Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 18. januar 2002 23 Neistin mest sum tryggjaði sær annað finaluplássið, tá teir mikukvøldið vunnu tryggan sigur á hoyvíkingum COCA-COLA KAPPINGIN – MENN Jákup Mørk Neistin verður annað liðið í steypafinaluni hjá monn- um. Hetta er mest sum ein staðfesting av, at bláa havn- arliðið mikudagin enn eina ferð vann ein tryggan sigur á grannunum úr H71. Tó at spenningurin til dystin var stórur, og hópur av áskoðarum høvdu leitað sær í Ítróttarhøllina, so mundi tað sita í høvdinum á teimum flestu, at í teimum trimum undanfarnu upp- gerðunum hetta kappingar- árið hevði Neistin vunnið trygt á grannunum. Ikki minst var fyrsti dysturin í grundspælinum ein eyð- mýking av H71, og júst hetta var kanska eisini teirra møguleiki. Undir øll- um umstøðum vildu teir mikukvøldið prógva, at tann dysturin í øllum førum ikki var eftirfarandi, um metast skal um dygdina á liðnum. Munur var á Partvíst kann eisini sigast, at tað eydnaðist hovyík- ingum at vaska eyðmýking- ina av sær. Í øllum førum stríddust teir nógv meira og væl betri hesaferð, enn teir gjørdust seinast, men kort- ini restaði nakað væl í, fyri at teir kundu basa Neistan- um. Tað var nevnliga alla tíð- ina Neistin, sum hevði munin í dystinum. Grundað á offensiva verjuspælið fingust hópin av kvikum mótálopum í lag. Serliga fyrstu løtuna av dystinum var verjuspælið hjá hoyvík- ingum heldur ikki nakað at rópa hurra fyri, og var tað ikki fyri Levi Nybo í mál- inum, kundi munurin lætt- liga verið heilt stórur hesa løtuna. Tað gjørdist hann kortini, og eitt skifti móti endanum av fyrra hálvleiki var eisini líkt til, at H71 av álvara skuldi koma inn aftur í dystin, men eftir at Neistin seinasta minuttin ella so skeyt trý mál á rað, so køvdist hendan vónin mest sum fullkomuliga. Seinna hálva tíman hildu teir bláu alla tíðina fast um munin, og tó at hoyvíkingar gjørdu onkran vørrin, so tóktist sigurin ongan tíð at vera í vanda. Heldur ikki hóast Neistin miðskeiðis í hálvleikinum í eina góða løtu spældi við tveimum monnum í undirtali, tá tríggir mans á rað fingu tveir fingrar. Nóg mikið Tølini søgdu eftir dystin, at seks mál vóru á muni, og spurningurin er, um hetta ikki er nóg mikið til at tryggja Neistanum finalu- sessin. Tað er undir øllum umstøðum torført at í- mynda sær, at hoyvíkingar- nir skulu vinna hetta inn aftur í einum dysti. Ikki minst, tá Neistin hevur havt eitt somikið gott tak á yng- sta havnarfelagnum hetta kappingarárið, og so skal heldur ikki gloymast, at Neistin yvir høvur tykist at hava eitt hitt sterkasta liðið í ár. Hvørt tað so verða strandingar ella vestmenn- ingar, sum verða mótstøðu- liðið í finaluni. Tað er ein heilt onnur søga. Dysturin í tølum H71-Neistin 28-34 (12-16) Málskjúttar: H71: Halgir Dahl Olesen 7(1), Finnur Hansson 7(1), Bjarni Wardum 5(1), Olaf Vestergaard 4, Anfinn N. Debes 3, Jákup á Borg 1, Kristjan Petursson 1 Neistin: John Petersen 7, Jacob Jónsson 6, Hans Áki Dal-Christiansen 6, Heini Joensen 6 (1), Áki Mørk 4, Kári Mortensen 3, Ári Rouch 2 Brotskøst: H71 4, Neistin 2 Útvísingar: H71 3, Neistin 7 Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Ward- um.Greiðar linju og einki hóvasták. Hava framúr eginleikar at leiða dystin, soleiðis at leikararnir held- ur hugsa um hondbólts- spælið enn dømingina. H71-Neistin 28-34 (12-16): Hálvt annað fet í finaluna Hóast tað her er