Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juni 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. juni 2010 · Nr. 90 12 Sosialurin Kjak Tað sær út til, at ávíst rok hevur tikið seg upp um av­ greiðslu av útgjaldingum av inntøkutrygd fiskimanna fyri um leið einum ári síð­ ani. Málið snýr seg um, at minstaløn verður útgoldin gjøgnum fiskimálaráðið sam bært lógina. Persónligu ábyrgd ina av útgjaldingini hevur fiskimálaráðharrin. Áðrenn eg fari víðari kann leggjast afturat, at trupul­ leikin eins væl kundi havt verið á onkrum øðrum øki, til dømis fólkapensiónsøkinum. Men nú er tað minstalønin, sum er tað aktuella. Lat meg leggja afturat, at eg kenni bert málið frá føroysku fjøl­ miðlunum. Um leið hálvárið 2009 skal ein termin viðvíkj andi minstuløn gjaldast sam svar­ andi lógini um inntøkutrygd og minstaforvinning. Hetta verður gjørt upp, og menn eiga hendan pening til góðar hjá landskassanum. Hetta er eitt heilt vanligt rættarkrav, og tíðartermin er eisini ásett. Tveir partar eru í sakini, har er ein debitor, sum eru ymiskar skipsmanningar, og ein kreditor, sum er lands­ kassin. Eingin tvístøða er um hetta. Men so hendir tað, at kreditor, tað vil siga lands­ kassin (nakrir tingmenn), rør framm undir at bera seg undan at gjalda til tíðina, tí ikki nóg mikið av peningi stendur á fíggjarlógini fyri 2009. Fiskimálaráðið kemur tí í ta støðu, at um teir ikki gjalda, so bróta teir lógina um inntøkutrygd og mislíkahalda sínar gjaldsskyldur. Og tað er ikki serliga tespiligt fyri ein almennan landskassa. Hinvegin við at gjalda koma teir møguliga at yvirtrekkja postin fyri inntøkutrygd á fíggjarlógini. Fiskimálaráðið gjørdi tó tað einasta rætta og rímuliga, og tað var at gjalda monnum tað teir høvdu til góðar. Nú um leið eitt ár er far­ ið síðani hendingina, og fíggjarárið 2009 er far ið aftur um bak, hava klag ur frá løgtingsmanni (­monn­ um) hingið í luftini og kann­ ing ar verið gjørdar av lands­ stýris mála nevndini. Tað er í sjálvum sær einki at siga til, at tingmenn hava eyguni eftir, hvussu landsstýrið um situr sítt virksemi. Men tá ein nevnd av tingmonnum, í hesum førinum lands stýris­ málanevndin, átek ur sær at gera eina løg frøðis liga kanning og har afturat kem­ ur við eini løg frøðis ligari niður støðu, so má krevjast av henni, at kann ingin er gjøllig, og at ting menninir hava skilt tað lógar grundar lagið og tað systemið teir við gera. Í hesum førinum er tað land sins og samfelagsins al­ menni peningakassi tað snýr seg um. Hesin kassi hevur bæði inntøkur og útreiðslur, sum eru grundað á fjøld av lógum og avtalum. Flestu av hesum lógum hava ikki innbygdað tíðaravmarking. Men kunnu sjálvandi broytast ella avtakast av lóggevandi myndugleikanum, Løg ting ­ inum. Summar av hes um lógum heim ila inn tøk ur til lands kassan (skatt ur, meir­ virðis gjøld v.m.). Aðrar lógir heimila útreiðslur (sosialar veitingar, minstaforvinning v.m.). Hesar lógir binda sam­ stundis landskssan til at gjalda veitingarnar eftir teim reglum lógirnar áseta. Síðani eru eisini skyldur lands­ kassin átekur eftir ymiskum avtalum. Síðani er ein lóg viðvíkj­ andi peningaviðurskiftum landsins, sum hevur stóran týdning, men sum samstundis er tíðaravmarkað. Tað er løgtingsfíggjarlógin. Hend­ an er bert galdandi fyri eitt ár ísenn, men hon skal sam­ tykkjast á hvørjum ári (álma­ nakka ári), tí vit skulu altíð hava eina galdandi fíggjar­ lóg. Fíggjarlógin skal í prin­ sippinum umfata alt lands­ kassans virksemi. Men skilj ast skal, hvussu hon er upp bygd, og at hon er nær tengd at øllum øðrum lógum, og skal vera í samsvar við allar aðrar galdandi inntøku­ og útreiðslulógir. Fíggjarlógin er tí fyrst fremst eitt budgett fyri við­ kom andi ár, men har afturat part vís ein lóg, sum hevur í sær ymiskar játtanir. Postarnir á fíggjarlógini kunnu tí býtast upp í met­ ingar, tað vil siga budgett­ postar, og játtanarpostar. Útreiðslurnar til minstuløn er heilt klárt ein budgettpostur. Tá fíggjarlógin verður sam­ tykt verður mett um hesa útreiðslu fyri viðkomandi ár. Hon skal við á fíggjarlógina, tí hon er ásett í aðrari lóg, sum forpliktar landskassan. Hetta er sjálv heimildarlógin. Nágreiniligu upphæddina veit eingin fyrrenn árið er farið. Tá skal eitt møguligt frávik (sum næstan altíð vil vera) takast við á eini eyka fíggjarlóg. Landsstýrið hevur tí beinleiðis skyldu at avgreiða útgjaldingar av minstuløn, líkamikið hvør upphæddin á fíggjarlógini er, tí onnur játtanarlóg ásetur tað. Nakað annað er, at vanligt fíggjarligt skil, hjá fyrst og fremst fíggjarmálaráðnum, hevur við sær eina skilagóða budgettuppfylging sum árið líður. Viðvíkjandi játtanarpos­ tum á fíggjarlógini er støðan øðrvísi. Her er eingin onnur lóg enn fíggjarlógin, sum bindir landsstýrið. Um til dømis onkur studningur er játtaður, kann ikki gjaldast útyvir játtaðu upphæddina. Um hetta skal gerast má nýggj eykajáttan útvegast. Tað er tí heilt galið og púr asta misskilt, tá lands­ stýris málanevndin sig ur í síni fráboðan: “At lands stýr­ ismaðurin eftir fylgj andi hev­ ur fingið neyðuga eyka játtan, og at talan sostatt ikki er um meirnýtslu fyri fíggjarárið 2009, merk ir ikki, at Løgtingið eftir fylgj andi hevur góðkent, at landsstýrismaðurin hev­ ur goldið pening úr lands­ kass anum uttan fíggjarliga heimild.” Støðan er beint tvørt ur­ ímóti. Landsstýrismaðurin hevur havt bæði heimild og skyldu at útgjalda pen­ ingin. Hetta er sambært “aðari játtanarlóg”. Møgulig eykajáttan á eykafíggjarlóg skal útvegast aftaná og í seinasta lagi, tá árið endar. Tað er sera ørskymlandi, at landsstýrismálanevndin við trimum tingmonnum kemur við eini slíkari niðurstøðu um lógarbrot, sum fráboðað er í skrivinum frá 27.05.2010. Men uppaftur meira ørskymlandi er at hoyra og síggja tríggjar aðrar tingmenn í Degi og Viku seta seg sjálvar og lands stýrismálanevndina upp um lóg og rætt, og halda seg kunna avgera, hvat ið er lógar brot ella ikki. At so fjølmiðlafólk, sum “avhoyra” løgmann, og sam felagsfrøðingur fylgja hesum upp, og vilja gera landsstýrismálanevndina til ein avgerandi dómstól, boðar ikki frá góðum fjøl­ miðlasiði. Syrgiligt var at hoyra samfelagsfrøðingin gera metingar um løgmaður var “begávaður” ella ikki. Hann óttaðist eisini fyri, at løgmaður var við at hótta parlamentarismuna í Føroyum, tí hann ikki koyrdi fiskimálaráðharran frá ella fór frá sjálvur. Nei mín góði Dalsgaard, parla­ mentarisman stendur og fellur ikki við trimum ting­ monnum. Tað skal heilt ann­ ar hugburður til. Fyri parlamentarismuna er tað nógv meira avgerandi, at parlamentarikarnir eru seriøsir. Tað at nýta hvørt høvi at arga sínar sam starvs­ felagar er ikki seriøst. Eitt dømi er, at somu ting menn, sum nú vilja hava fiski mála­ ráð harran og helst eisini løg mann frá, fyri einum ári síðani leikaðu í, tí fiski mála­ ráð harrin var heldur seinur at gjalda minstulønina út. Slíkir menn eru ikki álítandi. Jógvan Sundstein Fíggjarlig umsiting og ábyrgd Hósdagin 3. juni fingu allir løgtingslimir eitt teldu­ bræv frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, har vit vórðu biðin um at skriva undir eina áheitan á løg­ tings formannin, um, ”uttan óneyðuga dvøl”, at kalla tingið saman. Á skránni fyri ætlaða tingfundin skuldu vera ófráboðaðir og munnligir fyrispurningar. Nú veit eg, at tað kann vera freistandi at koma við slíkum áheitanum, tí vanliga geva tær nakað av fjølmiðlaumrøðu (um tað skuldi verið endamálið), men máti skal vera við øll­ um. Ófráboðaðir og munn­ ligir fyrispurningar standa vanliga á skrá miku­ morg nar, men tá møtir Kári á Rógvi ikki upp, tí tá undirvísir hann á Fróðskaparsetrinum. Men nú man fara at líða væl, at Setrið fer í summarfrí, og tí skal løgtingið kallast saman ”uttan óneyðuga dvøl,” soleiðis at møguleiki verður at halda fram at seta fyrispurningar. Eitt annað løgið fyri­ brigdi, sum Kári á Rógvi hevur staðið fyri í hesi tingsetuni er, at hann, meira enn eina ferð, hevur sett landsstýrsfólkum skriv ligan fyrispurning, men tá spurningurin skuldi svarast, møtti spyrjarin ikki upp, ella rýmdi hann av fundi. Landsstýrisfólkini og teirra embætisfólk nýta nógva tíð til at fyrireika svar uppá fyrispurningar. Tey fáa eftir hondini ikki arbeiðsfrið fyri fyri­ spurningum, sum gerast alsamt fleiri og fleiri í tali, og tað er ein vanvirðing av teirra arbeiði, um spyrj­ arin ikki tímir at møta upp, tá spurningurin verð ur svaraður. Skulu tey so harafturat brúka summarmánaðirnar til at svara fyrispurningum, so hava vit ein álvarsaman trupulleika. Eg haldi tað vera óseriøst at kalla tingið saman einans fyri at seta spurningar, sum løgtingsfólk, orsaka av øðrum arbeiði, ikki góðu sær stundir til at seta frá juli til mai. Óseriøst at kalla tingið saman Helgi Abrahamsen løgtingsmaður Eg haldi tað vera óseri­ øst at kalla tingið sam­ an einans fyri at seta spurningar, sum løg­ tings fólk, orsaka av øðrum arbeiði, ikki góðu sær stundir til at seta frá juli til mai