fríggjadagur 18. januar 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 12 - 18. januar 2002
Nr. 12 - 18. januar 2002
9
Carl August Arge,
rúsdrekka- og nar-
kotika ráðgevi,
eisini kendur sum
ein av stigtakarun-
um til náttarravn-
arnar, fegnast um,
at løgreglan endi-
liga hevur hand-
tikið fólk í sam-
bandi við rúsevnis-
sølu í Føroyum
NARKOTIKA
Ingrid Bjarnastein
– Eg havi ikki hoyrt tíð-
indini, men hetta varð eg
ótrúliga glaður fyri at
hoyra, sigur ein ógvu-
liga fegin Carl August
Arge í telefonini, tá
Sosialurin bað um eina
viðmerking til hand-
tøkurnar hjá løgregluni.
– Hetta hevur jú verð
væntað leingi og fólk
hava longst eftir, at hetta
fór at henda. Vit hava jú
vitað, at tað hevur verið
skipað søla í Føroyum
leingi, og løgreglan hev-
ur allatíðina sagt, at teir
arbeiða við málinum. Eg
kann ikki gera annað
enn at geva mítt stóra
tillukku til løgregluna.
Carl August Arge sig-
ur, at nú er bert at vóna
at fólkini fáa sína revs-
ing. Bakmenninir eru
snild, og teir kenna
smogurnar, og hava ferð
eftir ferð megnað at
snúgva sær undan. Hann
vónar, at løgreglan hev-
ur nóg nógv prógv til at
fella teir.
Men...
... hetta er bert ein
trupulleiki.
Sambært
Carl Augusti er drekking
hjá ungum undir 18
minst ein eins stórur
trupulleiki, sum tað, at
ung nýta rúsevnir.
– Tað vísir seg, at alt
ov nógv ung drekka ov
nógv og ov tíðliga. Hetta
er ein trupulleiki, ið
verður tikin í ov lítlum,
álvara. Lógin sigur jú, at
tú hevur ikki loyvi at
keypa fyrr enn tú ert
fyltur 18 og tú hevur
heldur ikki loyvi at
keypa til nakran, ið er
yngri enn 18. Hetta
eigur at verða sætt, sum
eitt lógarbrot, tá ung
undir 18 rúsa seg, metir
Carl August.
Rúsdrekka- og narkot-
ika ráðgevin heldur, at
tað er beinleiðis sam-
band millum drekking,
rúsevnisnýtslu og royk-
ing. Tað eru tey somu
fólkini, sum drekka,
roykja og nýta rúsevnir.
Um tú byrjar at roykja,
er størri vandi fyri at tú
fer at roykja, og um tú
longu drekkur og roykir
er vandin so aftur størri
fyri, at tú fert yvir til tey
sterkaru rúsevnini.
– Meira eigur at vera
gjørt fyri at fáa betri
skipað rúsfrí umhvørvi.
Farið skal verða út á
skúlar og broyta hug-
burðin hjá teimum ungu.
Eisini skal teirra førleiki
til at siga nei styrkjast.
Nógv hevur verið gjørt,
men nógv meira kann
enn gerast.
Men Carl August var
tó framvegis fegin um,
at tað eydnaðist løgregl-
uni um at fáa tikið bak-
menninar til rúsevnis-
søluna. Hetta er nakað,
sum hann vónar, kann
steðga rúsevnisnýtsluni
her á landi.
– Stórt tillukku
til løgregluna!
Carl August Arge,
rúsevnis- og narkotika-
ráðgevi, fegnast um
handtøkurnar hjá
løgregluni
Løgreglan í Føroyum
framdi í gjár tað
størsta átakið móti
narkotikasmugling
nakrantíð. Níggju
menn vórðu hand-
tiknir í Føroyum, og
ein varð tikin í Dan-
mark. Løgreglan
metir seg hava fingið
fatur í teimum týdn-
ingarmiklastu bak-
monnunum, ið
standa fyri innflutn-
ingi av ólógligum
rúsandi evnum til
landið
NARKOTIKA
Stefan í Skorini
Løgreglan í Føroyum held-
ur seg hava fingið hendur á
teimum monnum, ið standa
fyri størsta partinum av
innflutninginum av rúsandi
evnum til Føroyar.
