fríggjadagur 4. juni 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 90 · 4. juni 2010
23
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
NorðoyaSTEvNa
í KlaKSvíK
Norðoyastevnan í ár er fyri børn og
barnsligar sálir, sum tey siga. Nýggj
fólk eru komin við í arbeiðið at fyriskipa
Norðoyastevnuna, og tey ætla, at stevnan
skal úr rundkoyringini og út á høvuðsvegin.
Tiltøk av øllum hugsandi slagi verða alt
vikuskiftið í Klaksvík.
NorðoyastevNaN
Fríggjadagur 4/6-Sunnudagur 6/6
Pínlig mannfólk
danny Wallace er mannfólk, og tað heldur hann er trupult at verða í hesum døgum. í
bókini greiðir hann frá pínligum løtum sum maður. Tá hann kemur at siga okkurt skeivt
um eitt barn hjá einum vini, av óvart kemur at ganga aftaná einari kvinnu um kvøldið,
og tá hann rennur undan sínum gamla frisøri. danny Wallace hevur skrivað bókina Yes
man, sum varð gjørd til spælifilm við Jim Carrey. hendan bókin er stuttlig – og til tiðir
pínlig.
DaNNy Wallace
awkward Situations for men
ebury Press
ógloYmandi
dagurin hJá dønum
26. Juni í 1992 er ein søguligur dagur hjá dønum.
danir skulu spæla em-finalu í fótbólti ímóti Týsklandi.
uttanríkisráðharrin uffe elleman Jensen fer á fund
í lissabon. ein flogskipari fyrireikar eina óvanliga
móttøku, um danir vinna em, og ein eykaspælari
fyrireikari seg til sín lívsdyst. dokumentar um minniliga
dagin, sum Jakob Thygesen ehvur gjørt.
24 timer vi alDrig glemmer
dr2 leygarkvøldið 5/6 kl. 19.00
MEIra SEx
aNd ThE CITy
Nú er nýggi filmurin við kvinnunum í
Sex and the City at síggja í biohøllunum
kring heimin. Filmurin varð frumsýndur
í havnar Bio í gjárkvøldið. hetta er
annar spælifilmurin í røðini um Carrie og
vinkonurnar, sum uppliva mangt og hvat
saman og hvør sær.
sex aND the city 2
havnar Bio
Frá 3/6-
rannvá Sýnir
verk fram
Bæði í málningum og í steinprentum hevur
rannva kunoy eksperimenterað við sera
ymiskum stílsløgum, men seinastu tvey árini
hava myndir hennara verið merktar av einum
sermerktum, minimalum stíli í myndum. á ársins
summarframsýning í norðurlandahúsinum fáa fólk
høvið at uppliva bæði spildurnýggjar málningar
hjá rannvu kunoy og hennara steinprentsrøð
fronTal, eins og eitt størri katalog verður
framleitt til framsýningina við myndum og
tekstum.
summmarframsýNiNg
rannvá kunoy
norðurlandahúsið frá 4/6 kl. 17.00
fJarðafeSTivalur
hetta vikuskiftið er gospelfestivalur í Skálafirði.
árligi fjarðafestivalurin verður hildin hesa
vikuna. fyrstu tiltøkini vóru longu mánadagin,
men festivalurin verður í hæddini um vikuskiftið.
í kvøld spælir millum annað kendi amerikanski
gittarspælarin Brian head Welch. nógv og
fjølbroytt gospelnøvn eru annars at hoyra á
festivalinum.
fjarðafestivaluriN
keldan í Skálafirði
31. mai-6. juni
uPPhiTingTil hm
hm-endaspælið í fótbólti nærkast í hvørjum,
og í hesum døgum fyrireika landsliðini seg
til stóru kappingina. onkrir venjingardystir
eru á skránni, og leygardagin ber til at síggja
danmark spæla seinasta venjingardystin
áðrenn hm-kappingina. hann er ímóti
vertunum fyri kappingini, Suðurafrika.
suðurafrika-DaNmark
venjingardystur í fótbólti
leygardagin 5/6
kl. 14.30