fríggjadagur 4. juni 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 90 · 4. juni 2010
6
VIKUSKIFTI
Flótandi
kaloribumbur
Jórun Klein, dietistur
heIlsU
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
síðan
Søtir drykkir
Søtir drykkir sum sodavatn, saft
og orkudrykkir innihalda sera nógv
sukur og tískil nógvar kaloriur. Teir
innihalda ógvuliga fáar ella als ongar
vitaminir og mineralir.
• Drekkur tú ein hálvan litur av
sodavatni eyka um dagin, verður
tú 0,9 kg tyngri uppá ein mánaða.
Kanst tú ímynda tær, hvat íð kann
henda uppá eitt ár?
Tað eru góðar vitaminir í djúsi, men
eisini rættiliga nógv (frukt)sukur.
Eitt glas av djúsi er sunt, men um tú
tømir allan pakkan , verður tað til
nógvar kaloriur. Smoothies eru vornir
sera væl umtóktir og kunnu eisini
gott vera ein góður millummáli. Ein
smoothie kann gerast uppá nógvar
mátar. Um hann inniheldur soltna
mjólk ella solti jogurt saman við
fruktini, fær tú umframt proteinir
eisini aðrar vitaminir og mineralir
enn tær, íð typiskt eru í frukt.
• Sjálvt um smoothies hoyra til
tær sunnu drykkjuvørurnar, skal
tú tó vera varug/ur við, at allir
smoothies innihalda kaloriur. Teir,
íð eru í handlunum, innihalda
typiskt millum 120 og 215
kaloriur pr. fløsku (250 ml)
Alkohol
Grundleggjandi er tað sama galdandi
fyri øl, vín og spiritus sum fyri aðrar
flótandi kaloriur. Tess minni, tess
betri fyri vekttapið. Um tað er torført
at vera øl og vín heilt fyri uttan, so
goym gløsini til serstakar løtur. Royn
at minka um inntakið mest møguligt
og kompensera við serliga góðum
víni ella vel eina serliga øl.
• Drekkur tú í miðal eitt glas av
reyðvíni um dagin (ella sjey gløs
í vikuskiftinum), verður tú 0,5
kg tyngri uppá ein mánaða, um
tú ikki minkar um okkurt annað í
kostinum
CAfé-kAffi
Café latte, cappucino, ískaffi, café
mocca og nógv onnur sløg av kaffi
eru vorðin sera væl umtókt. Café-
kaffi smakkar sera væl, men er
ofta kamufleraðar kaloriubumbur,
íð innihalda nógv fleiri kaloriur,
enn mann skuldi trúð. Undantikið
espressokaffi, inniheldur café-kaffi
ofta stórar nøgdir av mjólk, sukri,
siroppi, ísi ella kakao. Mjólkin er ofta
fullfeit ella millummjólk, soleiðis at
ein stórur koppur av café-kaffi um
dagin skjótt kann gerast til nógvar
eyka kaloriur.
• Um tú velur ein kaloriulættan
café-latte við soltimjólk og ong-
um sukri/siroppi framum ein
kaloriutungan, feitan og søtan
café-latte, sparir tú næstan 1/3 av
kaloriunum.
Drykkir, íð innihalda kaloriur, viga tungt í tí samlaða kaloriuroknskapinum
og metta gjøgnumgangandi ikki serliga væl. tískil er tað týdningarmikið
at ansa eftir teimum flótanDi kaloriunum, um tú ynskir at lætna.
flótandi kaloriur fær tú millum annað frá soDavatni, saft, djúsi,
kakaomjólk, feitari mjólk, café latte, víni, øl og orkuDrykkum.
Stutt Sagt
• Drykkjuvørur sum millum
annað sodavatn, saft,
djús, café latte, øl, vín
og spiritus innihalda
nógvar kaloriur og metta
gjøgnumgandi ikki serliga
væl
• Søtir drykkir sum
sodavatn, saft og
orkudrykkir inni halda
bert tómar kaloriur – tað
vil siga tað eru bert fáar
ella ongar vitaminir ella
mineralir í
• Ver varug/ur við at djús
og smoothies innihalda
vitaminir og mineralir –
men eisini nógvar kaloriur
• Hald aftur við café-kaffi,
tað kann vera reinar
kaloriu bumbur
• um tú ynskir at lætna og
samstundis vera mett/ur,
er tað stórt sæð ikki pláss
fyri søtum drykkum og
alkoholi
hvuSSu nógvum flótAndi
kAlorium er tAð pláSS fyri?
Av tí at søtir drykkir og alkohol ikki metta serliga væl, koma kaloriurnar
frá drykkjuvørum bara afturat teimum kaloriunum, íð tú inntekur
gjøgnum dagin. Hetta vil ávirka vekttapið tann skeiva vegin.
Hvussu nógvum flótandi kalorium tað er pláss fyri í gerandisdegnum
er sjálvandi tengt at, hvussu tú annars etur. Men um tú skalt hava
nakað at eta og verða mett/ur, so er tað (stórt sæð) ikki pláss fyri
søtum drykkum og alkoholi, um tú ynskir at lætna.