fríggjadagur 4. juni 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. juni 2010 · Nr. 90
6
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Elfelagið SEV hevur verið
dýrt fyri umhvørvið á Vágs
firði!
Tvær ferðir hesi seinastu
trý árini hava óhapp við
tangarnar hjá SEV elvt til
um fatandi
oljudálking
á
Vágs firði.
Seinast var nú 14. Mai, tá
ið nógv olja rann á sjógv, men
serliga alvorligt var tað fyri
trimum árum síðani, tá ið
nógv tungolja fór á sjógv og
elvdi til umfatandi dálking
um allan fjørðin, bæði í sjálv
ari mølini, men eisini á alt lív
á og í sjónum.
Tað dálkingina arbeiddu
tey í hálvt annað ár við at
basa.
Men hetta er bara tann
sjónligi parturin av dálk
ingini, tí kanningar hjá Um
hvørv isstovuni vístu, at fyri
ikki so langari tíð síðani var
djóralívið í fjørðinum fram
vegis dálkað.
Ber ikki til
Men á seinasta fundi var
semja um í Vágs Býráði, at
hetta ber ikki til longur.
Tí samtykti býráðið at
biðja um fund við SEV at tosa
um viðurskiftini.
Býráðslimir førdu fram
at nú á døgum eru trygd ar
skipanirnar so góðar, at tað
eigur at bera til at sleppa
undan slíkum, serliga hjá
SEV, sum hevur fólk á vakt
alt samdøgurið.
Tað var enntá onkur bý
ráðslimur sum helt, at bý
ráðið skuldi rætt og slætt
krevja eina nullhugsjón á
hesum øki. Altso halda teir,
at kravið til SEV skal vera,
at tað setir skipanir í gildi,
so at ongin olja yvirhøvur
sleppur á sjógv.
Býráðið vil eisini tosa
við SEV um at elfelagið
sjálvt hevur eina ávísa til
búgving, so at ein møgulig
dálking kann basast skjótt
og effek tivt.
Kirstin Strøm Bech,
borg arstjóri,
sigur,
at
áheitan er send SEV um at
koma á fund um støðuna.
–
Annars
hava
vit
fingið at vita frá SEV, at
vit fáa eina frágreiðing um
hesa seinastu dálkinginga,
skoytir hon upp í.
Her eigur eisini at verða
lagt afturat, at hesar báðar
dálkingarnar hjá SEV hava
ikki kostað kommunini
nakað fíggjarliga, tí SEV
hevur gold ið fyri rudd
ingina.
Mugu
fáa
greiðar
manna
gongdir
Stjórin í SEV
sóknast eftir
at ein greið
tilbúgving
verð ur gjørd í
sam bandi við
olju dálkingar
Áki Bertholdsen
Vit mugu hava eina
greiða
mannagongd
fyri, hvussu vit basa
olju dálkingum í Før
oy um.
Tað heldur, Hákun
Djurhuus, stjóri á SEV,
sum er púra samdur
Kommunusamskipan
Føroya, ið nú fer at reisa
málið í landsstýrinum.
– Vit mugu fáa eina
greiða linju ímillum,
hvussu langt ein kom
munal tilbúgving skal
røkka og, hvar ein
lands tilbúgving
skal
taka við, sigur SEV
stjór in.
Hann hevur ikki
enn svarað umbønini
frá Vágs Býráði um
fund um óhappið, sum
førdi
til
umfatandi
dálk ing 14. mai, men
svar ið
verður
sent
skjótt.
Hann sigur eisini, at
so leingi ein greið til
búgving ikki er gjørd,
er tórført at siga, hvør
skal hava ábyrgdina av
at taka upp eftir eina
oljudálking.
Vágs Býráð heldur,
at kanska átti SEV at
havt eitt sindur av út
gerð liggjandi, so at tað
ber til at basa smærri
dálkingum?
– Alt skal betalast.
Og hvat er eitt sindur
og hvussu langt skulu
vit í SEV fara, spyr
Hákun Djurhuus aft
ur ímóti.
Tí heldur hann, at
landið og komm un
urnar nú skulu seta
seg saman og gera eina
greiða tilbúgving, tí
tað er fortreytin fyri
at koma víðari
aki@sosialurin.foww
Hetta
ber ikki til
Vilja hava SEV at ansa
betur eftir oljudálking
OLJUDÁLKING Eftir tvey álvarslig óhapp hesi seinastu árini, vil Vágs
Býráð nú á tal við SEV um at ansa betri eftir so at olja ikki rennur á
sjógv. Summir býráðslimir krevja eina null hugsjón á økinum
Løgreglan kannar
oljudálking hjá SEV
Fútin skal nú gera av um oljudálkingin á Vágs
firði síðsta fríggjadag, skal fáa avleiðingar fyri
SEV ella ikki.
Tað var fríggjamorgunin 14. mai, at fólk
varn aðust, at rættiliga fitt av olju rann á sjógv
úr tangaskipanini hjá SEV í Vági.
Løgreglan varð fráboðað og síðani hevur hon
gjørt tær kanningar og avhoyringar, sum skulu
til.
Jaspur Vang, økispolitileiðari í Suðuroy,
sigur, at tey eru við at leggja síðstu hond á
kanningarnar og nú og hann væntar, at málið
verður avgreitt seinni í hesi vikuni.
Hann sigur, at tá verður málið latið fútanum,
sum so skal taka støðu til um SEV, ella onkur
annar, skal ábyrgdast fyri óhappið og um tað í
so fall skal fáa avleiðingar.
Vágs Býráð vil ikki sláa seg til tols við, at oljudálkingin í Vági 14. mai, bara var eitt óhapp, sum
ongin kundi gera nakað við og nú vilja tey hava eina forkláring frá SEV
aki@sosialurin.fo
DÁLKINGarfUNDUr