– Vit hava sterkan ill-
gruna um, at teir handtiknu
standa fyri størsta partinum
av innflutninginum av rús-
andi evnum til Føroyar,
sigur Bergleif Brimvík,
leiðari á kriminaldeildini.
Á middegi í gjár framdi
løgreglan í Føroyum tað
størsta átakið móti nar-
kotikasmugling nakrantíð.
Einir 40 løgreglumenn
vóru við í átakinum.
Løgreglan gjørdi níggju
húsarannsóknir í bústøð-
unum hjá teimum níggju
monnunum, ið eru millum
25 og 43 ára gamlir. Átta av
monnunum eru búsitandi í
Havn, meðan ein varð tikin
í Klaksvík.
Allar
rannsóknirnar
vórðu framdar samstundis.
Løgreglan
hevur
framt
átakið í samstarvi við
narkodeildina hjá løgregl-
uni í Keypmannahavn, har
ein maður varð tikin. Hann
er varðhaldsfongslaður í
trettan dagar fyribils. Óvist
er, hvussu leingi hinir verða
varðhaldsfongslaðir.
Undir húsarannsóknun-
um eru húsini hjá teimum
skuldsettu
heilt
einfalt
endavend, og løgreglan
hevur leitað eftir próvtil-
fari. Løgreglan sigur, at
undir rannsóknunum hava
teir funnið ting, sum kunnu
hjálpa teimum í víðari
kanningum. Eisini varð
leitað á ávísum arbeiðs-
plássum, har menninir ar-
beiða til dagligt.
Níggju menn frá donsku
løgregluni, sum dagliga
arbeiða á rannsóknarlið-
num, vóru við í húsarann-
sóknunum. Løgreglan í
Havn hevði ikki nóg mikið
av fólki og mátti tí fáa hjálp
úr Danmark.
Fimm av monnunum
vóru til grundlógaravhoyr-
ing í Føroyar Rætti fyrra-
partin hósdagin. Teir eru í
aldrinum 27 til 35 ára
gamlir. Hinir fýra, sum eru
í aldrinum 25 til 43 ár,
verða leyslatnir fyri fyrst,
men teir eru skuldsettir og
kunnu vænta at verða
ákærdir seinni.
Grundlógaravhoyringin
fór fram fyri afturlatnum
hurðum, og tí ber ikki til at
fáa so nógv at vita um
úrslitið av avhoyringini
enn.
Høvuðsmenn
Løgreglan hevur í longri tíð
arbeitt við at fanga høvuðs-
menninar aftanfyri smugl-
ingina í Føroyum. Nógv tíð
og orka er sett av til hetta
arbeiðið, og nú sæst úr-
slitið.
Løgreglan heldur seg
hava tikið teir stóru bak-
menninar, ið skipa fyri
smuglingini og søluni av
sterkum rúsandi evnum í
Føroyum. Talan er um
hassj, kokain, amfetamin
og nú eisini ekstasy.
Løgreglan dylur ikki fyri,
at ein av bakmonnunum
hevur hon havt eyguni eftir
í fleiri ár. Hetta er ein dani,
sum er miðskeiðis í 30-
unum. Hann er tikin nakrar
ferðir fyrr, men ongantíð
fyri nakað stórvegis brot á
lógina.
Nú
hevur
løgreglan
savnað prógv í longri tíð og
vónar, at maðurin kann
dømast fyri tað umfatandi
virksemið av sølu og
smugling av narkotika.
Hesin danin varð í 1999
tikin á flogvøllinum, tá
hann royndi at stinga hassj í
ferðagóðsi hjá Atla Hansen,
fyrrverandi tingmanni.
Menninir eru skuldsettir
fyri at hava skipað fyri
smugling og sølu av stórum
nøgdum av rúsandi evnum
ígjøgnum longri tíð.
Bergleif Brimvík sigur,
at løgreglan hevur gjørt
umfatandi
kanningar
í
Føroyum, har hon hevur
sett fólk burturav at taka
sær av hesum málinum.
Seinastu tíðina er størri
orka og fleiri fólk sett av til
kanningararbeiðið.
Størsta narkoátak í Føroya søgu:
Níggju menn tiknir
Hesin maðurin varð mikudagin á middegi handtikin í Havn. Løgreglan heldur seg hava fingið hendur á bakmonnunum, sum
skipa fyri smugling og sølu av rúsevnum í Føroyum
Mynd: Jens Kr. Vang
Eftir at flakavirkið í
Hvalba hevur ligið
stilt síðan 1. setember
er nú líkt til, at
virksemi aftur verður
á virkinum. Maru
Seafood, sum Jóhan
Páll og Jóhan David
Joensen eiga í felag,
hevur saman við
einum samtaki av
hvalbingum keypt
flakavirkið. Keyps-
prísurin verður ikki
upplýstur
FLAKAVIRKI
Stefan í Skorini
Tað eru arbeiðsmanna-
felagið, arbeiðskvinnufe-
lagið og nakrir av djúp-
vatnstrolarunum í Hvalba,
ið saman við Maru Seafood
í Klaksvík hava keypt virk-
ið frá Føroya Sparikassa og
Nykredit.
Virkið hevur ligið stilt
síðan 1. september, tá
Heilsufrøðiliga Starvsstov-
an kravdi, at virkið lat aftur.
Orsøkin var, at tað ikki leyk
tey heilsufrøðiligu krøvini,
sum sett verða einum virki.
Heilsufrøðiliga Starvs-
stovan hevði givið eigarun-
um fleiri ávaringar, og tá
einki varð gjørt við at betra
um
viðurskiftini,
varð
virkið latið aftur.
Leingi á veg
Tað hevur leingi ljóðað, at
felagið í Klaksvík, Maru
Seafood, arbeiddi við at
keypa virkið.
– Vit hava arbeitt við hesi
ætlanini síðan september
mánað, men einki spurdist
burturúr fyrr enn nú, sigur
Jóhan Páll Joensen, ið ikki
vil upplýsa keypsprísin nú.
Hann sigur, at virkið
verður rikið eftir sama leisti
sum áður. Tá arbeiddi
virkið við djúpvatnsfiska-
sløgum so sum kongafiski,
svartkalva og upsa. Tað
verða djúpvatnstrolararnir
úr Hvalba, ið fara at veita
virkinum rávøru.
Jóhan Páll veit ikki, nær
virkið letur upp. Hann
væntar tó, at nakrir mánaðir
ganga, áðrenn framleiðslan
kann byrja aftur.
Krøvini hjá Heilsufrøði-
ligu Starvsstovuni skulu
lúkast. Hetta krevur um-
væling av sjálvum bygn-
inginum og umlegging av
arbeiðsgongdini. Tá hetta
er fingið í rættlag, verður
latið upp.
Virkið plagdi at hava eini
50 arbeiðsfólk, og nýggju
eigararnir vænta, at talið
verður á leið tað sama.
– Vit halda heilt avgjørt,
at hetta virkið hevur møgu-
leika at standa seg væl, og
tað er orsøkin til, at vit gera
hesa íløgu, sigur Jóhan Páll
Joensen.
Fýra virkir
Hetta er fjórða virki, ið
Maru Seafood eigur lut í.
Felagið varð stovnað í
1998, tá Jóhan Páll og Jó-
han David, ið eru systkina-
børn, tóku seg úr Kósini í
Klaksvík.
Síðani hava teir stovnað
virkið Sammut í Klaksvík,
ið virkar saltfisk. Maru
Seafood eigur eisini part í
Norðís á Eiði, ið fæst við
frysting og royking, og
Vestís í Sørvági, ið virkar
saltfisk.
Nú hava teir báðir eisini
keypt seg inn í virkið í
Hvalba.
Jóhan Páll upplýsir, at
Maru Seafood eigur tveir
triðingar í øllum hesum
virkjunum. Tó verður held-
ur øðrvísi í virkinum í
Hvalba, har partarnir fara at
eiga hvør sín helming.
