Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 20 Nr. 12 - 18. januar 2002 21 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Danskt avlop Ein nýggj uppgerð frá donsku hagtalsstovuni vísir, at Danmark hevði 6,5 mia. krónur í avlopi á gjaldsjavnanum í tíð- arskeiðinum frá sep- tember til november í fjør. Somu mánaðir árið fyri var avlopið 7,8 mia. krónur. Samstundis vísa hag- tølini, at Danmark hevði 5,4 mia. krónur í avlopi á handilsjavnan- um í november. Hendan mánaðin vaks innflutn- ingurin 3,0 prosent, meðan útflutningurin vaks 2,2 prosent sam- anborið við november í 2000. Røkke góðar ráðgevar Norsk bløð skriva, at Kjell Inge Røkke ætl- aði at taka 6,3 mia. norskar krónur í vinningsbýti frá fe- lagnum Aker RGI í fjør. Pengarnar ætlaði hann at nýta til at rinda lán, sum hann hevði tikið úr Den norske Bank og Sparebanken NOR, tá hann á sumri í 1999 gjørdi av at eiga Aker RGI einsamallur. Úrslitið var kortini, at vinningsbýtið bleiv 2,1 mia. krónur, skriva bløðini. Tað er annars komið fram, at Kjell Inge Røkke hevur sera góðar ráðgevar, tá tað ræður um at sleppa frá at rinda skatt. Tá hann seldi sína amerikansku f iskivinnufyritøku, fingu rágevar hansara lagað tað so, at hann fekk eina mia. krónur, sum vóru skattafríar bæði í USA og í Noregi. Tá hann seinni seldi c e m e n t f y r i t ø k u n a Scancem, rindaði hann bara 6,7 prosent í skatti av vinninginum, sum var heilar 3,7 mia. norskar krónur. MVG við netinum 71.000 danskar fyri- tøkur hava nú tikið av tilboðnum frá toll- og skattaverkinum um at avrokna MVG ígjøg- num Internetið. Mynd- ugleikarnir skipaðu í fjør fyri einum átaki fyri at fáa fleiri fyritøk- ur upp í skipanina, og 20.000 eru nú skrá- settar afturat. Úr Norðurlondum: Eingin atkvøða Danski forsætisráð- harrin, Anders Fogh Rasmussen, hevur nú gjørt prúra greitt, at stjórnin fer ikki at biða fólkið taka støðu til fyrivarnini, sum Dan- mark hevur í sínum ES- limaskapi. Herfyri nevndi Per Stig Møller, uttanríkis- ráðharri, at danir uttan iva skjótt skulu taka støðu til fyrivarnini. Tað sama hevur fram- søgukvinnan hjá flokki forsætisráðharrans sagt. Men hetta verður av ongum. Anders Fogh Rasmussen sigur, at spurningurin um eina tílíka fólkaatkvøðu er als ikki til viðgerðar í stjórnini. Koyrikort galda í 10 ár Norsku ferðslumynd- ugleikarnir umhugsa at broyta verandi skipan við koyrikortinum. Málið er ikki lagt fram sum beinleiðis uppskot enn, men myndugleik- arnir hava biðið felags- skapir og onnur siga sína hugsan um eina ætlan, sum skal bera í sær, at fólk skulu hava nýtt koyrikort 10. hvørt ár. Tey flestu sleppa kortini frá at taka royndina umaftur. Samstundis umhugsa myndugleikarnir at broyta skipanina við- víkjandi teimum, sum hava tikið koyrikort í útlondum. Eitt nú er ætlanin, at fólk, sum hava tikið koyrikort í USA, Kanada, Avstral- ia og Japan, skulu taka eina koyriroynd, áðrenn tey kunnu fáa norskt koyrikort. Hendan skipan er framman- undan galdandi fyri tey, sum hava koyrikort úr fleiri eysturevropeisk- um londum, Suður- amerika og nøkrum londum í Asia. Eisini ætla norðmenn at taka tað ovara ald- ursmarkið burtur. Sum er kunnu fólk, ið hava fylt 70 ár, ikki fáa sítt fyrsta koyrikort, og tey, sum hava fylt 60, kunnu ikki fáa sítt fyrsta koyrikort til tungar lastbilar ella bussar. Men treytin er, at argentinska stjórnin heldur eina greiða búskaparpolitiska kós ÚTLAND Árni Joensen USA er til reiðar at hjálpa Argentina burtur úr teirri álvarssomu búskaparkrepp- uni, sum hevur lagt ein stóran part av samfelagnum lamið. Tað kunngjørdi George W. Bush, forseti, eftir at hann hevði hitt vinnulívsfólk og politikarar úr felagsskapinum av amerikanskum statum. Bush legði tó dent á, at skal Argentina hava hjálp úr USA, noyðist stjórnin hjá Duhalde forseta at leggja eina búskaparætlan, sum ber í sær, at landið sum frá líður fær ein sunnan búskap. - Treyt okkara er, at tann argentinski búskapurin verður burðardyggur, segði amerikanski forsetin. - Tað harmar okkum, at Argentina skal hava so álvarssamar trupulleikar at drgast við. Tí er USA sinnað at hjálpa saman við altjóða fíggingarstovnum, so skjótt stjórnin í Buenos Aires hevur lagt tann neyðuga politikkin til rætt- is, segði George W. Bush. Viðurskiftini í Argentina hava verið sera spent sein- astu tíðina. Stjórnin hevur avmarkað rættin hjá fólki at taka pengar úr peninga- stovnunum, gjaldoyrað er niðurskrivað 30 prosent, og nógv hava ikki fingið løn seinastu tveir mánaðarnar. Tey flestu londini á amerikanska meginland- inum hava fríhandilssátt- mála við USA. Í seinastuni hava lond sum El Salvador, Costa Rica, Honduras og Nicaragua biðið um at fáa fríhandilssáttmála við USA, men Bush forseti segði í gjár, at stjórn hans- ara hevur ikki áhuga í at gera fleiri tílíkar sáttmálar. Griksku og turkisku leiðararnir á oynni eru eftir áralanga ósemju til reiðar at fara undir friðar- samráðingar ÚTLAND Árni Joensen Leiðarin hjá teimum griksku kyprunum, Glafkos Klerides, og leiðarin hjá teimum turkisku kyprun- um, Rauf Denktash, samd- ust á einum fundi miku- dagin um skunda undir royndina at fáa eina varandi friðarloysn ímillum part- arnar. Teir báðir leiðararnir hittust á markinum, sum býtir oynna sundur í ein grikskan og ein turkiskan part. Har samdust teir um at hittast tríggjar ferðir um vikuna fyri at royna at loysa tað drúgva stríðið, sum hevur býtt oynna sundur við einum geira, sum ST- hermenn hava eftirlitið við. Sambært semjuni skulu teir báðir leiðararnir hittast í floghavnini, sum er ímill- um teir báðar oyggjar- partarnar. Tað eru nú meira enn fýra ár síðani seinasta fundin millum grikkarnar og turkarnar á Kypros. Upprunin til friðarátakið er, at fólkið í einari bygd har eysturi á oynni hava gjørt av at sleppa gomlum aggi og at liva og virka í sátt og semju. Ein høvuðsorsøk til semjuna millum teir báðar leiðararnar er kypriska umsóknin um limaskap í ES. Bruxelles hevur kravt, at teir báðir fólkabólkarnir loysa innanhýsis ósemjuna, áðrenn talan kann verða um at taka oynna upp í sam- veldið. Samstundis hevur ES boðað frá, at semjast partarnir, er Kypros tað umsøkjaralandið, sum best lýkur treytirnar fyri lima- skapi. Kypros hevur verið býtt í tvey, síðani turkiski herurin hersetti tann norðara partin av oynni. USA til reiðar at hjálpa Argentina Friðarsamráðingar á Kypros Argentinar mótmæla framvegis politikkinum hjá stjórnini. M. a. hava nógv ikki fingið løn seinastu mánaðarnar Mynd: Reuters 21