Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juni 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. juni 2010 · Nr. 90 8 Sosialurin Sp/F Grannskoðaravirkið INPACT | løggilt grannskoðaravirki | R.C. Effersøesgøta 26 | Tórshavn | Tlf. 31 47 00 | inpact@inpact.fo | www.inpact.fo Sosialurin / KvR 34 18 00 Grannskoðaranæmingur Grannskoðaravirkið INPACT sóknast eftir ungum fólki, ið hevur hug og hegni at menna seg í grannskoðarayrkinum. Grannskoðarin er fyrsti ráðgevi hjá nógvum fyritøkum, og yrkið sum grannskoðari krev­ ur tí førleikar at seta seg inn í tær av­ bjóðingar, ið vinnufyritøkur koma út fyri. Til hetta krevst royndir og útbúgvingar, og tað er tí avgerandi fyri okkum at hava væl útbúgvin starvsfólk. Vit nýta tí bæði tíð og orku uppá at útbúgva okkara starvsfólk. Fyri at menna og viðlíkahalda starvsfólka­ hópin sóknast vit tí eftir næmingi at læra seg grannskoðarayrki. Hetta fevnir partvís um at luttaka í teimum arbeiðsuppgávum, ið dagliga koma fyri her á skrivstovuni. At byrja við sum atstøðari hjá royndum grann­ skoðara og við hóskandi uppgávum ann­ ars. Men so við og við verður tú før/ur fyri at átaka tær størri uppgávur og eisini sjálv­ støðuga ábyrgd. Fólk, ið koma í starv hjá okkum fylgja eini útbúgvingarleið, sum ger tey før fyri at arbeiða við eini breiðari viftu av temum avbjóðingum, ið fyritøkur og stovnar í almenna geiranum koma út fyri. Umframt praktiska arbeiðið ímynda vit okkum, at tú byrjar at lesa HD á Føroya Handilsskúla í heyst. Lesnaðurin fer fram eftir arbeiðstíð 2 kvøld um vikuna, umframt í vikuskiftunum. Útbúgvingin tekur til­ samans 4 ár, og er sett saman av 2 pørtum. Fyrri partur tekur 2 ár og gevur eitt breitt handilsligt støði. Annar partur er meiri spesialiseraður, og har fert tú meiri í dýpdina í roknskapi og grannskoðara­ fakinum sum heild. Eftir 4 ára útbúgving ert tú bachelor í búskapi og roknskapi. Um tú hevur hug at halda fram við ástøði­ ligari útbúgving kanst tú halda fram við lesnaði á master stigi. Cand. merc. aud. er ástøðiligi parturin av útbúgvingini hjá einum statsautoriserað­ um/løggildum grannskoðara. Útbúgvingin fer fram við hægri lærustovn í Danmark og kann takast sum sjálvlestur úr Føroyum. Vit gjalda allar kostnaðir til útbúgvingina, umframt at geva tær viðkomandi arbeiðs­ uppgávur og frí til útbúgvingina, tá tað krevst. Men útbúgvingin er krevjandi, og tað er tú, sum førir hana út í lívið. Tann vit sóknast eftir skal hava persónligar eginleikar, so sum: • sjálvstøðug/ ­ur • hevur evni at menna teg við støðugt meiri krevjandi arbeiðsuppgávum • ábyrgdarkenslu Fakligir førleikar: • Miðnámsútbúgving, so sum HH, student, HF ella annað, ið kann javnmetast við hetta. • Um tú væntar at taka prógv í summar, er tú eisini væl komin at søkja. • Dugir enskt í skrift og talu • Góðan telduførleika Um tú hevur hug at søkja og vilt vita meiri, ella um okkurt ivamál er, er tú vælkomin at seta teg í samband við Heina Thomsen, statsaut. revisor tlf. 794707 ella Jógvan Joensen, løggildur grannskoðari tlf. 794722. Vit ætla, at tú byrjar á skrivstovuni hjá okkum í seinasta lagi 1. september 2010. Vit vilja tí fegin hava tína umsókn við prógvum og CV innan 15. juni 2010. Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT løggilt grannskoðaravirki R.C. Effersøesgøta 26 Postbox 191 FO­100 Tórshavn Teldupostur: inpact@inpact.fo Sp/f Grannskoðaravirkið Faklig førleikakrøv Viðkomandi royndir innan: 2Leiðslu 2Tænastu 2Virkismenning 2Broytingar- og starvsfólkaleiðslu 2Fíggjarstýring Persónligir førleikar 2Menningarsøkin 2Góð tænastuevni 2Nýskapandi og skipað arbeiðslag 2Fíggjarliga røkin 2Góð leiðslu-, samskiftis- og samstarvsevni 2Dugnaligur sparringspartnari (coaching) Setanartreytir Setanartreytirnar eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir Skrivligar umsóknir við CV og avritum av prógvum um førleikakrøv og møguligum viðmælum skulu vera Rúsdrekkasølu Landsins í hendi í seinasta lagi 18. juni. Umsóknir skulu sendast til Rúsdrekkasølu Landsins, Yviri við Strond 15, FO 100 Tórshavn. Vilt tú vita meira um starvið, vinarliga set teg í samband við Guðrið Ellefsen, sølu- og tænastuleiðara, á 340450 ella á gudrid@rusan.fo. Rúsdrekkasølan søkir eftir leiðara til handilin í Havn Til handil okkara í Havn søkja vit eftir leiðara at seta skjótast gjørligt. Í hand linum starvast millum 11 og 17 fólk, og sølan liggur um 50 mió kr. um árið. Handilin stendur fyri útivið helminginum av søluni hjá Rúsdrekkasøluni í Føroyum og er tí ein umráðandi táttur í virkseminum. Viðkomandi, ið settur verður, skal standa fyri leiðsluni av handlinum í Havn, herundir fíggjarstýring, sølu og starvs- fólkaleiðslu. Í sambandi við at Rúsdrekkasølan setur fokus á at menna tænastuveitingar sínar, skal við komandi duga at standa á odda fyri hesi menning á sínum starvsøki. Umframt dagligu leiðsluna fevnir arbeiðið eisini um tvør- gangandi arbeiðs uppgávur, leypandi ad hoc uppgávur, íverk- seting og verkætlanarleiðslu. Arbeiðsuppgávan er breið og fjølbroytt, og tí er neyðugt við góðari stýring og fokusering.