Hann væntar, at tvey fe-
løg verða knýtt at virkin-
um. Felagið hjá hvalbing-
um fer at eiga sjálvan bygn-
ingin, meðan Maru Sea-
food fer at standa fyri
rakstrinum.
Aftur til arbeiðis:
Flakavirkið í Hvalba
letur uppaftur
Jóhan Páll Joensen hevur tikið stig til keypið av flakavirkinum. Enn er sáttmáli ikki
undirskrivaður, men partarnir hava gjørt eina semju um keypið
Nú letur virkið í Hvalba uppaftur, eftir at tað hevur ligið stilt síðan 1. september. Hvalbingar
hava saman við Maru Seafood í Klaksvík keypt virki frá Sparikassanum og Nykredit
Ein 29 ára gamal
maður hevur játtað
seg sekan í rús-
evnissmugling og
víðarisølu. Tveir
aðrir menn sigast
at vera aftanfyri
smuglingina
SMUGLING
Heri á Rógvi
Ein 29 ára gamal maður
játtaði seg hósmorgunin
sekan í at hava smugla
rúsevni til Føroya. Í
grundlógaravhoyringini
játtaði
maðurin
seg
sekan. Í ákæruritinum
vóru tveir aðrir menn
eisni nevndir, sum partar
av smuglingini og søl-
uni.
Málið var fyri aft-
urlatnum hurðum, men
tað var møguligt at
hoyra ákæruritið lisið
upp. Tað var ákærin,
Dorte Møller Andersen,
sum ynskti hetta, og tað
verjan eisini samdur við.
Tann ákærdi varð hand-
tikin av løgregluni beint
eftir miðdag mikudagin.
Sambært galdandi regl-
um, so skal tann hand-
tikni fyri ein dómara
innan eitt samdøgur.
Í ákæruritinum varð
sagt, at maðurin hevði
verið til at smugla inn
ikki “ubetydeligt” mong
av rúsevni. Bæði hash
og kokain vórðu nevnd í
ákæruni, sum maðurin
altso játtaði seg sekan í.
Tá blaðið fór til prent-
ingar, var ikki greitt, um
maðurin
skuldi
var-
haldsfongslast.
Einki um hinar
Í hinum rættarhølinum í
Christian Pløyens gøtu
vóru tríggir menn til
grundlógarforhoyr, áðr-
enn miðdag. Tveir av
teimum skuldu bert fyri
ein dómara, og har varð
einki ákærurit lisið.
Tann triði var til
grundlógarforhoyr, men
hetta fyri afturlatnan
hurðum, og tað eydn-
aðist ikki at fáa nakað at
vita, hvørt hann játtaði
seg sekan ella ikki. Ei
heldur varð aldurin á
viðkomandi nevndur.
29 ára gamal maður:
Játtaði seg
sekan
HERVERK
Stefan í Skorini
Mikukvøldið handtók
løgreglan í Havn tríggjar
norðmenn, ið vóru farn-
ir at gera um seg í havn-
argøtum.
Teir tríggir menninir
eru millum 22 og 28 ára
gamlir. Teir fiska allir
við norska línubátinum
Øyliner, sum í vikuni
varð tikin fyri at hava ov
nógva hjáveiðu umborð.
Meðan báturin liggur
við bryggju í Havn hev-
ur manningin verið í
býnum og fingið ov
nógv av rúsdrekka nið-
urum.
Hetta førdi til, at teir
fóru at gera herverk í
miðbýnum. Løgreglan
fekk
boðini
umleið
klokkan hálvum tíggju.
Tá gjørdu teir tríggir
menninir seg inn á bilar,
sum koyrdu í gongu-
gøtuni. Teir hava eisini
gjørt seg inn á blómu-
handilin, ið liggur á Áar-
vegnum yvirav Hotel
Hafnia.
Løgreglan
hevur
menninar í varðhaldin-
um, meðan bíðað verður
eftir, at fólk koma við
endurgjaldskravi
fyri
skaðarnar, sum teir hava
gjørt á ognir hjá fólki.
Tríggir norð-
menn tiknir
C
M
Y
K
9
8