Heini, sum boyggir seg fyri Finni, so var endaliga støðan hin øvugta, og spurningurin er, um tryggi sigurin ikki hevur vissað Neistanum annað finaluplássið Mynd: Álvur Haraldsen Sálarligu timbur- menninir vóru eyð- sýndir, tá VÍF aftur skuldi spæla ein »van- ligan« dyst, men hó- ast Neistin hevði møguleikan at skap sensatiónina, so megnaðu tær ikki at halda høvdið kalt, tá á stóð COCA-COLA KAPPINGIN – KVINNUR Jákup Mørk Vit hava sæð tað hent fyrr, og so leingi sum summir dystir hava størri týdning enn aðrir, so fara vit eisini at síggja tað. Eftir at VÍF í á leið eitt hálvt ár hevði vant og arbeitt við atliti til báðar Europa-Cup dystirnar móti hollendska Hellas, var mentali troyttleikin av álv- ara at síggja, tá tær miku- kvøldið spældu ímóti Neis- tanum. Ikki tí. Týdningurin av dystinum var ríkiliga stór- ur, nú ein finalusessur stóð upp á spæl,. men kortini er tað ikki tað´sama, nú talan aftur var um eitt »vanligt« mótstøðulið. Ikki at kenna Frá dystarbyrjan var eisini sjónligt, at her fór tað at gerast strævið hjá VÍF. Skjóta álopsspælið og sterka verjuspælið, sum hava eyðkent liðið, vóru als ikki at síggja, og tað var eisini líkt til, at Neistin dugdi at skapa sær fyrimun av hesum. Havnarliðið hev- ur í øllum førum næst sterkastu verju í landinum, og saman við eini tryggari Helenu Dam í málinum, var hetta nóg mikið til at vinna sær eina lítla leiðslu at byrja við. Tað eydnaðist Daniel og Jørleif á VÍF beinkinum at vekja liðið eitt sindur við at fremja nakrar útskiftingar og annars við at nýta rødd- ina, men hóast tær við hes- um fingu samband aftur við Neistan, so var ikki líkt til, at tað var nóg mikið. Ser- stakliga í verjupartinum haltaði av álvara, og kontra- spælið fekst tí als ikki at rigga, soleiðis sum VÍF vildi hava tað. Vunnu við grundspælinum Í seinna hálvleiki var eina løtu líkt til, at gongdin skuldi gerast júst hin sama, tí hóast VÍF nú var fyrra liðið at skora, so megnaði Neistin aftur at toga seg framum, men so spakuliga tók dysturin nú at venda. Tað er sjálvandi altíð lætt at vera eftirsnarin, men spurningurin er, um neista- venjarin ikki átti at gjørt nýtslu av sínum time-out, tá einir tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Neyvan var tað møðin, sum longu nú setti inn, men undir øllum umstøðum gjørdust mistøkini á neista- liðnum alsamt fleiri í tali. Ivaleyst nervaði tankin um, at tær nú høvdu møguleik- an at vinna á VÍF. Heldur enn at sláa kalt vatn í blóðið, royndi tær at seta ferðina enn meira upp, og so fekk VÍF lætt spæl. Uttan at tær á nakran hátt spældu upp til sítt besta, so vann oddaliðið seinastu tveir triðingarnar av dysti- num 10-5. Hetta var gjør- ligt, tí grundspæl teirra er nógv betri, enn tað er hjá hinum liðunum, og tí verða mistøkini á vøllinum nógv færri í tali. Ikki minst tá trýstið á leikararnar gerst stórt. Finalan er vís Hóast Neistin soleiðis hevði møguleika at skapa sensatiónina, so er tó iva- samt, um ein tepur sigur her hevði rokkið yvir tveir dystir. Europa-Cup dystir- nir hjá VÍF eru lidnir í hes- um umfarinum, og tí fer liðið neyvan at hava somu sálarligu timburmenninar aftur í inniverandi kapping- arári. Við fimm málum aftan fyri verður tí mest sum ógjørligt hjá Neistanum at vinna seg til finaludystin, og tí er nú neyvan annað at gera hjá teimum enn at iðra seg um tað, sum kundi verið. Tær høvdu kanska besta møguleikan av øllum, sum