum, so haldi eg ikki tað er rætt. – Men tað eru tey, sum halda, at danir fyri ein- hvønn prís framhaldandi vilja sleppa at eiga Føroyar og Grønland, nú tað vildi minkað munandi um danska ríkið, um hesi part- arnir fóru úr tí. – Tað er heldur ikki rætt. Tað nýtist ikki at vera nøk- ur dygd, at eitt land er stórt. Vit hava lond, sum eru minni enn Danmark og sum eru vælvirkandi. At Grøn- land hevur verið so nógv frammi kemst meira av tí trygdarpolitisku støðuni landið hevur, nakað, sum ikki í sama mun kann sigast um Føroyar í dag. Hans Engell heldur sjálv- ur, at Danmark hevur borið seg fair og rættvíst at mót- vegis Føroyum í allari sjálvstýristilgongdini. – Hóast tað í Føroyum eru ymsar meiningar um sjálv- stýristilgongdina, so haldi eg ikki, at danska stjórnin hevur »spekulerað« í hes- um mótsetningunum í Før- oyum. Stórir spurningar eftir – Eru føroyingar fyrireik- aðir og tilreiðar at taka fult sjálvstýri longu í dag, ella er hetta ein útviklingur, sum fer at taka nógv ár? –Búskaparligi útvikling- urin í Føroyum gongur skjótt. Búskapurin er vorð- in nógv saneraður, stórur partur av skuldini er aftur- goldin, og vøkstur er í pri- vata sektorinum. Hartil koma møguligar oljuinn- tøkur. Eisini verður arbeitt við at byggja upp eina mið- fyrisiting, soleiðis at føroy- ingar megna at klára fleiri uppgávur sjálvir. So pros- essin er í gongd, men tað eru framvegis nógvir stórir spurningar at taka støðu til, áðrenn man tekur fult sjálv- stýri. Hans Engell heldur eis- ini, at uttan mun til um Før- oyar taka fult sjálvstýri ella ikki, so verður tað fram- haldandi tørvur á tøttum samstarvi við Danmark, eitt nú á útbúgvingarøkinum. At tað búgva so nógvir før- oyingar í Danmark og danir í Føroyum vísir eisini, hvussu tøtt bond eru mill- um londini. At kunna varð- veita og styrkja hesi bond er eisini eitt týðandi elem- ent í gongdini. Stórt trýst Hans Engell heldur, at komandi árini fara at leggja eitt sera stórt trýst á før- oyska samfelagið. Man skal handfara samráðingarnar við Danmark og man skal til at fyrireika seg til eitt møguligt sjálvstýri, og verða stórar nøgdir av olju funnar verður eisini neyð- ugt við drúgvum og torfør- um samráðingum við stóru oljufeløgini um ta tilgongd- ina. Hvussu ætlar man sær at umsita møguligan kom- andi oljugrunn osfr. Tvs. at føroyingar fara at hava brúk fyri at venja seg í nógv ár til at gerast sjálvstøðugir. Hans Engell heldur eis- ini, at ein stór oljuvinna fer at fáa víttfevnandi avleið- ingar fyri føroyska samfel- agið. Hann heldur tað vera rættiliga utopiskt – veru- leikafjart – um føroyskir politikarar trúgva, at henda nýggja vinnan ikki fer at ávirka gerandisdagin mun- andi. Tað fer hon á nógvum økjum. Prísurin á sethús- um, arbeiðsmarknaðurin, yvirupphiting á fleiri økj- um osfr.og viðurskifti í kjalarvørrinum á oljuni, sum fara at merkja sam- felagið. Við ella uttan olju Spurdur um olja er avger- andi fyri at kunna taka sjálvstýri heldur Hans Engell, at tað í dag verður rikin ein búskaparligur pol- itikkur, sum ger tað sann- líkt, at Føroyar einaferð í framtíðini – eisini uttan olju – kunnu standa á egn- um beinum. Men hann dug- ir væl at ímynda sær, at før- oyingar – verða ongar olju- inntøkur – fara at bera ótta fyri búskaparligu gongdini, um tað brádliga koma hóttafall við teimum av- leiðingum hetta hevur á ein einstreingjaðan búskap. Men kunnu tað ganga 10 ár ella meira, har man fyri- reikar seg væl til eitt møgu- ligt sjálvstýri, so er tað skilagott, og til ta tíð kann man so gera av, um tað er rætt ella ikki at taka víðari stig. Hans Engell skilur ann- ars væl teir føroyingar, sum ynskja, at Føroyar gerast sjálvstýrandi. Hann ivast heldur onga løtu í, at føroy- ingar eru eitt fólk og Føroy- ar eitt land. – Men vit eru tað á ein hátt, har vit hava so nógv í felag leggur hann aftrat. Sjálvur er Hans Engell av tí fatan, at tað eigur at bera til hjá Føroyum at verða ein sjálvstøðug tjóð og kortini