Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juni 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 4. juni 2010 · Nr. 90 Sosialurin Hósdagin varð gransk­ ing ar sáttmálin mill um Føroyar og Evropa sam­ veld ið undirritaður. Jørgen Niclasen, uttan ríkis ráðharri, und ir ritaði vegna Før­ oy ar, og aðalstjórin í ES aðalráðnum fyri gransking, Silva Rod rigu ez, undirritaði vegna ES. Síðan Lissabon sátt­ mál in kom í gildi, er tað Evropasamveldið, ið er sáttmálapartur. Før oy ar eru tískil millum tey fyrstu 10 londini, sum gera sáttmála við Sam veld ið. Føroyar hava nú tríggj ar sáttmálar við ES. Ein fiskiveiðisáttmála frá 1977, ein handils sátt mála frá 1996 og nú eisini ein gransk ingar sátt mála. ­ Tað hevur tikið seks ár at fáa henda sátt mála upp á pláss, og eg fegnist um, at vit endiliga eru komin á mál. Sáttmálin er slóð­ brót andi fyri Før oy ar, og eg havi góðar vón ir um, at vit á fleiri økj um kunnu fáa enn tætt ari samstarv við ES. Í kortunum ligg ur nú at avgreiða ECAA sáttmálan um flog ferðslu og at víðka ver andi samstarv til onn­ ur øki sum tænastur og útbúgving, sigur Jørgen Nicla sen, uttan ríkis ráð harri. Uttanríkisráðharrin helt røðu áðrenn undir ritan­ ina har ið hann legði dent á, hvussu stór an týdning tað hev ur at hava eitt tætt sam starv við ES, og at før­ oysk ir granskarar nú kunnu samstarva við granskarar í ES á jøvnum føti. Hetta fer at geva bæði før oyska garnskingar um hvørvi num og gransk ingar um hvørvið í ES góðar møgu leikar at framleiða við kom andi gransking, sum kemur at fáa stór an samfelagssligan týdn ing. Um 25 fólk vóru til undirritanina og mót tøku­ na aftaná á Sendi stovu Føroya í Brússel. Úr ES kervinum vóru bæði umboð úr Ráðnum og ES Nevnd­ ini. Umframt lands stýris­ kvinnuna í mentamálaum, var eisini umboð úr Gransk ingarráðnum við til undir ritan ina. DANSK INSTITUT FOR KROPSORIENTERET PSYKOTERAPI – instituttet grundlagt 1988 Ønsker du at blive psykoterapeut og/eller supervisor, med mulighed for skabelse af nye jobfunktioner? 1 årig og 3 årig psykoterapeutuddannelse Start: april, juni eller september 2010 Årligt: 20 kursusdage. Pris: årligt kr. 29.000 Indhold: fordybelse, selvudvikling, faglig kompetence, karakteranalyse, omsorgssvigt, chok og traumer, supervision, coaching, konfliktløsning og lederskab 1 årig supervisionsuddannelse Start: december 2010. 12 kursusdage. Pris: 19.000. Indhold: faglig og personlig udvikling og kompetencer, teoretiske metoder og praktisk træning, med mulighed for at blive en faglig dygtig supervisor. Uddannelsen er anerkendt især indenfor de sociale, sundhedsmæssige og pædagogiske fagområder. Introduktion i Tórshavn: 26. juni Brochure og oplysninger mail tlf. +45 43 62 28 79 info@difkp.dk · www. difkp.dk Gransk­ ar ar við í ES sam­ s tarv ist pørtunum herfyri at hitt­ ast í London. Landsstýrismaðurin helt fast um ein størri kvotupart, men Noreg og ES vildu ikki tilluta Føroyum tey umleið 15%, sum landsstýrismaðurin hev ur lagt upp til skal vera okkara partur. Samráðingarnar slitnaðu, og Føroyar fara nú at áseta sær eina eginkvotu av makreli fyri 2010, samstundis sum landsstýrismaðurin fer at áseta í kunngerð, hvussu stór henda kvota verður, og hvussu hon skal býtast mill­ um skipabólkar. Landsstýrismaðurin hev ur sagt, at nótaskipini helst fáa umleið ein helm­ ing av meirkvotuni, með an aðrir skipabólkar og út róðr­ arflotin fáa hin helmingin. Nótaskip órógvast Einir seks ymiskir skipa­ bólkar hava sagt seg taka fult undir við, at lands stýris­ maðurin ásetir Føroyum egin kvotu av makreli í ár, og áhugin fyri hesum til­ feingi er so stórur, at einar 40 umsóknir nú liggja í fiski­ mála ráðnum um at sleppa at fiska makrel í føroyskum sjógvi í 2010. Einasti skipabólkur, sum er órógvaður av støðuni, er Felagið Nótaskip sum held­ ur, at Føroyar í fyrsta lagi áttu at samráðst við hini stranda londini hetta árið aftrat, samstundis sum roynt verður at fáa til vega hald­ gott skjalatilfar um makrel í før oyskum sjógvi. Um summarið, tá makrel­ ur stendur í føroyskum sjóg­ vi, er hann feitur og bleyt ur, tí hann er fullur av æti, og tí meta nótaskipini, at tað loysir seg líka væl at halda seg til