fríggjadagur 4. juni 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 90 · 4. juni 2010
2
VIKUSKIFTI
Glerfoss-verk á
vegginum í Klaksvík
Lat tað
bara regna
í summar
Redaktørur: Inna Törnroos
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Malan og Óluva á Lofti / Mynd: Jens Kristian Vang
4 SaMrøða: Malan oG óluva á lofti
7 TIPS: fínar føtur í suMMar
8 90 SEKund: Eyðun nolsøE
10 SaMrøða: MaGnus tausEn
12 rEPorTaSJa: Kitty May GErst ynGri við botox
14 TIL arbEIðIS: olfa trabElsi á Matstovuni Zitouna
15 uMafTurafTuruM: HøGni DjurHuus
16 rEPorTaSJa: HEiMsins fjórðstørsta vatn tornar upp
18 InTErVIEw: brian HEaD wElcH
19 Mín bESTa uPPSKrIfT: rullustEiK
23 Tað hEndur: KonsErtir, bøKur, sEnDinGar osfr
24 VIKuMyndIn: bEsta MynDin í viKuni
Hetta verður eitt gott summar. Og tað er
líkamikið, um sólin kagar fram síðst í juni,
ella um hitastigini verða tveysiffrað onkra
løtu í juli, so at Weber grillini kann trillast út
í tún og standa har í tveir tímar, áðrenn hon
má flýggja undan regninum aftur.
Fimm túsund sjeyhundrað og trýss
minuttir við HM fótbólti bíða fyri framman.
Og allir minuttirnir eru líka spennandi. Allir.
Fyri summi er tað ein líka stór hending,
at Honduras og Sveis spæla HM-dyst í
1200 metra hædd í Bloemfontein, sum tá
fíggjarmálaráðharrin við álvarsomum andliti
leggur fram eina fíggjarætlan við einum halli
á eina slaka milliard krónur.
Og ein komandi fiburspreinging hjá
Steven Gerrard fer nógva staðni at elva til
størri høvuðbrýggj, enn struktueralla hallið í
føroyska samfelagnum nakrantíð fer at gera.
Fríggjakvøldið um eina viku verður lagt
til brots í Suðurafrika, og eftir at Suðurafrika
og Meksiko hava spælt fyrsta dystin í
endaspælinum um heimsmeistaraheitið í
fótbólti, bíða 63 dystir eftir at verða spældir
– og sæddir. Sjónvarpsrásirnar spíla seg út
við beinleiðis varping av øllum teimum 64
dystunum, og vit eru nógv, sum fara at sita
har og hyggja og síðani bíða til næsta dyst,
tá vit aftur kunnu hyggja.
Størsta ítróttarkappingin í heiminum
ger summarið til nakað heilt serligt, og
kvinnurnar, sum kanska í minni mun hava
áhuga fyri fótbólti, kunnu heldur ikki klaga.
Í gjárkvøldið var nýggi Sex and the
City kvinnufilmurin frumsýndur, og um
vikuskiftið sleppa kvinnurnar at renna
kvinnurenning, tey kalla. So hetta summarið
bjóðar ikki bara HM-fótbólt, tað bjóðar eisini
javnstøðu. Tí tá kvinnurnar
í eina viku hava brúkt
tíðina til perfumufilm og
kvinnurenning, hava
menninir ein mánað
við HM-fótbólti.
Og tað eru longu
nógv sum stúra
fyri 11. juli, tá ið
HM-finalan verður
bríkslað av.
INNIHALD
ListaFRamsýning
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Leygardagin letur upp forvitnislig
listaframsýning í Klaksvík. Norðoya
Listafelag skipar fyri framsýning av
verkum hjá Hans Jacob Glerfoss, sum
doyði fyrr í ár. Listafelagið hevur út-
veg aða verkini, sum fara at hanga á
vegg inum í Skúlanum við Ósánna.
Hans Jacob Glerfoss var føddur í
Mikla dali, men vaks upp í Kunoy. Hann
búði virknastu ár síni í Klaksvík. Hans
Jacob Glerfoss telist millum kendaru
før oysku listamálararnar seinastu 40
árini.
Hans Jacob Glerfoss var sjálvlærdur
listamaður, og miðskeiðis í 1960’unum
var hann við á fyrstu framsýningunum.
Eis ini hevði hann serframsýningar í
Før oyum og í Danmark, og hann var
við á ferð andi framsýningum saman
við øðrum.
Virkin listamaður
Hans Jacob Glerfoss málaði nógvar
lands lagsmálningar, har myndaevnini
ofta vóru úr norðoyggjum. Hann málaði
eisini fólk til arbeiðis, útróðrarmenn og
handverkarar, ella í veitslulag. Hann var
eisini frálíkur teknari og hugaligt er at
síggja tekningar hansara, sum stund-
um eru forarbeiði til málningar, har
ymiskar viðmerkingar eru settar á.
Hans Jacob Glerfoss yrkti eisini
nógv. Í 1969 fekk hann M.A. Jacobsens
heiðursløn fyri yrkingasøvnini.
Hans Jacob Glerfoss búði nógv ár í
Klaksvík, og hann helt eisini til í Havn
onkur skifti. Miðskeiðis í 1990’unum
fluttu hann og konan til Danmarkar at
búgva, har tey trivust væl í Hirtshals.
Listamálarin og yrkjarin úr Mikladali
doyði á sjúkrahúsi í Hirtshals 17. januar
í ár – Hans Jacob Glerfoss gjørdist 72
ára gamal.
Listaframsýningin í Klaksvík letur
upp leygardagin kl. 16.00.
Um vikUskiftið verðUr LIstAfrAmsýNINg til heiðUrs fyri
HANs JAcob gLErfoss, sUm doyði í janUar mánaði í ár
klumman
Eyðun
Klakstein
Hans Jacob Glerfoss var málari og yrkjari. Fyri 10 árum síðani
arbeiddi hann við hesum verkinum av seinastu kvøldmáltíðini
myND: jens kristian vang