fríggjadagur 4. juni 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 4. juni 2010 · Nr. 90
Sosialurin
av mark aðir
í
Føroyum,
men í veruleikanum finst
ein kritikaraskari, sum ikki
brúkar tað skrivaða, men
tað talaða orðið. Eitt slag
av samrøðu sum ferð ast
ígjógnum býin. Hetta fyri
brigd ið haldi eg er rættuliga
áhuga vert, tí hervið skapar
tú nakrar siðvenjur, og hetta
er ein siðvenja, sum hóskar
til ein bý sum Havnina og
eitt land sum Føroyar. – Eg
veit ikki, um høvundar, ið
skriva og virka í teim størri
londunum fáa størri feed
back, enn vit høvundar í Før
oyum gera. – Eg trúgvi har
aftur ímóti at einsemið hjá
lista fólki í Svøríki, Onglandi
og Danmark er eins stórt og
ein semi hjá listafólkinum í
Før oyum. Ikki tí at einsemið
er negativt løtt, als ikki, men
held ur tengt at tí sannføring,
at tað at fáast við list er eitt
ein s ligt arbeiði. Tú velir
nógv frá, men hinvegin so
fært tú eisini so nógv aftur.
Øgiliga nógv. Til spurn
ing in um tað hevur tyðn
ing fyri høvundar og fyri
bók mentirnar at hava ein
kritikarastand er tí torført
at svara uppá. Ofta eru um
mælar arnir og ummælini so
vánalig, og kritikararnir hava
inntikið bókmentir í sín um
yngri áurm, og hava fing ið
sær eitt ideologiskt funda
ment at standa á. Eg veit ikki,
hvussu hesir klára at broyta
seg til alt tað nýggja, og um
teir í veruleikanum eru eitt
so stórt vælsignilsi fyri bók
ment ir nar? – Viðhvørt ivist
eg í tí. Um man hugsar um
eina føðiketu, so eru nøk ur
viðurskifti, ið gera seg gald
andi: Ein hevur tørv á ein um
sjónleikarhúsi, eini prent
smiðu, sum prentar bøkur
nar, og so sjálvsagt fyrst og
fremst hevur ein tørv á sjón
leikarum, høvundum, tón
leikar um og listafólki sum
heild. Og so longur niðri;
niðri millum rækjurnar og
kom b ikkini eru í nógvum
før um ummælararanir og
kritik ar arnir. Tí óansæð, hvat
teir siga, so verður skapað.
Sjálv andi eru nógv listafólk
eisini ummælarar í Føroyum.
Hetta er ein avleiðing av, at
tað ikki eru so nógv í Før
oy um, ið fáast við list. Ofta
held ur man at føroyskir
um mælar a r eru bondskir,
men tað eru teir ikki, um
tú flytir teir til onnur lond,
har ummælarar kunnu vera
bein leiðis harðrendir.
Hvussu kenst tað, um tú
ikki fær afturmeldingar á
tey verk ini, tú hevur lagt so
stóra orku í at skriva?
Tá ein er øgiliga inniligur í
eini bók, og hevur lagt stórt
ar beiði og orku í hana, hevur
man eina kenslu av, at tá
bók in er komin út, so fer alt
at broytast eitt sindur. Men
tað er sjálvandi ein illusión,
tí hetta avdúkar bara, hvus
su fokuseraður man er upp á
sítt arbeiði. Tí verðin uttan
fyri er umleið akkurát tann
sama, sum hon var framm
an undan.
Eg havi eisini skriva
til leikpall, og hetta er sera
áhuga vert. Knappliga verða
ræddir og rørslur lagd ar á
orðini, og tey fáa eina heilt
aðra dimensión. Tað hev
ur glett meg ótrúliga nógv
at arbeitt við sjónleiki, tí
í hesi listagreinini er man
nógv meira inkluderandi.
Við yrkingum, situr man
meir fyri seg sjálvan og
eing in blandar seg. Tú situr
einsa mallur og vendir og
drag ar hvørjum orðið. Við
leikinum
inkluderar
tú
knappliga leikarar, tón leik
ar ar, scenografar. Eitt veld
ugt apperatur verður sett
í gongd orsaka av hesum
hand ritinum.
Hvussu kenst tað at síggja
tín ar yrkingarnar á øðrum
máli?
Tað var ein ávísur áhugi
í tí eg skrivaði í Danmark,
tá Erik Vagn Jensen livdi
og rak forlagið Vindrose.
Uppá ein máta líkjist tað, tey
skrivaðu tá um míni verk,
teim ummælunum eg fái
nú, fimtan ár seinni. Síðan
var knappliga tøgn í eini
fimtan ár, man var líkasum
ikki til. Nú er so aftur eitt
sprell, og fólk halda, at eg
eri ein áhugaverdur yrkjari
og skaldsøguhøvundi, og at
filmur in er spennandi. Men
tað er alt so óforútsigiligt.