vera partur av Ríkisfelag- skapinum. – Tað merkir, at vit hava felags kongshús, valuta osfr. Bæði av bú- skaparligum, søguligum, praktiskum og politiskum orsøkum vil tað vera rætt at varðveita Ríkisfelagsskapin í framtíðini, men tað eru ikki vit danir, sum skulu av- gera tað. Tann avgerðin liggur í Føroyum. Vónar at síggja eitt landsstýri eftir valið, sum fer at fylgja eini pragmatiskari sam- starvskós heldur enn eini konfrontatións- kós LØGTINGSVALIÐ Jan Müller Sum skarpur eygleiðari í politikki heldur Hans En- gell, at nógv bendir á, at løgtingsvalið fer at vera sera javnt millum teir fýra stóru flokkarnar, sum fara at vera nærum eins stórir. Tað gevur nógvar sam- gongumøguleikar. Avger- andi er so, hvørjar sam- gongur eru møguligar. Sjálvur heldur hann tað vera størri samljóð í út- meldingunum frá Fólka- flokkinum, Javnaðarflokk- inum og Sambandsflokkin- um enn tað hevur verið fyrr, verður hugt at gongd- ini í samráðingunum við Danmark. Ósemjan teirra millum sýnist at vera minni. Og tað er sjálvandi eitt sera týðandi politiskt signal. Hinvegin kann man siga, at samarbeiðið millum Fólkaflokkin og Tjóðveld- isflokkin hevur í hvussu er tá talan er um tann búskap- arliga politikkin og onnur viðurskifti í Føroyum verið rættiliga væleydnað. So tað fara helst at vera nógvir samgongumøguleikar. Hans Engell heldur ann- ars tað vera rættiliga áhuga- vert at staðfesta, at Fólka- flokkurin fær minni undir- tøku í veljarakanningunum, men hann hevur torført við at síggja, at tað ber til at fara uttan um hann í eini komandi samgongu. Men í síðsta enda kann so nógv henda. – Vit hava sæð í donskum politikki, at tað var mandatið í Føroyum, sum gjørdi av, hvør stjórnin bleiv. Tí kann tað eisini vera tað seinasta mandatið í t.d. Suðuroynni, sum ger av, hvat landsstýri tit fáa. Og her er so eisini spurning- urin um smærri flokkarnar, sum kunnu broyta alla myndina. Hans Engell sigur, at løg- tingsvalið er eitt val, sum danir fara at fylgja við stór- um áhuga. Valúrslitið fer at geva eitt týðandi boð uppá, hvussu komandi samráð- ingar verða millum Føroyar og Danmark. – Valið til nýtt landsstýri fer at vera eitt týðandi signal til donsku stjórnina um, hvat man frá føroyskari síðu skal rokna við í kom- andi samráðingum um økt sjálvstýri. Verður tað ein konfrontatiónskós ella verður tað ein pragmatisk samarbeiðskós! Hans Engell hevur ongan áhuga í at leggja seg út í eitt føroyskt valstríð, men tá tað snýr seg um viðurskift- ini millum Danmark og Føroyar í framtíðini, vónar hann, at Føroyar fáa eitt landsstýri, sum fer at leggja seg á eina pragmatiska kós við einum góðum tóna. - Sum gamal »Nordistur« haldi eg, at tað verður bæði skomm og spell, um tað ikki ber til at loysa samráð- ingar á ein skilagóðan hátt. SUVERENITETUR OG FÓLKAATKVØÐA Jan Müller Nógv hevur verið tosað um eina komandi fólkaat- kvøðu, har føroyingar skulu siga ja ella nei til at gerast sjálvstøðug tjóð. Í hesum sambandi eru flokkar ymiskir á máli um, antin slík fólkaatkvøða skal av- gerast við vanligum ella kvalifiseraðum (t.d. 75%) meiriluta. Víst hevur verið á, at av tí, at avgerðin um at fara úr ríkinum er ein so stór og kollveltandi broyt- ing, so eigur kvalifiseraður meiriluti at vera, um slík broyting skal gerast. Hvat heldur fyrrv. danski løg- málaráðharrin Hans Engell um tað! Hans Engell leggur áherðslu á, at eisini hetta er nakað, sum bara føroyingar sjálvur kunnu gera av. – Tá Danmark fór uppí ES í 73 og hevði fólkaatkvøðu árið fyri var tað eisini ein av- gerð, sum hevði víttfevn- andi avleiðingar og sum eisini gjørdi, at Danmark mátti sleppa nakað av sín- um suvereniteti. Tann fólkaatkvøðan varð avgjørd við vanligum meiriluta. Um tað ber til at sammeta hetta við eina føroyska full- veldistøku dugi eg ikki at siga. Men sjálvur haldi eg ikki, at ein slík avgerð skuldi kravt kvalifiseraðan meiriluta. Engell: Áhugavert signal frá A,B og C Vanligur meiriluti við fólkaatkvøðu C M Y K 7 6