fríggjadagur 4. juni 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 90 · 4. juni 2010
11
VIKUSKIFTI
fór hugurin til fakfelagsarbeiði at gera
um seg.
– Í 2000 vórðu broytingar framdar
í eftirlønini, sum vit yngru lærarar
vóru ónøgdir við. Hetta hevði við sær,
at eg stillaði upp til formansvalið í
Føroya Lærarafelag í 2001. Elsa Birgitta
Petersen vann valið, og eg gjørdist
kassa meistari. Í dag fegnist eg nógv
um tað. Eg var ikki til reiðar at gerast
for maður tá, ásannar hann.
PISA loypti hvøkk á
Í 2005 var aftur formansval á skránni,
og hesaferð varð hann valdur. Nú var
hann til reiðar at taka við sessinum og
fór til verka at gera Føroya Lærarafelag
sjón ligari. Málið var enn sum áður at
gera vart við korini hjá lærarunum,
men ikki bara við at vísa á ónøgd. Hann
vildi eisini vísa á loysnir.
– Skalt tú verða tikin í álvara, mást
tú hava uppskot um loysnir, og eg haldi
eisini, at myndugleikarnir hava havt
virðing fyri Føroya Lærarafelag. Vit
hava gamaní havt onkrar samanbrestir,
men vit hava altíð kunnað sett okkum
niður aftaná og tosað saman, sigur
Magnus Tausen.
At samskipa sjónarmiðini hjá
hundraðtals lærarum er ein avbjóðing.
Fólka skúlin verður ofta umrøddur sum
ein eind, men í eindini eru bæði lær
arar, ið undirvísa einsamallir á smáum
bygdaskúlum, og lærarar, ið undirvísa
sam an við nógvum øðrum á stórum
skúl um. Teirra umstøður eru sera
ymiskar.
Ta størstu avbjóðingina fekk Føroya
Lærarafelag tó, tá PISAkanningin
rakti fólkaskúlan sum eitt sleggjukast
í 2006.
– PISAkanningin loypti hvøkk
á alla skúlaskipanina og eisini
politikararnar, men hon var eitt gott
høvi at seta skúla skap á breddan og
fáa orðað ítøkilig mál fyri skúlan. Ein
bólkur varð settur niður við umboðum
fyri Mentamálaráðið, Lær ara felagið,
foreldur og kommunurnar, og arbeiðið
í hesum bólki var eitt tað besta, eg havi
verið við í, tí kjakið var sera opið og
gevandi, sigur Magnus Tausen.
Savna alla vitan
Nógvar ítøkiligar ábøtur komu burtur
úr arbeiðinum, ið sett varð í verk. Fleiri
undirvísingartímar vórðu játtaðir,
Føroya Skúlabókagrunnur fekk hægri
játt an at gera fleiri undirvísingarmiðlar,
lætt lesibøkur sum tær væl umtóktu
Krabba bøkurnar vórðu givnar út, og
sjøtul varð settur á at útbúgva lærarar
sum lesi veg leiðarar.
– Politiska viljanum at fremja átøkini
bagdi onki. Landsstýrisfólk sum Jógvan
á Lakjuni og Helena Dam á Neystabø
hava gjørt sítt, men trupulleikin nú er,
at átøk ini, ið sett vórðu í verk, verða
bumbað niður við sparingum. Hetta er
ørkyml andi at síggja, tí vit enda á sama
støði sum áðrenn PISAkanningarnar,
sigur Magnus Tausen og ásannar, at
viðhvørt røkka pengarnir bara ikki.
Kortini fer hann við góðum treysti
undir at samskipa KTdepilin, Skúla
bóka grunnin og Landsmiðstøðina
í ein sterkan vitanarstovn, tí hetta
er upplagt at gera, heldur hann. KT
skipanirnar kunnu ikki vera leysar
av skúlabókunum, og skúlabøkurnar
kunnu ikki vera leysar av ráðgevingini
á Landsmiðstøðini.
– Avgerandi í samanleggingini er, at
alt tað nógva virksemið, sum stovnarnir
longu hava, ikki verður órógvað, tí tað
er so grundleggjandi. Vit skulu hava
øll starvsfolkini at húsast í somu lon,
sameina arbeiðsgongdir og skapa ein
leiðslubygnað. Síðan skulu vit knýta
innihaldið í stovnunum saman í undir
vísingarportalin, SNAR. Eg vóni at fáa
Føroya Læraraskúla, Fróðskaparsetrið
og aðrar vitanarstovnar við í hetta
arbeiðið, so SNAR verður ein spennandi
kelda til alla vitan hjá føroyingum
heima sum úti, sigur Magnus Tausen.
Skalt tú verða tikin í álvara, mást tú
hava uppskot um loysnir
Fakta Magnus Tausen
Navn: Magnus Tausen
Føddur: 1. juli 1971
Giftur við Sóleyð í 1995
5 børn - 12, 11, 8, 6 og 3 ár
Skrivstovuútbúgving hjá Shell 1994
Prógv: Føroya Læraraskúli 1998
Starv í Kommunuskúlanum 1998
Nevndarlimur Føroya Lærarafelag 2001 og
formaður 2005
Frá 1. august 2010 stjóri á Føroya
Skúlabókagrunni, Landsmiðstøðini og KT-
deplinum
Magnus Tausen tekur 1. august í ár við starvinum
sum vitanarstjóri í skúlaverkinum
myndir: álvur haraldsen