Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juni 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 4. juni 2010 · Nr. 90 Sosialurin Bilasølan hart rakt Fíggjarkreppan hevur rakt bilasøluna meint, og tað sæst aftur í landsroknskapinum. Í 2007 var inntøkan hjá landskassanum av skrásetingargjaldi heilt uppi á 65,8 milliónum krónum fyri teir fyrstu fimm mán­ aðirnar í árinum. Í fjør, meðan fíggjarkreppan og ring asta óvissan stóð við, rapaði henda inntøkan 37 milliónir niður, niður í 17,3 milliónir krónur, og fyrstu fimm mánaðirnar í ár er tað eitt lítið vet betri, knappar 21 milliónir krónur í inntøkum av skrásetingargjaldi. Satsa upp á Facebook Danskar fyritøkur eru nú eisini farnar at satsa upp á samskiftismiðilin Facebook. Mikudagin boðaði Danske Bank frá, at tey dubba seg á Facebook. Facebook hevur nevniliga víst seg sum ein góður háttur hjá fyritøkum at knýta tættari bond við loyalar kundar. Mikael Lomborg, sum er facebook­ konsulentur í fyritøkuni Komfo, sigur, at hetta kann brúkast til at kunna kundarnar og at hava eitt konstruktivt samskifti við teir. – Tað skapar álit millum kunda og fyritøku, og tá álitið er til staðar, kunnu fyritøkurnar byrja at senda handilslig tilboð út til kundarnar gjøgnum Facebook, sigur Mikael Lomborg. Eisini føroyskar fyritøkur satsa upp á Facebook. Áki Bertholdsen – Hetta er heilt hol í høvdið av Landsstýrismálanevndini. Jógvan Páll Lassen, løg­ frøð ingur, er púra avgjørdur um, at tað er høpisleyst at kalla Jacob Vestergaard, lands stýrismann, lógarbrót­ ara, eftir at hann í heyst rind­ aði fiskimonnum minstuløn, hóast játtanin á fíggjarlógini ikki rakk. Løgfrøðingurin sig ur, at kravið um at fáa politiska høvdið á lands stýris mann­ in um, á einum silvur fati, er líka høpisleyst. – Eg skilji hetta simpult­ hen ikki, sigur Jógvan Páll Lassen Gloyma tað týdningarmesta Hann sigur, at tað, sum landsstýrismálanevndin politikarar úr andstøðuni gloyma, er, at fiskimenn hava lógartryggjaðan rætt til at fáa minstu­ løn. – Hetta er ein treytaleyst rættarkrav, sum fiskimenn hava, hóast tað ikki er sett eitt oyra av á fíggjarlógini til enda­ málið. Jógvan Páll Lassen stað fest ir sostatt, at Løgtingið kann ikki ”avtaka” lógina um minstaforvinning til fiski menn bara við at lata vera við at seta pengar av á fíggj ar­ lógini til endamálið. – Hugsa tær, hvussu hevði verið vorðið, vissi tað sama gjørdi seg galdandi við fólka pen­ sjón ini?, spyr hann. Skulu pen sjónistar ikki fáa fólka­ pensjón fyri tað um ov lítið er sett av á fíggjarlógini? Hetta høpisleys áskoðan, sum als ongi løgfrøðilig heimild er fyri nakrastaðni tí tað er í stríð við allan rætt. Leysur av málinum Jógvan Páll Lassen sigur, at longu í mai mánaði sendir Jacob Vestergaard bræv út í fíggjarmálaráðið, har hann biðjur um eykajáttan til inntøkutrygdina, tí hann vísir á, at undirtøka er ikki fyri politiska ætlanin um at broyta lógina um inn tøku­ trygd, so at hon minkar. – Tá ið Jacob Vesgtergaard hevur sent tað brævið út í fíggjarmálaráðið, er hann leysur av málinum og liðugur við sakina, tí eftir hetta er tað eitt fíggjarmál og so er tað Jóannes Eidesgaard, sum eigur tað. Tað endar so við, at lands­ stýrismaðurin í fíggjar mál­ um leggur uppskot um eyka­ játtan fyri Løgtingið, sum verður samtykt. Men Løgfrøðingurin sigur, at hóast Løgtingið hevði felt uppskotið um eykajáttan, skulu fiskimenn kortini hava sína minstuløn, tí tað hava teir lógartryggjaðan rætt til. Men nú kom eykajáttanin so seint, at penngurin varð goldin frammanundan? – Tað ger ikki mun. Lógin er ikki brotin fyri tað um játtanin til inntøkutrygdina vísir hall akkurát tann dagin, peningur verður útgoldin. Tá ið árið er farið, er javnvág á kontuni og tað er tað, sum telur. Hann leggur afturat, at hevði Jacob Vestergaard nokt­ að at betalt minstulønina, hevði hann uttan iva verið setevndur og tað hevði kostað landskassanum nógv í endurgjaldi. aki@sosialurin.fo Hol í Høvdið HØPISLEYST Tað er púra hol í høvdið at krevja Jacob Vestergaard frákoyrdan sum landsstýrismann. Landsstýrismálanevndin skuldi farið heim og lagt frá sær, sigur Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur Vil verja Jacob Ein landsstýrismálanevnd, ið kemur til eina niðurstøð sum hesa við Jacob Vestergaard, skuldi lagt frá sær. Tað hevur Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur. Hann sigur, at meinti nevndin nakað við, at landsstýrismaðurin hevur brotið lógina, skuldi hon melda hann fyri løgregluni. ­ Eg skuldi alt fyri eitt bjóða mær til at verið verji hjá Jacob Vestergaard, tí tað hevði verðið lættasta sak av verðini Signar vísti vegin Vit hava eitt fordømi um hetta, sum nú er fram um Jacob Vest­ ergaard og inn tøku­ trygdina. Tað er tá ið Sign­ ar á Brúnni, lands­ stýr ismaður í menta­ málum, á sinni rindaði sjónvarpsfólki løn, hóast peningur ikki var á játtanini. Hann varð frá­ koyrd ur sum lands­ stýr is maður fyri hetta sama. Men tá varð ein løg frøðilig kanning gjørd, har úrslitið var, at lands stýrismaðurin hevði borið seg rætt at, tí sjónvarpsfólkið hevði rætt til løn, hóast peningur manglaði á kontuni og tí varð hann reinsaður. Skal betalast við kassa eitt Jógvan Páll Lassen sigur, at verður sjúklingur viðgjørdur skeivt á sjúkrahúsinum skal hann hava endurgjald. Hetta er ikki eitt endurgjald, sum landið hevði kunna skákað sær undan við at siga, at ongin peningur er á fíggjarlógini til endamálið. Tað skal betalast við kassa eitt undir øllum umstøðum og tað skal inntøkutrygdin hjá fiskimonnum eisini. KROSSFEST Kravið um at fáa høvdið á Jacob Vestergaard á einum silvurfati, er fullkomiliga høpisleyst, sigur Jógvan Páll Lassen, løg­ frøðingur