fríggjadagur 4. juni 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 90 · 4. juni 2010
10
VIKUSKIFTI
Vildi Verða
timburmaður
og gjørdist
vitanarstjóri
Hann er 38 ára gamal, eigur fimm børn, og í fimm ár Hevur Hann verið
fremsta almenna røddin Hjá føroyskum lærarum. nú er Hann farin
frá sum formaður í føroya lærarafelag, tí mentamálaráðið í vikuni
setti Hann sum stjóra á nýggjum vitanarstovni í skúlaverkinum.
magnus tausen er vorðin ímyndin um føroyskan skúlaskap, men
í fólkaskúlanum droymdi Hann bara um at sleppa at smíða
Samrøða
uni arge
uniarge@gmail.com
Ongin, sum hevur hoyrt hann úttalað
seg alment, hevur ivast í, at hann brendi
fyri síni sak.
Í Mentamálaráðnum hava tey uttan
iva ofta suffað um hansara áhaldni, tí
við Magnusi Tausen hevur Føroya Lær
arafelag havt ein formann, sum bæði
hevur dugað at orðað seg greitt og
grund givið fyri sínum sjónarmiðum.
Men so hendi nakað.
Helena Dam á Neystabø, lands
stýris kvinna, skuldi brúka ein nýggj an
stjóra at leggja Føroya Skúla bóka grunn,
Landsmiðstøðina fyri undir vís ing
aramboð og KTdepilin saman í ein
nýggjan vitanarstovn, og tá hon kag
aði í rúgvuna við umsóknum, sá hon
navn ið hjá Magnusi Tausen.
Hon ivaðist neyvan í, at hann var
skikk aður sum umsøkjari, tí hon kendi
hansara dygdir. Tá hon so skilti, at
hon eisini kundi prika luftina úr Før
oya Lærarafelag eina løtu, tók hon av
møgu leikanum og setti Magnus Tausen
í sessin.
Hvør grein eftirkannað
Magnus Tausen bregður ikki úr ætt, tá
tað snýr seg um áhugan fyri lærdómi
og skúla. Foreldur hansara, Svenning og
Amy Tausen, hava bæði tænt trúliga í
skúla verkinum og á mentanarpallinum
í mong áratíggju. Hetta hevur eisini
givið honum nógvan íblástur.
– Heima tosaðu vit altíð um bøkur,
mál og skúla, og nógv skúlafólk komu á
gátt hjá okkum. Vit tosaðu so nógv um
bøkur og mál, at hvørja ferð eg skrivi
eina grein alment, fái eg mammu og
pápa at lesa hana ígjøgnum, so mál
burðurin er í lagi. Hesin vanin hevur
givið mær nógv ríkari mál, sigur
Magnus Tausen.
Frá barnsbeini av er hann komin
nógv í samband við stóru skúlarnar
í Havn. Fólkaskúlaárini gekk hann í
Venj ingarskúlanum, meðan pápin var
vara skúlastjóri í Eysturskúlanum. Tá
hann hevði tikið prógv á Føroya Lær
ara skúla í 1998, fekk hann so starv í
Komm unuskúlanum. Bara tvær ferðir
hevði hann verið á gátt í Kommunuskúl
anum, áðrenn hann fekk starv har.
Soleiðis var hjá mongum næmingum
í høvuðsstaðnum. Hoyrdi tú ikki til á
einum skúla, komst tú ikki á gátt har,
tí tú hevði onki at gera har. Men frá
1. august situr Magnus Tausen so yvir
øll um landsins lærarum og næmingum
og skal teirra vegna samskipa Føroya
Skúlabókagrunn, Landsmiðstøðina og
KTdepilin í ein munagóðan vit anar
depil.
Tey flestu halda ivaleyst, at Magnus
Tausen altíð ætlaði at gerast bókligur.
Men so er ikki. Í fólkaskúlanum droymdi
hann hvørki um mál, krit, tímatalvur,
fakfeløg ella skúlabøkur.
– Eg droymdi bara um at sleppa at
smíða. Eg vildi verða timbur maður.
Kanska var hetta mín lítli ung dóms
uppreistur, men hann vardi ikki so leingi,
tí tá fólkaskúlin var av í 1988, fór eg í
Hoydalar. Tá brast snikkaradreymurin,
sigur Magnus flennandi.
Lærdi hjá Shell
Eftir lokið studentaprógv í 1991 fór
hann í læru sum skrivstovumaður hjá
Shell. Har var nógv gongd í, og starvs
felagarnir vóru dugnaligir. Enn minnist
hann tøgnina, tá starvsfólkini stóðu
uppi yvir útvarpslurtinum 6. oktober í
1992 og frættu, at Føroyar vóru settar
undir umsiting. Tað, sum síðan hendi,
var als ikki stuttligt.
– Oljufeløg koma í samband við nógv
vinnu virkir og nógvar privatpersónar.
Tá kreppan var í hæddini, upplivdu
vit reina armóð, og tað var hart at
síggja. Shell bar seg eftir mínum tykki
menn iskjaliga at, men eg ásannaði, at
handilslívið var ikki akkurát eg, og tí
fór eg á Føroya Læraraskúla í 1994,
greið ir Magnus Tausen frá.
Á Læraraskúlanum treivst hann illa
tað fyrsta árið og ætlaði sær at gevast.
Men so rann saman millum hann og
konuna, Sóleyð. Tá fór hann at trívast
betur, og næstu trý árini vóru góð. Eftir
loknu útbúgvingina í 1998 og fyrstu
árini sum lærari í Kommunuskúlanum
Eg vildi verða timburmaður. Kanska var
hetta mín lítli ungdómsuppreistur