mikudagur 2. juni 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89
20
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Árnafjørður,
hósdagur 25. oktober 1973:
Ein vanligur dagur í barna heim
inum hjá Atla. Flettingin stóð
fyri, og nú skuldi kjøtið fáast til
høldar, sumt í hjallin og sumt gjøg
num kjøtmiksaran. Øll eru við í
arbeiðinum.
Í køkinum í bóndahúsinum
surrar ljóðið frá Ballerupmiks ar
anum. Ljóðið vakti uttan iva for
vitnið hjá Atla, sum henda dagin
vantaði bert fimm dagar í at gerast
2 ár.
Tá hendi tað sum ikki skuldi
henda: Tann lítli Atli stakk høgru
hond sína niður í miksaran. Og har
stóð so hondin – so rimmar rimmar
føst.
– Eg minnist ikki hendingina,
men mær er fortalt, at øll gjørdust
sera kløkk og illa við av hesum. Tað
var ikki sørt av panikki í køkinum
hesa løtuna, greiðir Atli álvarsamur
frá.
Her var einki at bíða við. Í einum
bili úr Árnafirði var Atli við skundi
koyrdur á sjúkrahúsið í Klaksvík
– framvegis við hondini rimmar
fastari í miksaranum.
Útgerðin á sjúkrahúsinum var
ikki tann sama tá sum í dag, og ta
einu løtuna stóðu starvsfólkini eitt
sindur ráðaleys. Hvørji ráð vóru til
at taka eina slíka ógvusliga løtu?
Tey gjørdu ikki mætari, enn at
senda boð eftir einum blikksmiði
í Klaksvík at fáa hansara meining
um álvarsama trupulleikan.
– Hetta var sum vera man ein
sera trupul støða. Og eg havi hoyrt,
at hann ikki var serliga glaður fyri
uppgávuna. Hesin smiðurin segði,
at hetta var tað ringasta sum hann
nakrantíð hevði verið úti fyri.
– Ja, hugsa tær til, at ein blikk
smiður skuldi fáa eina slíka upp
gávu. Men har var veruliga einki at
gera. Tey máttu bara kubba hond
ina av, sigur Atli, sum einki minnist
til hendingina ella tíðina beint
aftaná.
Hann varð beinanvegin sendur
niður á Ríkissjúkrahúsið í eitt hálvt
ár, og tá hann kom heimaftur, tosaði
hann danskt.
– Enn tann dag í dag, tá eg t.d.
skal skriva orðið »hvat«, so kemur
tað ofta fyri at eg skrivi »hvad«
ístaðin, sigur hann við einum
brosi.
Klaksvík,
hósdagur 27. mai 2010:
Atli er júst komin til arbeiðis. Hann
hevur sagt farvæl við sonin sum
er farin í skúlan við Ósánna; við
konuna sum er farin til arbeiðis
í Barnahúsinum Margit, og hann
hevur júst koyrt báðar genturnar í
barnagarð í Mylnuhúsinum.
Nakað frammanundan er hann
farin frá teirra nýggja heimi í
Árnafirði. Hann koyrir við egn
um bili framvið havnalagnum í
heimbygdini, har partur av virk
semi hansara stendur: Væl út gjørda
neystið hjá Árnafjarðar Kapp
róðrarfelag og hølir og bingjur, har
fyritøka hansara húsast.
Longur frammi í bygdini koyrir
hann framvið barnaheimi sínum,
og áðrenn hann fer úr bygdini,
koyrir hann framvið økinum, har
eitt annað av hjartamálum hans
ara skal standa: Bygdarhúsið hjá
bygdarfelagnum Báran, hvørs lagna
enn liggur hjá Búnarstovuni, eftir at
ætlanin varð steðgað av Landsverki,
tí nýggi tunnilin til Árnafjarðar,
skuldi koma út á grundøkið, har
byggjast skuldi á.
Kósin verður síðani sett ímóti
einum lítlum húsum í Klaksvík,
sum áður vóru nýtt sum bilstøð,
men her Atli hevur arbeiðsstað sín.
Umgirdur av larmi frá maskinum,
sum gera klárt til nýggja bygningin
hjá Keypssamtøkuni, rekur hann í
dag virksemið sítt: Í fyrstu syftu
útleiga av bilum. Í øðrum lagi søla
av røstum fiski, ið hann turkar
sjálvur á góðkendum staði í heim
bygd síni.
Hann situr nú frammanvert
telduna og tosar í telefon. Onkur
hevur ein spurning at seta honum
í samband við arbeiðið hansara
sum býráðslimur og formaður í
havnanevndini í Klaksvík. Á borð
inum liggja ymisk brøv, ið skulu les
ast og avgreiðast í dag.
Arbeiðsdagurin
hjá
einum
virk num manni er í øllum førum
komin gott í gongd. At Atli ber eitt
likamligt brek, skal ein næstan vita
fyri at síggja.
– Eg eri komin yvir tað, og eg
merki so einki til nakað, – heldur
ikki nú ið tit bóðu meg stinga hond
ina niður aftur í miksaran, sum eg
faktist eigi enn. Eg eri í øllum førum
komin víðari í lívi mínum, sigur Atli
avgjørdur.
Skjútti við einari hond
Hóast hetta álvarsama brek sítt,
hevur Atli havt ein heilt vanligan
uppvøkstur og barnaár í heimbygd
síni.
