Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89 22 Sosialurin Oyggjablaðið Eftir loknan barnaskúla í Árna­ firði fór hann í fram halds deildina í skúlanum við Ósánna í Klaksvík. Hetta gekk eisini upp á stás. – Ja, eg má bara rósa skúlanum, tí tey dugdu ótrúliga væl at taka ímóti einum drongi við breki. Eg veit sjálvandi ikki, um tey høvdu fyrireikað næmingar og lærarar uppá hetta, men eg merkti so ongatíð til nakra happing. – Hinvegin havi eg sæð at nógv onnur børn vórðu happað. Og tað harmar meg í øllum førum, at onnur vera viðfarin soleiðis, slær hann fast. Frystari við einari hond Aftaná at framhaldsdeildin var loki n, ætlaði Atli sær at taka FHS­út búgv­ ingina hjá Handilsskúlanum. Hetta fyrsta árið slapp hann tó ikki inn. – Eg fekk tó at vita, at av tí at eg hevði eitt likamligt brek, kundi eg farið gjøgnum aðrar kanalir fyri at sleppa inn. Men tað gjørdi eg ikki, ella rættari sagt: Tað vildi eg ikki gera. – Eg hugsaði sum so, at kundi eg ikki sleppa inn á skúlan á sama rættvísa hátt sum øll hini, so skuldi eg ikki inn á Handilsskúlan. Kortini frøir tað meg, at fólk við breki hava henda møguleikan, sigur Atli, sum ongan hug hevði at sita fyri einki. Eftir at hava ansað eftir seyði tað næsta árið, fekk hann í august mánaði 1989 arbeiðsboð úr flaka­ virk inum í Árnafirði. Teimum tørvaði ein sonevndan frystara. Og her var hann tey næstu mongu árini í frystarí’inum. – Hetta var eitt gott arbeiðspláss – heimsins besta, kanska – við góð­ ari leiðslu og fantastiskum arbeiðs­ fólkum. Men eg metti tó ikki, at hetta arbeiðið var tað sum eg skuldi takast við restina av lívinum, hóast eg orkaði tað øgiliga væl, greiðir Atli frá. Gynækolog Arbeiðið í frystarí’inum var rættiliga strævið, tí meginparturin gekk við handamegi. Hann noyddist tí at fáa ein serligan handska seymaðan til høgru hondliðina, tí annars var vandi fyri at hon kundi fáa skaða av kuldanum. – Eg kom so til ta niðurstøðu, at um tað bleiv við uppá henda mátan, so fór eg at slíta vinstra arm óneyðuga nógv. Eg mátti jú eisini hugsa um framtíðina hjá mær, sigur hann. Tíðin var búgvin til at fara heilt aðra leið, og í 1996 byrjaði Atli fyri seg sjálvan við egnari fyritøku, sum fevndi vítt til bæði at fevna um matstovu, sólmiðstøð, tónleikabúð, grillbarrir, bílútleigu, sølu av fiski, automatir og mangt mangt annað. Og í 2004 var hann fyrstu ferð valdur inn í Klaksvíkar kommunu. Tað er helst so sum Atli brosandi tekur til: – Eg havi roynt so nógv í mín um lívi, at tað er næstan bara gynækolog sum eg ikki havi roynt. snorri@sosialurin.fo Eg tók luftbyrsuna fram, sum bara hevði eitt skot í. Eg siktaði og skjeyt, og skarvurin lá eftir á, tí eg rakti hann í høgra eyga, hóast byrsan ikki hevði kikarasikti ÚR AT GERA – Eg havi aldrin sitið í einum kappróðrarbáti, men havi altíð havt stóran áhuga fyri kappróðri, sigur Atli S. Justinussen. Í dag er hann formaður í lokala kappróðrarfelagnum í heimbygdini Árnafirði, umframt at hann er í einum hópi av øðrum nevndum. – Tað er næstan so, at dagarnir strekkja ikki til Eg havi roynt so nógv í mínum lívi, at tað er næstan bara gynækolog sum eg ikki havi roynt