nakar fær ímóti VÍF, men eins og so mangar undan teimum, so máttu tær ásanna, at VÍF er í ser- flokki besta liðið í landi- num í dag. Dysturin í tølum Neistin-VÍF 19-24 (10-10) Málskjúttar: Neistin: Birita Wardum 5(2), Katrin á Neystabø 4(1), Gunnleyg Berg 4, Mildrid Jacobsen 2, Súna Mørk 1, Lív Sørensen 1, Susan Brockie 1 VÍF: Jacklin Durhuus 5, Nicoleta Radu 5, Sóley Mikkelsen 4(2), Ioana Rápa 4(2), Fríða Marjunar- dóttir 2, Jórun Ludvig 2, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 1, Randi Kúrberg 1 Brotskøst: Neistn 4, VÍF 5 Útvísingar: Neistin 4, VÍF 3 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Sýndu vanligan myndug- leika, og komu ígjøgnum dystin uttan stórvegis hóva- sták. Neistin-VÍF 19-24 (10-10) Vunnu á timburmonnunum Neistin hevði hesa ferð ein veruligan møguleika at basa VÍF. Tær megnaðu tó ikki at halda høvdinum kalt í avgerandi løtunum, og tá alt kom til alt hevði VÍF vunnið ein hampuliga tryggan sigur Mynd: Álvur Haraldsen 23 Gott málmansspæl og ein tjóvstartur av teimum heilt stóru vóru hornasteinarnir, tá StÍF aftur í gjørdist liðið, sum feldi vestmenningar COCA-COLA KAPPINGIN – MENN Jákup Mørk Í fjør vóru strandingar teir einastu, sum megnaðu at gera nakað sum helst við einaráðandi meistararnar úr Vestmanna. Tvær ferðir vunnu strandingar dyst móti VÍF, og annar av hes- um var sum kunnugt steypafinalan. Summi fyribrigdi hava hetta við at endurtaka seg sjálvi, og mikukvøldið fekst aftur ein staðfesting av, at strandingar í øllum førum hava teir eginleikar- nar, sum skulu til fyri at basa gula herinum. Tvóvstartaðu Tað eydnaðist nevnliga StÍF at vinna fyrru hálv- finaluna í Coca-Cola kapp- ingini móti VÍF, og tó at hetta á ongan hátt hevur tryggjað teimum víðari luttøku í kappingini, so er ein leiðsla á fýra mál so avgjørt ikki at forkasta. Sigurin hesa ferð var fyrst og fremst grundaður á eina sera sannførandi byrj- an, har vestmenningar mest sum ikki fingu eitt bein til jørðina. Strandingar fingu alt fyri eitt skipa verjuna, soleiðis at vestmenningar vórðu noyddir at royna seg við skotum frá bakspælarun- um, og hóast frægir skjúttar sum Piti Negru og Áki Olsen teljast millum hesar, so eydnaðist Marian Cir- logenescu at læsa dyrnar fullkomuliga. Burtur sæð frá einum brotskasti, so skuldu ganga 13 minuttir, áðrenn VÍF fann veg til meskarnar, og tá strandingar tá longu høvdu framt hetta kynstri níggju ferðirnar, so skuldi tað gerast tungt. Fingu eina vón Tey trý korterini, sum eftir vóru, royndu gestirnir at minka um munin, men fram til tað seinasta var líkt til, at hetta ikki skuldi eydnast. Hvørja ferð VÍF hevði hug at toga eitt sindur, so svaraðu strand- ingar aftur, og ein minutt fyri leiklok vóru framvegis seks mál á muni., StÍF hevði enntá møgu- leikan at økja upp í sjey mál, men Marius misnýtti møguleikan, tá hann var komin inn um VÍF-verjuna, og loksins tóku vestmenn- ingar av. Fyrst eitt kontra mál og síðani eitt í seinastu sekundunum minkaðu munin niður í fýra mál, og hetta kann hugsast at gerast lívlínan, sum VÍF skal halda fast í, tá seinna hálvfinalan er á skránni um eina viku. Útlitini Tað var heldur ikki sørt, at bæði liðini løgdu dent á týdningin av hesum, tá vit hósmorgunin royndu at fáa onkrar viðmerkingar um dystin sjálvan og útlitini fyri einum finaluplássi. - Vit skulu í øllum førum vera glaðir fyri, at munurin ikki gjørdist størri enn fýra mál, helt