avtaluna, sum eisini merkir, at føroysk skip kunnu fiska makrel í norsk­ um­ og ES­sjógvi um heyst ar­ nar, tá fiskurin er bestur, og mest kann fáast fyri hann. Felagið Nótaskip er samt við landsstýrismanninum um, at Føroyar eiga ein størri lut í felagskvotuni av makr­ e li, nú fiskurin í størri mun kemur um okkara leið ir, men tey stuðla ikki lands stýris­ manni num í, at Føroyar longu í ár taka seg burtur úr stranda landasamstarvinum og áseta sína egnu kvotu. Royndir við Norðborg Ein spurningur, sum hev ur verið nógv frammi í seinastu­ ni er, hvørt tað loysir seg at virka makrel til matna, sum er veiddur í føroyskum sjógvi um summarið. Í fjør summar fingu trý skip 1500 tons tilsamans – ella 500 tons í part – til roynd ir eftir makrel í før­ oysk um sjógvi. Hetta varð tikið burtur av heild ar kvotu­ ni, sum Føroyar áttu í sínum parti sambært stranda landa­ av taluni. Norðborg, sum er fram­ leiðslu skip, fór at partrola saman við Fagrabergi, og síðan gjørdi eisini Finnur Fríði sínar royndir. Jón Rasmussen var skipari á Norðborg á hesum túri, sum byrjaði beint fyri hálv an juli mánaða í fjør og vardi til ólavsøku. ­ Túrurin, sum vardi einar 12­14 dagar, vísti, at nóg mikið var at fáa av fiski til okkara fram leiðslu. Vit byrjaðu norðuri móti markinum og fingu fisk beinanvegin. Veið­ an var ein blandingur av makre li og sild, har umleið 2/3 av veiðini var makrelur og stív liga 1/3 sild. Makrelurin var rímiliga stórur her norð­ uri, umleið 440 gr. í mið al. Seinni á hesum sama túri vóru vit eisini syðri í før­ oysk um sjógvi. Tá var eingin hjáveiða av sild, men makr el­ ur in var hinvegin væl smær­ ri, umleið 350­370 gr. í miðal, sig ur hann. 1300 tons tilsamans Jón Rasmussen sigur, at teir á hesum túri fingu nóg mikið av fiski til ta framleiðsluorku, sum Norðborg hevur. ­ Vit fingu eini 120 tons í lastina um samdøgnið eftir tóv í einar 4­5 tímar, og tað er góð veiða. Vit brúktu soleiðis ikki so langa tíð til at fáa ta veiði, vit skuldu hava til okkara framleiðslu. Skiparin sigur, at túr ur­ in tilsamans gav 1300 tons, harav 800 tons var skrá­ skorin og heilfrystur makrel­ ur og umleið 500 tons var silda fløk. ­ Vit fingu einar 7­8 krón ur fyri kilo fyri skrá­ skorn an makrel, sum er ein lutfalsliga nýggj vøra. Ís­ lendingar, sum eisini veiddu nógvan makrel í íslendskum sjógvi í fjør, gjørdu tað sama sum vit – ella vit tað sama sum teir, kunnu vit siga. Jón Rasmussen sigur, at til saman burðar kann nevnast, at Norðborg fyri rundan og óvirk aðan makrel, veiddur í norskum ella ES­sjógvi um heystarnar, kunnu fáa sama prís og meiri enn fyri skrá skornan og pakkaðan makr el, veiddur í føroyskum sjógvi um summarið. ­ Hetta merkir, at vit kun­ du fáa tað sama og meiri fyri rundan og óvirkaðan makrel – enn fyri virkaðan og pakkaðan makrel úr før­ oyskum sjógvi. Orsøkin er, at tá makrelurin stendur í føroyskum sjógvi um summ­ ar ið, er hann fullur av æti – og er bleytur. Vænta lægri prís Skiparin sigur, at teir á túri­ num í fjør summar eisini koyrdu nakrar makrelar ígjøgn um maskinurnar fyri at vita, um fiskurin var egn­ að ur til flak, men fiskurin var alt ov bleytur og leysur í kjøti num til tess. Jón Rasmussen sigur, at keyparar fylgja væl við, hvus su útlit eru, og nú Ísland og Føroyar kunnu væntast at koma út á marknaðin við stór um nøgdum av makreli í summar og til heystar, er hugs andi, at prísirnir fyri lid nu vøruna ikki verða so fræg ir, sum teir, ið vit fingu fyri fiskin í fjør summar. ­ Eg vænti, at tey skip, sum fara at fiska makrel upp í tangar í summar, eisni fara at fáa ein trupulleika, og eg ivist í, um tað yvirhøvur fer at bera til at fáa fiskin í lík­ i nda standi til lands, sigur Jón Rasmussen, sum vit fara at venda aftur til í blaðnum mána dagin. vilmund@sosialurin.fo - Keyparar fylgja væl við, og nú Ísland og Føroyar kunnu væntast at koma út á marknaðin við stórum nøgdum av makreli í summar og til heystar, er hugsandi, at prísirnir fyri lidnu vøruna ikki verða so frægir, sum teir, ið vit fingu, sigur Jón Rasmussen, skipari keyparar vit kunnu fáa tað sama og meiri fyri rundan og óvirkaðan makrel úr norskum sjógvi sum fyri virkaðan makrel úr føroyskum sjógvi JÓN RASMUSSEN