fríggjadagur 4. juni 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. juni 2010 · Nr. 90
26
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
J
acob
Frederik
Olsen
av Toftanesi í Lorvík
var ungur, tá ið hann fór
til Havnar at nema sær
handilskunnleika.
Hann
var í læru hjá Jørgen Bech
& Sønner, ið høvdu handil
í Fútastovu, har íslendska
sendistovan er í dag.
Í 1893 varð hann sendur til
Oyndarfjarðar at standa fyri
Víkahandlinum.
Hetta var ein av teimum
stóru handlunum tá í tíðini.
Hetta var fyrsti úthandil
hjá Jørgen Bech & Sønner í
Klaksvík, sum varð leiddur
av Johan C. Djurhuus, betri
kendur sum Faktorin. Hesin
úthandil var í 1893 nógv størsti
úthandil hjá fyritøkuni.
Uprunaligi
leiðarin
av
hesum handli í Oyndarfirði
var
Klæmint
Høgnesen.
Tað eydnaðist honum at
skapa eitt stórt handilsvirki
í Oyndarfirði, sum fekk út
handlar í Fuglafirði, Elduvík
og Gjógv.
Í Oyndarfirði var sera
nógv virksemi í handlinum.
Her var nógvur útróður og
nógvur fiskur. Eisini hevði
handilin
skip.
Alt
hetta
gav nógv arbeiði í bygdini.
Tað komu upp til 80 fólk úr
Fuglafirði at arbeiða uppá
fisk um sumrini. Tað tók
hálvan annan tíma at ganga
hvønn vegin, og lønin var 1
króna um dagin.
Høgnesen hevði handilin
fram til 1893, tá ið Jákup
tekur við. Hann var framvegis
stórur tá, men nú vóru komnir
kappingarneytar, sum høvdu
tikið nakað frá honum.
Bygdi nýggjan handil
Jákup hevði nógv at liva upp
til. Tá hann hevði verið í Oynd
arfirði í nøkur ár, var farið
undir at byggja handilin út.
Í roknskaparbókunum hjá
Klaksvíkshandlinum
sæst,
at teir eru farnir at gera ein
bygning niðan úr tí gamla.
Tað er í juni 1899, at vit
fyrstu ferð síggja, at løn
er útgoldin. Palli Joensen
á Breyt og Símin Joensen
í Heimistovu í Garðshorni
fáa fyri tað mesta 2 krónur
um dagin, men onkran dag
3 krónur, og so onkran hend
inga dag 3,50 kr. Tað kemur
fyri, at minni er útgoldið, men
tað er ongastaðni viðmerkt,
hvussu nógvar tímar, teir
hava arbeitt.
Tann sum stóð fyri arbeið
inum var Símun Eldevig. 4.
august 1899 fekk hann kr.
56,50 og afturat tí innivist.
6. september var komið so
mikið langt, at trappan var
smíðað. Hon er úr eik. Hana
hevur Símun Eldevig eisini
smíðað, og 3 dagar seinni fær
hann 35 krónur í arbeiðsløn.
Eitt sindur seinni hevur Palle
á Breyt tjørað. Uppgerðin av
kostnaðin av hesi nýbygging
vísir, at útreiðslurnar hava
verið kr. 908,84 krónur, sum
verða skuldskrivaðar Jørgen
Bech & Sønner. Hesin handil
er í skjølum altíð nevndur
Nýggi handil.
Álitismaður
um ein háls
Tey árini Jacob Olsen var
í Oyndarfirði hevur hann
tikið lut í øllum viðurskiftum
í bygdini. Tað hendi so nógv
á tí mentunnarliga økinum
hesi árini. Tað sær út, sum at
hann hevur stuðlað teimum,
ið høvdu hug at gera nakað.
Við síni vøkru skrift hevur
hann tikið sær av øllum tí
skrivliga, og tað er ordan í.
Jacob var formaður í for
standarskapinum
í
fleiri
ár, og løgtingsmaður var
hann í tvey skeið. Áðrenn
floksbýtið sat hann á tingi
frá 19031906, og frá 1910
1914 var hann valdur fyri
sambandsflokkin.
Jacob var føddur 25.2.1870
í Lorvík, sonur Óla Olsen,
bónda í Innistovu á Toftanesi
og Cathrinu Malenu Biskops
tøe norðan úr Vági. Hon var
systir Marin Malenu, konu
Klæmint
Høgnesen,
men
sum tey yngru systkini doypt
Biskopstøe.
Jakku er í Oyndarfirði
inntil 1907. Eftir hann vóru
fleiri leiðarar í handlinum
til Henrietta, dóttir Klæmint
Høgnesen, tekur við.
