fríggjadagur 4. juni 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. juni 2010 · Nr. 90
vikuskiftisblaðið
Oddagrein
Houston, we have a pro blem.
Heimskenda song kvinn an
Whitney Houston ferðast
í løtuni runt í Europa og
ger sær fyri skommum.
Tann fyri so vakra og væl
syngjandi
amerikanska
song kvinnan er ikki tað, hon
einaferð var. Tað er blivið
staðfest allastaðni, har hon
hevur hildið konsertir kring
Europa. Í gjárkvøldið hevði
Whitney Houston konsert
í Keypmannahavn, og har
vóru eisini føroyingar hjá
staddir.
Donsku bløðini skriva,
at hundraðtals áhoyrarar
rýmdu av konsertini, tí
fram førslan var so
vána lig.
– Eg fekk ilt í
hjarta at síggja
hennara nið
ur túr frammanfyri øllum
sínum fjepparum, segði ein
áhoyr ari við Ekstrablaðið.
Ummælarin hjá BT skriv
ar, at hann hevur ongantíð
áður sæð so nógv fólk rýma
undir einari konsert.
– Vit upplivdu eina tiv
andi, blásandi og forvirraða
songkvinnu.
Hon
royni
framvegis at sannføra seg
sjálv um, at hon er størri
enn lívið, men orsaka meg
– halt kjaft, tað er trist,
skrivar ummælarin. Hann
gevur Whitney Houston
eina av seks stjørnum fyri
fram førsluna.
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
A
llar
ávaringarlampur
á
redak tión ini í Miðlahúsinum
blunkaðu reytt, tá ein jour
nalistur í Miðlahúsinum greiddi
frá, at uttanríkisráðharrin hevði
boð ið viðkomandi á ferð til Wash
ington saman við sær. Spurt varð,
hvat Uttanríkisráðið mundi ætla
og um, hví júst hesin jour nalist urin
skuldi við. Hví Uttanríkisráðið ikki
vendi sær beinleiðis til leiðsl una og
so framvegis. At slíkt órógv ar eina
redaktión er eyðsæð.
Tað var eitt týðandi stig, tá vit
fyri tveimum árum síðani fingu
leiðreglur um góðan fjølmiðlasið.
Fyrst og fremst eiga fjølmiðlarnir
at brúka hetta sum eitt amboð, og
verða leiðreglurnar virdar, er tað
garanturin fyri trúvirði, integriteti
og ábyrgd hjá miðlunum. Tí er tað
serstakliga óheppið, at almenna
Kringvarpið nú gongur á odda at
niðurbróta tað trúvirði, sum eigur
at vera ein náttúrligur partur í
virkseminum hjá einum fjølmiðili.
Fyrsta reglan í leiðreglunum
stað festir, at tað áliggur øllum, ið
starvast í fjølmiðlaheiminum, at
vita, hvat er góður fjølmiðlasiður
og at halda hendan sið. Undir petti
2.2. verður sagt: »Fjølmiðlafólk
eiga ikki at átaka sær uppgávur,
ar beiði, búskaparligar ella aðrar
bind ingar, ið kunnu skapa iva um,
hvat endamálið er við kunn ingar
upp gávuni. Tey eiga ikki at koma
sær í støður, har ivi kann sáast um
teirra trúvirði, og tey eiga at gáa um
viðurskifti, ið kunnu ávirka gegnið
hjá tí einstaka fjølmiðlafólkinum.«
Tvær sera grundleggjandi regl
ur um etisk virði, trúvirði og inte
gritet, sum almenna Kringvarpið
traðkaði á, nú Uttanríkisráðið beyð
almenna stovninum við á ferð til
ESborgina, har hýrurin er góður, nú
avtalan um gransking loksins varð
undirskrivað. Tað er fullkomuliga
líkamikið, hvørjar grundgevingar
kringvarpsstjórin ella redaktionella
leiðslan á stovninum koma við.
Við at taka av innbjóðingini hevur
Kringvarpið sett seg í eina støðu,
har ivi kann sáast um teirra trú
virði. Líkamikið, hvussu góðar inten
tiónirnar við ferðini enn hava verið.
Skal trúvirðið hjá Kring varp
inum bjargast, eru bert eini ráð
at taka: Gevið Føroya fólki og
Uttan ríkisráðnum
boð
um,
at
Kring varpið rindar fyri út reiðsl
urnar!
Kringvarpsstjórin
stað
festi í tíðindasendingini í gjár
kvøld ið, at talan var um eina
so mikið týdningarmikla hending,
at almenna varpið kortini hevði
sent fólk avstað. Skal trúvirðið
bjarg ast, má stjórin vísa, at talan
var um meira enn innantómar
undan førslur.
Munurin millum Kringvarp Før
oya og okkara miðlar í Miðla hús
inum er, at vit takkaðu nei at fara
sum einsamallur miðil á ferð við
Jørgen Niclasen.
Kringvarpið eigur at
gjalda fyri trúvirðið
Whitney í
dýrastu neyð
PubLic sErvicE tiL søLu
Húsið,
virkishúsið
fyri børn og ung, í
Klaks vík skal hava
nýggjan leiðara, tí
Beinta Árnadóttir
Gregersen hevur
sagt seg úr starvi.
– Tað skal ikki
skiljast sum, at
eg eri móð av
ar beið in um.
Hetta
hevur
verið
eitt
ó t r ú l i g a
s tu tt l ig t
a r b e i ð i ,
og eg fái
n e y va n
nakran
tíð nakað
líka stuttligt arbeiði, sigur
Beinta Á. Gregersen.
Hon hevur verið leiðari
í Húsinum í fimm ár, og nú
heldur hon, at best er bæði
fyri hana og tey, sum koma
í Húsið, at fáa nýggjan leið
ara.
Tá ið hon sá lýsingina hjá
fyritøkuni Kvasi eftir leiðara,
søkti hon til stutt leikar – og
fekk starvið.
Hon byrjar í nýggja starv
inum 1. august, og uppgáva
hennara verður m.a. at skipa
fyri skeiðum.
– Tað verður spennandi
at royna nakað so heilt
øðr vísi, og hetta er verð ur
mítt fyrsta veru liga starv
á privata arbeiðs markn
aðinum,
sigur
Beinta
Árna dóttir
Gregersen,
sum nú ger klárt at flyta
til Havn ar.
randi@sosialurin.fo
Beinta roynir nýggjar leiðir
Er Posta
á deyða
strá?
Jákup Danielsen
kJak á síðu 13
Bert ein
grundlóg í
ríkinum
eDmunD Joensen
kJak á síðu 13
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo