fríggjadagur 4. juni 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 90 · 4. juni 2010
12
VIKUSKIFTI
andlitsviðgerð
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Kitty May Ellefsen er ein av fáum før
oyskum kvinnum, ið síggjast nógv í
tí almenna rúminum. Tá hon sæst í
bløðum og sjónvarpi, er hon ofta ílatin
sein asta móta, og at hon er ein kvinna
við nógvum meiningum, er onki at
ivast um.
Hon er eisini ein av teimum, sum fær
vakurleikaviðgerð við eitt nú botox og
restylane. Vit vóru í hølunum á henni,
tá hon fór til viðgerð nú um dagarnar.
Inni á vakurleikastovuni Cosmeto
hevur hon eitt av teimum fýra børn
unum við sær, tað er lítli Jens Eli. Hann
er forvitin eftir at vita, hvat stóri danin
Kim Novaa fer at gera við mammu.
Kitty May setur seg til rættis. Tað er
ikki fyrstu ferð, hon fær fyllu í and litið.
Fyrstu ferð var fyri trimum árum síð
ani, tá hon spontant avgjørdi at fáa sær
restylane í rukkurnar við munn in.
– Eg havi ongar fordómar móti slík
um. Nú fái eg mær restylane og botox,
og tað kann gott verða, at eg geri okkurt
annað seinni, sigur Kitty May.
Kim Novaa doyvir Kitty May, og tað
sær eina løtu út, sum um hon er hjá
tann lækna.
Hann avger, at hon skal fáa botox við
eyguni, so at vøddin, ið dregur eyguni
niður, verður slappur, og eyguni gerast
meira opin. Eisini skal hon fáa fyllu í
ovaru vørrina og linjunar millum nøs
og munn. Eitt sindur av botox hjálpir
eisini til, at munnurin gerst glaðari.
Botox í stemmubondini
Kitty May er rólig. Hon er von við
botox – fjóðra hvønn mánað fær hon
tað sprænt inn í stemmubondini. Hon
hevur sjúkuna spastisk dysfoni, ið ger
at hon missur røddina um hon ikki fær
botox.
– Botox ræðist eg slettis ikki. Tað
verður brúkt til so øguliga nógv. Seinast
eg var í Danmark og fekk viðgerð fyri
stemmubondini, møtti eg einari, sum
fekk botox í bløðruna, greiður Kitty
May frá.
Kitty May er ikki yvirraskað av, at
tað eru 400500 kvinnur, ið hava fing ið
viðgerð hjá Kim Novaa. Fleiri av henn
ara vinkonum hava gjørt bæði bróst og
annað, men tær hava fingið viðgerð í
Danmark, tí nógvar eru bangnar fyri
slatrinum í Føroyum.
– Nógv fólk halda, at tað er for
ferdiligt at gera slíkt og hava hendan
gamla hugburðin, at man ikki skal
brúka nakað uppá seg sjálva, sigur
Kitty May.
Tá vit hitta hana nakrar dagar seinni
er virkningurin av botox og restylane
byrjaður at síggjast. Eyguni eru meira
opin og vørrin meira fyldig.
– Eg eri sera væl nøgd. Kanska hevði
hann kunnað lagt eitt sindur meira av
restylane í rukkurnar við munnin, men
eyguni eri eg orduliga nøgd við, sigur
hon.
Hevur tú verið eym
ella hovin aftaná?
– Nei, vørrin var eitt sindur hovin, men
annars havi eg ikki merkt nakað.
Botox ger
Kitty May
yngri
KITTy May EllEfsEn er ein av teimum 400-500 føroysku
KvInnunuM, ið vitja KIM novaa fyri at fáa rEsTylanE og boTox
í andlitið. – man keypur sær nýggjan køk og gólvteppi, hví ikki
gera oKKurT við seg sjálvan ístaðin, sigur KITTy May
Kim Novaa er útbúgvin
sjúkrarøtafrøðingur og hevur
sína egnu vakurleikastovu í
Keypmannahavn. Viðgerðin
við restylane og botox tók
umleið 20 minuttir.