Afturkomin til Havnar
fór Jacob at arbeiða á fúta
skrivstovuni. Tá komu tey
at búgva í húsinum á horn
inum Sverrisgøta/Tórsgøta,
har Herluf og Tomasia Arna
son saman við Edmund
og Judith Jacobsen høvdu
handil við andaligum bókum
og
bókbindaraverkstað
í
kjallaranum.
Hesi húsini eru burtur
nú, og á grundini er parker
ingspláss
hjá
handlinum
Maria Poulsen.
Fingu seks synir
Jacob giftist við Ingu Poulsen,
18651930, úr Knútsstovu í
Havn. Tey fingu seks synir.
Teir báðir elstu vórðu føddir
í Havn, hinir í Oyndarfirði.
Teir vóru:
1. Olaf Frits, 18931973,
giftist við Mariu Mikkelsen
úr Klaksvík (18931961). Tey
búðu í Havn.
2. Karl, 18951944, ógiftur.
3. Johannes Sigurd Frants
(18971951), var frá 19271930
sýslumaður í Norðoyggjum.
Hann giftist við Mariu Bærent
sen (19001945) úr Havn.
4. Napoleon Olsen, Bona,
18991982. Var í nógv ár
bakarameistari hjá Frants
Restorff. Giftist við Armgarð
Egholm f. 1897.
5. Jacob Christian Ferdin
and Olsen, kallaður Zahle,
19021963, giftist við Birthe
Helene Djurhuus, 19192000,
úr Hósvík
6. Ingvald Olsen, 1905
1981, var giftur við Rosu, og
tey búðu í Keypmannahavn.
Jákup Zahle, kendur
málari og sniðgevi
Tann kendasti av synunum
hjá teimum báðum mundi
vera Jákup C. F. Olsen, van
liga róptur Jákup Zahle.
Hann starvaðist mest sum
alla sína tíð sum postboð og
seinni sum yvirpostboð. Í
frítíð síni starvaðist Zahle
eisini sum teknari og mynda
málari við mongum mynda
framsýningum her í Havn.
Eisini gjørdi hann seg gald
andi innan Sjónleikarahúsið,
frá tí, tað var stovnað. Har
gjørdist hann nevndarlim
ur í 1930 og seinni nevndar
formaður.
Hann hevði eisini fjøl
broyttan áhuga fyri mentan
og list. Frá hesum arbeiði
kom Jákup Olsen at kenna
William Heinesen, og teir
gjørdust vinmenn og listar
ligir arbeiðsfelagar.
Jákup Olsen dugdi væl við
litum og fekst við at tekna
og mála. Serliga gjørdi hann
vart við seg sum leikpalla
málari. Hansara leikpallar
vóru ein livandi partur av
sjónleikinum, sum onkur
hevur tikið til. Men Jákup
Olsen kann eisini sigast at
vera okkara fyrsti sniðskapari
ella designari. Hann teknaði
til tíðarrit, jólabløð og lesi
bøkur og skar bókakápur
í linoleum. Eisini teknaði
hann skreytbløð, jólakort,
blaðhøvd, pengaseðlar, bú
merki og etikettir. Helst
eru fleiri sum ikki vita, at
tað var Jákup Olsen, sum
gjørdi búmerkið hjá eitt nú
Havnar Hornorkestri, H. N.
Jacobsens Bókahandli, Tórs
havnar Sjómansheimi og
sodavatns og øletikettirnar
hjá Restorffs Bryggjarí.
Jákup Olsen, sum sjálvur
var listamálari, var saman
við William Heinesen millum
teir fyrstu, sum skipaðu
fyri
listaframsýningum
í
Havn. Á einari framsýning í
tjúgunum var eisini Mikines
umboðaður, hóast hann tá
ikki var vorðin viðgitin.
Keldur:
Johan R. Jacobsen
Freydis Poulsen
Landsbókasavnið
Húsini hjá Jakku í Fútastovu gjørdust
parkeringspláss hjá Mariu Poulsen
Lorvíkingurin Jakku gjørdist handilsmaður í Havn og í Oyndarfirði. Hann var eisini løgtingsmaður
INGER CHRISTINE OLSEN
F. POULSEN
F. 15. JUNI 1865
D. 15. MARTS 1930
JACOB FREDERIK OLSEN
F. 25. FEBRUAR 1870
D. 10. MARTS 1934
TRÚFØST TIL DEYÐAN
SÁRLIGA SAKNAÐI
GUD ER KÆRLEIKI
Inga og Jákup Olsen saman við synunum. Standandi f.v.
Napoleon (Bona), Jacob (Zahle), Jákup, Frants og Carl
Sitandi: Ingvald, Inga og Olaf
Fiskafólk inni í Víkum í Oyndarfirði
Ein av kendu tekningunum hjá Jákupi Zahle
Komandi hósdag
verður greitt frá Johan
Paula Samuelsen, sum
var í danska sjóverjuni,
og sum doyði bert 27
ára gamal
Feðgarnir Jacob og Jacob Zahle