fríggjadagur 4. juni 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 4. juni 2010 · Nr. 90
Sosialurin
Pf. Birting
tekur nú
ímóti
umsóknum
Føroya Banki hevur stovnað íbirtingarfelag til at betra um um
støðurnar hjá stigtakarum at fremja burðardyggar og nýskapandi
ætlanir. Endamálið við felagnum er at seta váðafúsan pening í
fyrstu búningarstigini í ætlanum, sum hava góðar møguleikar fyri
at skapa vøkstur og avkast.
Birting fer at leggja størsta dentin á at menna ætlanir til
fíggingarverd feløg. Síðan tekur Birting seg væntandi burturúr,
og eigararnir kunnu søkja sær víðari fígging frá t.d. framtaks
grunnum og íløgufeløgum.
Fyritreytir
Birting skilar sær rætt til at velja minst ein lim í nevndina aftan
fyri ætlanina, sum íløga verður gjørd í. Nevnd og stjórn skulu
hava viðkomandi fakligar førleikar og royndir.
Birting væntar, at stigtakarin ger munandi íløgu í ætlanina og
brúkar neyðugu tíðina til at menna hana. Nevnd og stjórn verða
lønt samsvarandi fíggjarligu vánunum fyri ætlanini.
Birting treytar sær nakað størri avkast enn vanligt, við tað at
talan er um váðafúsan íløgupening.
Birting miðar ímóti at svara umsøkjarum í seinasta lagi ein
mánað eftir, at umsóknin er móttikin. Er neyðugt at leita sær
uttanhýsis ráðgeving, kann svartíðin gerast longri.
Birting ger bert íløgur í ætlanir, sum verða skipaðar sum
føroyskt skrásett feløg.
Krøv til umsóknir
Umsóknirnar skulu so væl sum gjørligt lýsa ætlanina, sum
stigtakarin arbeiðir við, og sum hann ynskir Birting at seta pening
í. Umsóknirnar skulu í minst lagi innihalda eina lýsing av:
Stovnara og/ella eigara
Møguligum øðrum íleggjarum
Fíggjarstøðu
Fíggjarætlan
Framtíðarmálum
Eru ivamál ella spurningar, ber til at ringja til Corporate Finance
í Føroya Banka, tel. 330 330.
Umsóknir skulu sendast til
P/f Birting
Føroya Banki, Corporate Finance
Húsagøta 3
100 Tórshavn
www.foroya.fo
www.torshavn.fo
Broytingaruppskot
Broyting av almennu byggisamtyktini
fyri Tórshavnar kommunu
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og
byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á
fundi 20. mai 2010 hevur samtykt broyting í almennu byggisamtyktini
fyri D3-økið við Nunnuskúlan og KFUK trøðna.
Ætlaða broytingin snýr seg um eina regulering av D3-økinum við Nunnu-
skúlan og KFUK trøðna fyri at rætta uppá ein skeivleika í kortinum, sum
helst er komin í sambandi við digitaliseringina av kortinum í 1990’árunum.
Broytingin umfatar ognirnar 806f, 806g, 806h, 807e, 808n, 808k, 813, 811
808f, 808ab, 808ae, 808ø, 808l, 808d, 809, 807a, 807b, 807f, 772b, 779a,
779f og 779g.
Tilfar, sum lýsir ætlaðu serstøku byggisamtyktina, liggur frammi í Snarskivuni
á Vaglinum frá 7. til og við 28. juni 2010, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00
til kl. 16.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu
skrivliga í seinasta lagi 19. juli 2010.
tórshavnar
kommuna
Tlf. 30 10 20 · Fax 30 10 21 · vlb@vlb.fo
Ársins plenuklippari
uttan leidning
Við Li-on battaríi fært tú eina
góða heildaruppliving av at
sláa grasplenuna.
Prógvað er, at tú fært penastu
græsplenuna við at brúka
cylindaraknívar, ið klippa
grasið og ikki slíta tað.
Nú fæst plenuklipparin -
við uppladiligum battaríði
Tilboð
Fyrr 4.995,-
Nú 3.995,-
Spar
1.000,-
Heimsins bestu
grasplenutøð við
mosatýnara. Ger
grasplenuna myrkagrøna.
248,- fyri 160 m2