Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juni 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 90 · 4. juni 2010 13 VIKUSKIFTI Vakurleikaserfrøðingurin Kim Novaa hevur, síðani hann byrj aði sítt virksemi í Føroyum, havt um 400-500 føroyskar kvinnur um hendi. Hann er serfrøðingur innan fyll ingar­ evnini restylane og botox. – Tær yngstu, sum koma til mín eru tær, ið á 18­ára degnum hava fingið størri varrar í føðingardagsgávu. Tað sig ur Kim Novaa tá vit hittast inni á vakur leikastovuni Cosmeto í Havn. Hann hevur sjálvur eina klinikk í Keypmannahavn, men síðani 2005 er hann regluliga komin til Føroya at gera restylane, botox og permanent make­ up viðgerðir. – Fyrr var tað mest fyllingarevni restylane, ið føroyskar kvinnur vildu hava, men nú vilja tær flestu hava botox, sigur hann. 2009 vaks nýtslan av botox við 450 pro sentum og tann av restylane við 46 pro sentum. Kim Novaa sigur, at hann og nógv onnur, ið starvast innan vakur leika­ ídn aðin, hava merkt stóran vøkstur, nú fíggjarkreppan ger um seg. – Fólk eru bangin fyri at missa ar­ beiði og vilja tí ikki síggja móð og gom­ ul út, sigur hann. Kundarnir hjá Kim eru mest kvinn ur í aldrunum 18­86 ár. 18 ár er aldurs markið fyri at gera slíkar vakur­ leikaviðgerðir. – Tað hendir, at 19 ára gamlar koma inn og vilja fáa botox í pannuna, sigur Kim. Hevur tú sjálvur gjørt nakað? – Ja, eg havi restylane í kjálkunum, varr unum og í linjunum frá nøsini oman til munnin. Botox havi eg í pann­ uni og millum eyguni. Fakta: Restylane Restylane er hyaluronsyra, ið vit natúrliga hava í kroppinum. Hon verður sprænd inn í leðurhúðina í ávísum dýpi undir rukkunum til at javna ella gera tær grynri. Restylane verður eisini nýtt fyri at gera varrarnar størri ella meira markeraðar. Ein restylane viðgerð heldur í umleið eitt ár. Kostnaðurin fyri viðgerðina er úr 2.000-3.000 krónum. Botox Botox er upprunaliga eitt nervagift, ið áður var brúkt til spastikarar og fólk við sveittatrupulleikum. Nú verða ógvuliga lítlar mongdir nýttar at spræna inn í andlitsvøddarnar. Tað steingir fyri nervaimpulsinum til vøddan og ger at hann gevst at draga seg saman – við øðrum orðum lammar man vøddan. Úrslitið er, at rukkurnar oman á vøddanum gerast slættari. Ein botox viðgerð heldur í umleið 3-6 mánaðir. Kostnaðurin er úr 1.500 krónum. Yvir 400 føroyskar kvinnur hava verið hjá Kim Kitty May Áðrenn og aftaná viðgerðina myndir: jens kristian vang og álvur haraldsen áðrenn aftaná Kim Novaa, vakurleikaserfrøðingur