Áki Olsen hjá VÍF fyri. - Við hesum eru teir í øllum førum undir trýsti undan seinna dystinum, hóast fýra sjálvandi eisini er torført hjá okkum at vinna innaftur. Í øllum førum skulu vit spæla nógv betri í seinna dystinum, um tað skal eydnast. - Burtur sæð frá sigrinum á Neistanum, so hava vit ikki spælt nakað serliga væl síðani eina ferð í heyst, og tað gongur ikki í longdini. Í tí dystinum æfingu vit annars toga okkum upp, tá vit vóru undir trýsti, og tað verða vit so noyddir at gera aftur, um vit skulu koma í steypafinaluna, sigur Áki. Hann roknar annars ikki við, at VÍF verður betri mannað til tann dystin. Sámal Joensen hevur ein vøddaskaða í rygginum, og tað verður ikki rokna við, at vestmenningar fara at spæla hasard við hesum, tí sum Áki sigur, so er kappingarárið eisini annað enn steypafinalan, hóast VÍF sjálvandi ætlar sær hesa, um møguleikin býðst. Jón Rasmussen hjá StÍF var heldur ikki ósamdur í, at seinastu málini hjá VÍF kunnu fáa nógv at siga í seinna dystinum. - Eg vil í hvussu so er siga, at tað hevði verið nakað væl frægari at fari til Vestmanna við einum fimm-seks málum, heldur enn teimum fýra, sum vit nú hava, men hin vegin hava vit nú vunnið okkum ein góðan fyrimun, og so skulu vit bara klára at halda fast um hendan, sigur hann. Hvussu er og ikki, so røkist í øllum fyri, at talan kann gerast um eitt steypa- brak av teimum heilt stóru, tá VÍF og StÍF hittast aftur um eina viku. Tað líkist einum dysti, har báðir partar hava alt at vinna, og slíkir eru sjáldan av tí keðiliga slagnum. Dysturin í tølum StÍF-VÍF 27-23 (17-10) Málskjúttar: StÍF: Costin Dumitrescu 8(3), Artur Johansen 7(1), Alexandur Johansen 3, Bent Djurhuus 3, Jón Ras- mussen 2, Andre F. Dan- ielsen 2, Sveinur Justinus- sen 1, Marius Joensen 1 VÍF: Ingi Olsen 7(1), Áki Olsen 5(1), Agnar Joensen 5, Rógvi Nielsen 3, Johnny Joensen 1, Áki G. Olsen 1, Piti Negru 1 Brotskøst: StÍF 4, VÍF 3 Útvísingar: StÍF 3, VÍF 6 Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Krist- ian Johansen HONDBÓLTUR Stefan í Skorini Tjaldur hevur fingið ein nýggjan mann í hópin. Talan er um 18 ára gamla havnarmannin Dann Thorleifsson, sum higartil hevur spælt við Neistanum. Væntandi verður Dann klárur at spæla við í komandi landskapp- ingardysti hjá Tjaldri. Hann hevur havt leik- bann, men er nú klárur aftur. Tjaldur vendi sær til Dann við tí fyri eygað at fáa hann til Runavíkar at spæla. Hann hevur ikki megnað at vinna sær pláss á besta liðnum hjá Neistanum, tí mann- ingin hjá havnarliðnum er sera sterk í løtuni. Hetta hevur við sær, at ungir og evnaríkir leik- arar ikki sleppa framat á besta liðnum. Hesum hevur Tjaldur so gjørt sær dælt av. Dann hevur spælt við 2. deild og unglingaliðnum hjá Neistanum. Hann fer framhaldandi at spæla við unglingum í barn- dómsfelagnum, men nú sleppir hann eisini at royna seg í 1. deild. Hetta er ein góður møguleiki hjá honum at vinna sær týdningar- miklar royndir á hægsta stigi í føroyskum hond- bólti Dann Thorleifsson er ein stórur og sterkur spælari, sum óivað kann styrkja liðið hjá Tjaldri. Nr. 12 • fríggjadagur • 18. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Dann Thorleifsson til Tjaldur StÍF-VÍF 27-23 (17-10): So koppaðu vestmenningar Hóast sigurin gevur StÍF greiðan fyrimun undan seinnu hálvfinaluni, so iðraðu strandingar seg um, at VÍF í evstu løtu fekk minkað munin niður í fýra mál C M Y K 22