fríggjadagur 4. juni 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 90 · 4. juni 2010
5
VIKUSKIFTI
móti á lofti
Inna Törnroos
inna@sosialurin
Fyrst var tað øskan og síðani mjørkin,
ið mundi forða fyri at systrarnar á
Lofti strála saman á Hvítusunnu.
Malan, ið er búsett í Herning,
er heima í heilt serligum ørindum
hesu ferð. Hon skal nevnliga giftast í
summar og er heima fyri at savna sær
føroysk ting at nýta til brúdleypið.
– Brúdleypið er í Danmark, men
eg vil ikki, at alt skal vera so danskt.
Føroyar mugu vera við á einum
hornið, sigur Malan.
Malan er tann eldra av systrunum,
hon er 34 ár og hevur búð niðri í 10 ár.
Hon fór upprunaliga niður á design
ara skúla. Áhugin fyri tí skapandi
hevði hon havt leingi, og hon valdi
at fara á ein skúla, ið kombineraði tað
skapandi við tað industriella.
– Bæði eg og Óluva eru ávirkaðar
av, at vit eru uppvaksnar í einum
heimi har pápi átti eitt vakstrarhús, og
har tað skap andi mátti kombinerast
við at fáa endarnar at røkka saman,
sigur Malan.
Hon og Óluva hava hjálpt nógv til
í vakstrarhúsinum, og hóast Óluva
hevði ætl anir um at taka yvir, tá pápin
fór frá, noktaði hann henni hetta, tí
hann helt tað vera ov strævið hjá
dóttrini.
– Eg og babba arbeiddu nógv
saman og gjørdust eitt gott team,
greiður Óluva frá.
Tá systrarnar, í sínum núverandi
virk semi, vilja hava skapandi ráð fara
tær til pápan Kára á Lofti, og um tær
vilja hava fíggjarlig ráð, fara tær til
mammuna Mariu á Lofti, ið starvast
hjá Atlantic Airways.
– Mamma er so deilig at hava við
sær, tí hóast at hon næstan er 60 ár,
er hon sera ungdómlig og tímir væl
við á móta messur og ein túr á pubbina
aftaná, sigur Óluva.
Kappas á landsliðnum
Passiónin hjá Óluvu – eftir mótan
– eru ross. Hon og sjeikurin David
Norden dahl eiga tvey ross og Óluva
kappast eisini á landsliðnum.
– Eg fór niður at læra á seymiskúla,
men eg kundi ikki vera leingi burtur,
tí eg hevði mínar hestar í Føroyum,
sigur Óluva.
Hon fór tí í handilslæru í handl
inum »Seytjan«, íð lá í somu hølum,
sum Sirri er í nú.
Áhugin fyri tí bundna og føroyska
var tá stórur, og báðar systrarnar komu
í samband við Sirri. Malan gjøgnum
sína høvuðsuppgávu fyri Sirri, og
Óluva starvaðist í handlinum.
– Tá fyrrverandi ánarin vildi leggja
frá sær, spurdi eg, um eg og sjeikurin
ikki kundu keypa part í fyritøkuni.
Hann játtaði, og eg tók yvir handilin,
greiður Óluva frá.
Hon byrjaði beinavegin at taka
før oyskar sniðgevar inn, tí hon
vildi broyta handilin frá at vera ein
ferða manna handil til at gerast ein
mótahandil.
– Nú eru tað fýra sniðgevar og Sirri
her í handlinum. Kravið, eg seti, er, at
vit eru einasti handil í Føroyum, ið
selur teirra klæði. Eg trúgvi ikki uppá,
at man skal selja somu vøru á nógvum
støð um í Føroyum, sigur Óluva.
Eitt av merkjunum, ið selur væl,
er »Lofti« hjá Maluni. Tað eru einkul
klæði við ráum detaljum.
– Klæðini hjá Barbaru í Gongini
eru sera vælumtókt í Danmark, men
før oy ingar eru enn eitt sindur bangnir
fyri teim um, sigur Óluva.
Starvast í Bestseller
Malan arbeiður nú fulla tíð við barna
klæðunum »Name it« í risafyritøkuni
Bestseller. Merkið »Loftið« fer við
all ari hennara frítíð,og hon ger tvær
kollektiónir um árið.
– Eg arbeiddi bara við mínum
egna merki eina tíð, men eg helt, at
tað bleiv í so einsligt. Eg saknaði at
hava fólk rund anum meg, sigur hon.
Á »Name it« eru tað umleið 200
fólk, og Malan er ein av stjórunum.
Óluva, ið eigur eina 6ára gamla
dóttur, heldur, at klæðini hjá »Name
it« eru blivin betri, síðani Malan
byrjaði.
– Ja kanska, sigur Malan, eitt
sindur smæðin. Eg havi broytt
klæðini frá at vera 100% bumull til at
innihalda 5% av elastan so, at tey ikki
missa passformin tá tey eru vaskað.
Bestseller hevur eisini merkini
Vero Moda og Vila, men Malan heldur
ikki at hon hevði klárað at arbeitt fyri
tey merk ini, eftirsum tey eru ov lík
hennara egna »Lofti«.
Avgerðandi munurin millum
klæð ini, sum systrarnar á Lofti fáast
við, og tað sum Bestseller hevur, er
prísurin.
Malan og Óluva eru báðar á einum
máli um, at teirra vøra skal kosta. Tað
skal vera høg góðska, og ein skal ikki
møta einum persóni í sama plaggi á
hvørjum horni.
SyStrarnar á LofTI eru báðar virknar innan móTaheImIn í Føroyum.
maLan Sum snIðgevI og óLuva Sum ánarI av handlinum sIrrI.
Saman sTuðLa tær hvørjari aðrarI, og tá tær hava brúk Fyri góðum
ráðum, eru tað til foreLdrInI í Sandavági, tær venda Sær
Við móta
á lofti
Fakta á lofti systrarnar
Navn: Malan á Lofti
Aldur: 34
Býr: Herning
Starv: Sniðgevi og eigari av »Lofti«
familja: Skal giftast við Kaare,
tey hava eina kettu
Navn: Óluva á Lofti
Aldur: 29
Býr: Argjum
Starv: Krambakvinna og eigari av »Sirri«
familja: Sjeikurin David Nordendahl
og dótturin Berta Maria