– Vit, børnini spældu alt møguligt
saman, bæði á sjógvi og á landi, og
við mær mitt í rokanum. Eg minnist
so einki til, at nakar hevur happað
meg, tí at eg hevði bara eina hond.
– Tað hjálpti eisini væl til – og
tað vil eg eisini takkað hjartaliga
foreldrum mínum fyri – at tey, og
onnur í nánd av mær, altíð lótu
meg sleppa til tað ymiska, sum
javnaldrar mínir tókust við, vísir
Atli á.
Í hansara umhvørvi var nógvur
seyður, og her slapp hann somuleiðis
at royna seg við flettingini, heilt
síðani hann var eini 89 ára gamal.
Støddin á seyðunum hava eisini
verið heilt upp ímóti teimum 80
pundunum.
Hóast eina hond, so liggur væl
fyri hjá Atla at skjóta. Hann hevur
gingið nógv saman við pápa sínum
og vinmonnum eftir harum, og tað
hevur hilnast væl at fingið góðan
fong.
– Ta einu ferðina, tá eg var einsa
mallur eftir harum, fekk eg 15. Og
tá hevði eg eina byrsu við bert ein
um skoti við mær, sigur hann bros
andi.
Inni á skrivstovuni hjá Atla
stendur eitt stórt steyp, sum hann
sjálvur hevur fingið í varðveitslu
til næstu skjótikapping. Í Árnafirði
hevur nevniliga verið skipað fyri
skjótikapping við luftbyrsu á sand
inum í nógv ár, og her hevur Atli
– so ótrúligt tað enn kann ljóða –
verið millum tey fremstu, og hevur
haraftrat vunnið fleiri kappingar.
– OK, so kann eg kanska reypa
eitt sindur aftrat: Sum smádreingir
gingu vit ofta niðri á sandinum
og fjøruni, og lógu framvið eftir
skarvum.
– Eg minnist serliga tann eina
dagin, tá ein skarvur stóð á einum
skeri, og eg tók luftbyrsuna fram,
sum bara hevði eitt skot í. Eg siktaði
og skjeyt, og skarvurin lá eftir á, tí
eg rakti hann í høgra eyga, hóast
byrsan ikki hevði kikarasikti.
– Nei, tað er so púra vist, at eg
havi einki mist, sigur Atli.
Rósa skúlanum
Eins og javnaldrar hansara fór Atli í
vanligan bygdarskúla í Árnafirði.
– Foreldur míni halda, at eg var
høgrahandaður, men tað vita vit so
einki fast um.
– Men eg havi lært meg at skriva
við vinstru hond. Tað er held ur
eingin trupulleiki í dag.
Árnafjørður – Hóast mítt likamliga brek, hevur ongin nakrantíð happað meg, sigur 38 ára gamli
árnfirðingurin, Atli S. Justinussen. Fyri 37 árum síðani misti hann høgru hond sína. Nú sigur hann á fyrsta sinni
frá, hvussu hetta hevur merkt hansara lív. - Eg havi í øllum førum havt eitt gott lív. Eg skal so ikki klaga, - tí
velur tú at síggja lívið við positivum brillum, so fært tú eisini ein góðan og positivan gerandisdag, sigur hann.
Avbjóðing – ikki forðing
Tað er sjálvandi eisini vansar við bert at hava vinstru
hond at líta á. Men, sum Atli endurtekur ferð eftir
ferð: – Í mínari verð finst orðið »forðing« ikki. Hjá
mær er alt avbjóðingar, og eg vil ikki síggja nakað
negativt í tí sum eg havi, bara positivt.
– Eg misti gott nokk mína høgru hond. Tað hendi bara,
men heilt erliga, hugsi eg ongantíð um, hvat hevði
hent, um eg altso ikki misti hondina og hevði tvær
hendur í dag, sigur Atli, sum hevur meiri enn nokk
at gera í tí dagliga. – Tað er næstan so, at dagarnir
strekkja ikki til.
Umframt býráðssessin situr hann í fýra nevndum
í Klaksvíkar Kommunu, er formaður í Havna
& Vinnunevndini, formaður í Ferðslunevndini,
næstformaður í Sosialunevnd, í Mentanarnevndini,
umframt í stýrinum fyri Atlantis, formaður í
bygdarfelagnum Báran í Árnafirði, formaður í
Árnafjarðar Róðrarfelag, og júst afturvaldur í
Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð, sum skipar fyri
norðoyastevnuni.
– Lívið hevur lært meg, at tað nyttar einki at hugsa
um tað farna, tí eg má fyrihalda meg til tað, sum eg
havi. Hetta er sum at koyra í Árnafjarðartunlinum:
Um tú bara hyggur í bakspeglið, so rennur tú í veggin.
Men hyggur tú frameftir, so nært tú á mál, sigur Atli.
Eitt annað, sum Atli hevur lagt merki til hjá fólki við
breki er, at tey hava stóra lívsgleði og lívsmót. Hann
plagdi at siga við starvsfelagar sínar á flakavirkinum,
at tað er lætt at skera seg av eini rammu, pakningi
ella einum knívi.
– Men tá segði eg onkutíð við tey, at sárið hjá
teimum, tað fór at grógva aftur. Men høgra hondin hjá
mær, hon kemur ongatíð aftur, sigur Atli Justinussen.
Hetta er sum at koyra í
Árnafjarðartunlinum: Um tú
bara hyggur í bakspeglið, so
rennur tú í veggin. Men hyggur
tú frameftir, so nært tú á mál
– eg havi eink