fríggjadagur 4. juni 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 90 · 4. juni 2010
9
VIKUSKIFTI
Summi fólk skapa lukku
allastaðni, har tey fara –
onnur, tá tey fara
Oscar Wilde,
írskur rithøvundur
10 tIng um Lena meyer-Landrut
Frá studenti
til poppstjørnu
19 ára gamla Lena Meyer-Landrut hevur eftir ongari
tíð vunnið fram sum poppstjørna. leygarkvøldið
vann hon europeiska tónleika Grand prixið.
MiðLarnir og eg
lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
19 ára gamla Lena varð fødd í Hanover í
Týsklandi
Sum barn og ung gekk hon til dans, men hon
hevur ikki fingið nakra sangfrálæru
Lena tók lut í kappingini
unser star fur oslo á
sjónvarpsstøðini ard. Hon
vann kappingina og slapp við
til europeiska Grand prixið sum
umboð fyri týskland.
Lena sang tríggjar sangir í týsku kappingini, og
hon setti met, tá ið allir sangirnir eitt skifti vóru á
topp 5 á hitlistanum í Týsklandi.
Vinnandi sangurin frá Grand Prixnum kom
beinleiðis inn sum nummar 1 á týska hitlistanum.
Nú hevur Lena givið sína fyrstu fløgu út – hon
kallast My Cassette Player, og fløgan er ovast á
týska hitlistanum.
- Mær dámar at bjóða mær sjalvum av, sigur
Lena um orsøkina til, at hon sum púra óroyndur
sangari bjóðaði seg fram til Grand Prixið.
Lena var í holt við sínar studentaprótøku, nú hon
alt í einum gjørdist poppstjørna.
Lena hevði stóra pallræðslu,
tá ið hon byrjaði sítt Grand prix
ævintýr, men hon hevur ment
seg nógv síðani.
Lena er bert annar týski sangarin, sum vinnur
Grand Prixið. Tann fyrsti var Nicole við sanginum
Ein bisschen Frieden frá 1982.
1
2
3
5
6
7
8
9
10
Mítt blað - dag og VIKUblað
eg blaðið leysligani ígjøgnum tey ókeypis bløðini, íð koma í
postkassan. men annars lesi eg dagbløðini á alnótini.
Mín heIMasíða
um tað eru tíðindi so er tað portal.fo, jp.dk. um tað skal vera meira
»slatur« so er tað bt.dk og eb.dk. eri eisini inni á kvinna.fo og plagg.
fo hvønn dag. og á ternuryggur.fo – hvønn dag – har gongur dóttir
mín á stovni, og har verður førd dagbók hvønn dag.
Mín tónleIKUr
mær dámar øll sløg av
tónleiki - tað gevur mær
gleði. mær dámar so
væl Lenu, og ein onnur,
sum altíð endar aftur í
fløguspælarinum, er eve
Cassedy. men annars so er
tað »Hjørdis og genturnar«
sum verða mest spældar í
løtuni – dóttir mín elskar
tí fløguna.
Mítt sosIala
netVerK
Facebook. eg eri inni á facebook hvønn dag og tað er meiri
enn so, at tað verður brúkt til arbeiðsbrúk ! Fái nógv góð hugskot
har inni - og síggi eina rúgvu av vøkrum kvinnun – sum ger mær
lívið lættari til arbeiðis.
Mín dVd
Havi sera ilt við at klára at
sita frammanfyri sjónvarpi í
tveir samanhangandi tímar...
Havi »Slumdog millionaire«,
sum liggur og bíðar eftir at
verða sæddur í dvd´in. men
Love actually! tá kobli eg
totalt av og njóti lekkur fólk,
lekkur klæði, lekkran tónleik
og lekkurt...
Mítt MagasIn
Sjálvandi Kvinna – og so er
tað eisini eurowoman, In,
Woman og
Cosmopolitan, sum vera
hugd í hvørjaferð tey koma
út
Mín sjónVarpsrøð
Sex and the city er
barasta for well! tær eru
herligar! KLoVn er heldur ikki at forsmáa.
Mín bóK
Beint nú er tað einans organisatión - sum eg skal til próvtøku í
í summar. av føgrum bókmentum dámar mær allarbest at lesa
krimi – tó eri eg eitt sindur kræsin. eg kann ikki torga, tá tað
verður ov fjasut/simpult – so sum Lisa marklund. Stieg Larsson
var harafturímóti fínur. annars so dámdi mær sera væl triologina
hjá Hanne Vibeke Holst – Krónprinsessan, Kongamorðið og
dronningeofret. eg elski at lesa!
Mítt útVarp
Har tónleikurin er best
Mín telefon
Sony ericsson walkman W980
hVat VIl tú IKKI brúKa MIðlatíð Uppá?
gomul tíðindi
hVat IrrIterar teg í MIðlUnUM?
gomul tíðindi
hVat VIl tú haVa MeIrI aV í MIðlUnUM?
nýggjum tíðindum ;)
4
dUrIta nolsøe
LýSINGarráðGEVIN á
KVINNu HELdur, aT LIza
MarKLuNd Er For FjaSuT
oG IrrITErar SEG INNá
GoMuL TíðINdI í MIðLuNuM.