fríggjadagur 4. juni 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 90 · 4. juni 2010
8
VIKUSKIFTI
Hvussu er lagið?
Gott.
Hvussu heldur
tú tær so væl?
Tað voyt eg ikki
um eg geri. Men
eg renni javnan
(ikki bara eftir
konufólki:-)
Nær græt tú seinast?
Eftir einum rørandi dokumentarfilmi
fyri tveimum vikum síðani.
Hevur kærleiki nakran aldur?
Noy.
Hvat er besta stað á jørð?
Eg kenni ikki alla jørðina, og kann tí ikki
geva eitt nøktandi svar. Av teimum støðum
eg kenni, eru Føroyar numero uno! Hóast
religión og sambandshugsjón fylla for nógv...
Hvat er tað mest romantiska
tú hevur upplivað?
Nakrar heitar løtur undir bláum
himni sláa ikki falskan mynt.
Hvat ger teg
glaðan?
Dótturin.
Hvat ger teg illan?
Dogmur.
Um tú var eitt djór, hvat skuldi
tað so verið og hví?
Ein ravnur. Hann er stoltur, klókur og frælsur.
Hvat heldur tú
vera løgið?
At Føroyar
ikki eru eitt
fullveldið.
Hvat ert tú meira til - ólavsøku ella jól?
Jól.
Hvat er besta tíðspunktið
í vikuni og hví?
At leggja dóttrina at sova. Tað er ein sonn gleði
at síggja hana sovna (tá eg ikki sovni áðrenn) –
trygg, glað og nøgd av dagsins upplivingum.
Hvat ert tú
glaðast fyri við
tær sjálvum?
Eitt jaligt lyndið.
Er tú bangin fyri at gerast gamal?
Eg gleði meg ikki til tað.
Hvat hevur lívið lært teg?
At liva lívið eftir mínum egna høvdi og
ikki eftir høvdinum hjá nøkrum øðrum.
Eyðun nolsøE
Eg gleði meg ikki
at gerast gamal
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
Fakta eyðun
Navn: Eyðun Nolsøe
Bústaður: Tvøroyri
Starv: Tónleikari