Ein veit ongantíð hvussu
tað verður um fimm ár. Men
eg vil siga, at við fólki sum,
Povl Skårup, sum umsetti
Glans bílætasamlararnir,
ein framúrskarandi týðing,
og umsetingarnar hjá Ebbu
Hent ze hava merkt, at eg
eri vælsignaður við ótrúliga
góðum umsetarum. Tann
fjar støðan eg onkuntíð kann
ken na til donsku útgávurnar
kemst tí helst av, at eg ikki
havi danskt so tætt inn at
mær sum føroyska málið.
Onkun tíð kann eg halda, at
okkurt orð ella setningur
skuldi haft eitt sindur meir
bluss ella verið eitt sindur
temp er er aður. Tað eg skrivi
sprett ur úr føroyskum jarði
lidi, men tað, ið rørir ein før
oy ing, er umleið tað sama,
sum rørir ein dana ella ein
po lak k. So ymisk eru vit
ikki sum menniskju, og eg
kann tí væl fylgja Einari Már
tá hann sigur, at tað er ongin
mun ur á at vera nationalur,
inter na tionalur og globalur.
Á henda hátt meti eg, at onn
ur fólkasløg eisini kunnu fáa
gleði av tí eg skrivi sum før
oy ing ur.
Er tað týðningamikið fyri
teg at umboða Føroyar
uttan lands? Ert tú á eini
missión?
Magnus Dam Jacobsen
skriv ar í bókini Í Grønlandi
við Kongshavn, at hann um
borð á Kongshavn ikki bert
umboðaði seg sjálvan. – Hann
um boðaði Havnina, hann
um boðaði C. Pløyensgøtu
numm ar 13, mammu og pápa
sín, familjuna av Kamar i
num. Soleiðis er tað, tá tú
fer uttanlands sum høvun
di. Tú umboðar ikki bert
teg sjálvan. Tað hugsar man
um sum føroyingur. Um
metropolbúgvar hugsa tað
sama, ella um teir bert um
boða sjálvan seg, veit eg ikki.
Men føroyingar hava tað
við sær, at teir hugsa um at
vera umboðandi fyri sítt
land. Hetta haldi eg er gott,
og høvundarnir og lista fólk
ini hava á henda hátt eina
funk tión
sum
óal menn ir
sendi menn og kvinn ur. Men
hetta er ein part ur av virk
semi num, ser liga tá verk ini
vera týdd til onn ur mál. –
Hvørt ár fái eg áheita nir frá
út lendskum skúla flokkum
um at koma heim til mín
á vitjan, og tosa við meg
um mítt virki. So tað finnst
eitt
óalment
virksemið,
sum listafólk hava, har tey
umboða sítt land. – Og sjálv
sagt oftast fyri tað góða.
Hin vegin, hvat er at umboða
tað góða mótvegis tí ringa?
Man leggur væl fram tað
besta man eigur, og diskar
ikki upp við botninum. Tá
drotn ingin kemur til Føroyar
vísir man tað vakra, og ikki
eina skitna kjallaraíbúð!
Tað er eitt sindur av áhuga
rundanum mínar bøk ur nú
uttanlands?
Glansbílætasamlararnir og
Brúgvar av svongum orð um
fáa øgiliga flott viðmæli.
Um hetta fer at útvikla seg
nakran veg, er ringt at siga,
men viðhvørt hugsar man
um, at Føroyar ikki hava
haft eina altjóða succes við
bók mentum síðan William
Heine sen. Ongin føroyskur
rit høvundi hevur sprotið
ígjøg num úti í verðini og
tað er rættuliga løgið. Vit
eru stødd í Danmark nú, og
bert av handahógvi kann
man nevna tíggju, tjúgu,
ja hundrað danskar rit
høvundar, sum hava siigið
ígjøg num í altjóða høpi.
Men ongin føroyingur síð
an William. Nú mínar bøk
ur aftur eru umsettar til
danskt og norskt, og eisini
td. Ó eftir Carl Johan Jensen
hava fingið framúrskarandi
um mæli uttanlanda, hevði
tað verið áhugavert um tað
eyðnaðist føroyskum bók
mentum at sligið ígjógnum
internationalt. Slíkar tank
ar hugsar man, tá man hev ur
fingið góð ummæli td. í Dan
mark. Eg havi kanska eitt
“orsaka eg eri til” syn drom,
sum møguliga er hyklar
iskt. Man vil jú ikki trýsta
seg framat. Tá tað er undan
vind ur, hevur man lyndi til
at sláa bremsurnar í, tí man
óttast, at í morgin er lotið
dovna. Kanska torir man
bara ikki at trúgva uppá, at
tað knappliga fer at ganga
so øgiliga gott? – Eg vildi
so fegin skriva okkurt, sum
nær mast var ein kókibók.
Eina bók sum var hent at
fara til, og sum sjálvsagt
eisini hevði eksistentiellan
týðn ing. Eina bók við yrki ng
um sum kom út í eini millión
ein tøkum. Eina bók sum fólk
høvdu tørv á, eina bók, sum
sálin hevði tørv á. – Kraftfull
orð, yndilsig orð, ákærur.
Eitt gjøgnumbrot sum hetta
droymi eg um.
post@sosialurin.fo