fríggjadagur 4. juni 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. juni 2010 · Nr. 90
24
Sosialurin
Okkara heimsmynd
Í hesi myndini er okkara heimsmynd strikað upp. Jørðin er ein av 8 gongustjørnum, sum mala um sólina. Sólin er
ein av 100-200 mia stjørnum í Vertarbreytini. Vetrarbreytin er ein av tíggjutals stjørnubreytum í Lokalbólkinum.
Lokalbólkurin er partur av stórbólkinum Virgo, sum saman við øðrum stórbólkum og stórum tómrúmum myndar
stórbygnaðin í alheiminum.
Pól Jespersen
Altjóða
stjørnufrøðiár 47
Í hesum seinasta stjørnufrøðiteiginum
verður okkara heimsmynd leysliga
strikað upp. Vit billa okkum inn,
at vit eru komin sannleikanum um
rúmdina nakað væl nærri enn okkara
fjaru forfedrar. Vónandi fer okkara
heimsmynd ikki at tykjast óføddum
ættum eins margháttlig, sum mangar
av teimum gomlu heimsmyndunum
tykjast okkum at vera
Nú farið er um fyrsta summarsdag,
sæst lítið til stjørnur um okkara leiðir,
men gamalt er, at á ólavsøku er
fríggingarmyrkt, og tá vera stjørnurnar
aftur at síggja á luftini. Stjørnufrøðiárið
er eisini langt síðan farið aftur um bak,
so nú man tíðin verða komin at leggja
henda táttin niður. Skrivingin gjørdist
nógv drúgvari, enn eg upprunaliga
hevði ætlað, og umbering havi eg onga
aðra enn tann stuttleika, eg haldi tað
vera at fáast við júst hetta evnið.
Nortið hevur verið við brot í stjørnu-
frøðisøguni heilt frá Thales til Big-Bang,
so hóskandi man vera til endans at
royna at strika upp okkara heimsmynd.
Ein roynd er gjørd við myndini her
á síðuni.
Bústaður okkara í rúmdini
Bústaður okkara í rúmdini er sum ein
kúla. Hon er ein av átta gongustjørnum,
sum ganga um sólina. Hin triðja í røðini
frá sólini. Tyngdin, sum er ein atdragandi
kraft, sum virkar ímillum allar lutir,
ger tað, at jørðin hongur saman og
dettur ikki sundur. Eisini sjógvin, sum
fjalir ein stóran part av jarðarýtuni,
dregur jørðin til sín, so hann rennur
ikki burtur í rúmdini.
Jørðin hevur ein uppá seg stóran
fylgisvein, mánan. Mánin hevur í
ármilliardir gjørt tað, at jarðarásin, sum
jørðin melur um, hevur havt eina javna
gongd. Var eingin máni, hevði jarðarásin
havt eina ójavnari gongd. Tá høvdu
árstíðirnar ikki havt so reglubundið
skifti. Og tá er ivasamt, um lívmenningin
á jørðini hevði verið sum vit kenna
hana. Mánin hevur áður í tíðini verið
jørðini nærri og hevur havt munandi
størri ávirkan á hana, t.d. hevur munurin
ímillum flóð og fjøru verið munandi
størri.
Tað er væl hugsandi, at jørðin ikki
hevði havt tað yðjandi lív, sum á henni
er, hevði hon ikki ein so stóran mána.
Granskarar hava nú eina góða hugmynd
um, hvussu stjørnur gera gongustjørnur
og mánar, men okkara stóri máni er
framvegis ein gáta. Frægasta boðið
um uppruna hansara er helst, at ein
stórur himmalknøttur í fyrndini brast
niður í jørðina. Upprunin til sólskipanina
hevur undir øllum umstøðum verið
ógvusligur.
Einaferð hildu fólk jørðina vera
heimsins miðdepil, men so er ikki.
Hon er bara sum lítið fon í endaleysu
rúmdini.
Stjørnur og stjørnubreytir
Um jørðin við yðjandi lívi sínum er
serstøk, vita vit ikki enn. Fyri 20 árum
síðan vistu vísindini bara um gongu-
stjørnurnar hjá sólini. Nú vita vit, at
hundraðtals aðrar stjørnur eisini hava
gongustjørnur. Helst er tað ein megin-
regla, at stjørnur hava gongustjørnur.
Trupulleikin er, at tað er so trupult
at fáa hetta staðfest, tí fjarstøðurnar
eru so ovurhonds stórar. Vísindini
taka seg nógv og skjótt fram á hesum
øki, og nýggj spennandi vitan um hesi
viðurskifti verður helst skjótt tøk.
Um sólina kunnu vit harafturímóti
við vissu siga, at hon er ikki serstøk.
Hon er í einum og øllum ein miðal-
stjørna millum tíggjutals túsund milliardir
milliardir aðrar stjørnur. Einasta serstøða,
sum okkara lívgevandi sól hevur, er
hon, at hon er stjørnan, sum er okkum
næst. Vísindini vita tí eisini gjølla bygn-
aðin í henni, næstan metur fyri metur,
frá miðdeplinum og út á ýtuna, gjøllari
enn vit vita bygnaðin í nakrari aðrari
av teimum 100-200 mia stjørnunum
í Vetrarbreytini. Vit vita eisini, at orkan
úr henni stavar frá kjarnatilgongdum,
sum gera hydrogen um til helium.
Tá ið vit ein góðan summardag væl
merkja hitan frá sólini, hóast hon er
um 150 mió km burturi, kunnu vit
halda, at hon er ein friðarlig stjørna,
men so er ikki. Sólargosini eru t.d.
so ógvuslig, at vit illa kunnu ímynda
okkum tey. Vit búgva uttarliga í loft-
havinum um sólina, og hon hevur helst
størri ávirkan á viðurskiftini á jørðini,
enn vit higartil hava gjørt okkum greitt.
Sólin er ein av stjørnunum í Vetrar-
breytini, sum er at meta við eina stóra
stjørnuoyggj í rúmdini. Stjørnurnar
í okkara breyt, og øðrum við, eru so
ótættar, at var bara tað lýsandi tilfarið
í teimum, skuldu tær av røttum verið
syndraðar sundur. At tyngdin kortini
megnar at halda stjørnunum í Vetrar-
breytini saman er ein av mongum
orsøkum, at vísindini nú eru sannførd
um, at nógv myrkt tilfar er í breytunum.
Fyri hundrað árum síðan hildu fólk
flest, at Vetrarbreytin var alt, sum var.
Nú vita vit um hundraðtals mia breytir.
Bólkar av stjørnubreytum
Breytirnar eru ikki javnt býttar í rúmdini.
Stjørnubreytir, galaksar, hava lyndi
til at vera saman í bólkum. Vetrarbreytin
og nakrar tíggjutals aðrar stjørnubreytir
eru partur av Lokalbólkinum (The
Local Group). Tyngdardepilin í Lokal-
bólkinum er onkustaðni ímillum okkara
Vetrarbreyt og Andromedabreytina,
sum eru størstu breytirnar í hesum
bólkinum.
Stórbólkar
Bólkarnir av stjørnubreytum hava í
sínum lagi lyndi til at vera saman í
stórbólkum. Okkara bólkur og einir
hundrað aðrir bólkar eru í Stórbólkinum
Virgo. Stórbólkarnir mynda saman
við stórum “tómrúmum” tey størstu
skapini, sum higartil eru sædd í rúmdini,
sí myndina. Kanska eru hesi tómrúm
(voids) farvegur eftir myrkt tilfar í
rúmdini.
Broyttar heimsmyndir
Nýggj vitan hevur so mangan noytt
vísindini at broyta sína heimsmynd.
Tað kann sjálvandi henda aftur.
Enn vita vit ikki, um jørðin er serstøk.
Um so er, verður tað ikki lætt at góðtaka
á heimspekiligum grundarlagi. Vit
vita, at sólin er ikki serstøk. Okkara
stjørnubreytarbólkur er heldur ikki
serstakur. Stórbólkurin, sum vit eru
partur av, er tað heldur ikki. Spurning-
urin er, um alheimurin er serstakur.
Kanska er ikki bara ein alheimur. Kanska
eru fleiri?!
- - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - -
Eg fari at takka bløðunum fyri, at tey
tóku hesar teigarnar upp, fyrst Dimma-
lætting, sum hýsti greinunum 1-23
og síðan Sosialinum, sum hýsti grein-
unum 24-47.
Eg fari somuleiðis at takka teimum,
sum hava víst hesum teigum áhuga
og hava gjørt vart við seg. Fleiri hava
eggjað mær til at skriva tilfarið saman
til eina bók. Kanska verður høvi til
tess.
Keldur havi eg brúkt nógvar, hóast
eg ikki havi nevnt tær í samanhanginum.
Her eru nakrar teirra:
* Astronomy, Fred Hoyle, Rathbone
Books Limited, London 1962.
* Big Bang, Simon Singh, Harper
Collins Publishers 2004.
* Stjernedrømme, Malene Flagga,
Nyt Teknisk Forlag 2007.
* Chambers Concise Dictionary of
Scientists, David, Ian, John and
Margaret Millar, Cambridge 1989.
* Universets melodi, Henry Nørgaard
o.fl., Gyldendal 2001.
* Det levende univers, Helle og Henrik
Stub, Forlaget TRIP 2001.
* Idéernes bagmænd, bókarøð frá
Polyteknisk Forlag.
* Aktuel naturvidenskab, nr. 6, 2007.
* Astronomi i grundtræk, Helle og
Henrik Stub, Munksgaard 1976.
* Stjernerne, Harald Aaen, Dafolo
Forlag 1990.
* Rejsen ud i rummet, Helle & Henrik
Stub, Gyldendal 2007.
Á internetinum er hópur av tilfari um
stjørnufrøði. Tað er bara at skriva
hóskandi leitorð í onkra leitiskipan.
Á http://astronomy-links.net/ eru nógvar
leinkjur. Ein góð og greitt skipað síða
at byrja við kundi t.d. verið:
http://nineplanets.org/
LIÐUGT