Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juni 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 90 · 4. juni 2010 15 VIKUSKIFTI Fyrr var ein vika ein vika. Sjey dagar, og tað var so tað. So kom næsta vika, eisini hon sjey dagar. Og so framvegis 52 ferðir um árið. Einki meira roks. Jú, kanska fyrsta vikan í árinum undantikin. Vikan við nýggjársynskidreymunum. Tað var tá. Nú eru vikurnar ikki bara vikur longur. Nú eru nakrar vikur, og tær gerast tíverri fleiri og fleiri, heilt serligar vikur. Vikur, har vit øll skulu gera bæði hetta og hatta eftir boðum úr erva. Væl fyriskipaðar vikur. Ein glitrandi tíðarætlan verður lirkað í hvønn postkassa. Beint í grøna kassan, skilur tú. Vit høvdu til dømis herfyri umhvørvisviku. Eg gleddi meg. Tí kanska varð ruskið tikið hesa vikuna, vónaði eg í berum og ørum ovfarakæti. Helt meg hava sæð í glampandi lýsingum, at býráðið var við í vikuni og heitti á okkum øll. Men eisini tann leygardagin, umhvørvisleygardagin, sat eg sum bitið í lort, ruskið var á sama staði, sum tað var, tá umhvørvisvikan byrjaði. Lorta vika. Vit, sum hugsa um umhvørvið hvønn dag í hvørjari viku, gera tað uttan reklamuinnballað harraboð um umhvørvisviku. Tey, sum skíta á umhvørvið, og tað gera tey flestu, skíta eisini á umhvørvisvikur og seogtvey. Tað, sum nú er vorðið vika, var dagur fyrr, ruddingardagur var ein. So var útivika. Tá skuldu øll út at ganga, røra seg, renna, tey, sum orkaðu tað og ikki høvdu so góðar stundir til at vera úti. Aftur her gekk øvrigheitin á odda, góð fyrimynd, rørandi og hjartanemandi. Nøkur ganga hvønn dag í hvørjari viku, uttan at bíða eftir árliga startskotinum úr Eirargarði. Nøkur duga at taka stig uttan at bíða eftir tilsipingum, sum arga samvitskuna. Bólkatrýst og hópsvakligheit. Tað er annars langt síðani staðfest, at uttan bilar og tómar bussar var einki fólk í Føroyum. Er ikki eisini okkurt, sum tey rópa heilsuvika? Ella eru hon og útivikan fusjóneraðar? Fusjónir eru líka so modernaðar sum temavikur. Føroyingar gerast sjúkar/ir av at hoyra og lesa um sjúkur alla tíðina, hvørja viku í árinum. Fólk eiga at taka útiheilsuvikuna í álvara fyri ikki at enda á forsíðunum. Ella taka hvørja viku í álvara, hóast hon einki eitur uttan eitt tal. Og meðan vit eru har, so hevði løgtingið eina drúgva, men kortini stutta, yvirtíðarviku í mai. Nú mundi eg gloymt stillu vika. Hon eitur dymbildagavikan á føroyskum, men á donskum eitur hon den stille uge, tí siga føroyingar stilla vikan. Boðini um ta vikuna eru so sanniliga Harrans harraboð. Men fólk eru ikki still í stillu vikuni. Tá fjølmiðlar mánamorgnar spyrja á politistøðini, um nakað er hent um vikuskiftið, er ofta við í uppreksanini, at politiið noyddist út um náttina at biðja fólk skrúva tónleikin niður, tí grannar klagaðu um gangin. Tað munnu vera útlendingar, sum klaga um slíkt, tí føroyingar eru so undirbrotligar/ir og lagaligar/ir, at tey hoyra einki forgjørt í tí ikki at hava náttarfrið. Tað má bara vera so. Føroyingar grenja ikki. Og í stillu viku eru fleiri klagur um gang eftir midnátt enn í øðrum vikum. Nei, gevið okkum eina fríviku og farið sjálvi til gongu at planta eitt træ í allari stillheit. Og gevið okkum eisini frið um hasa finaluna. Bólturin er ævinliga rundur. Hvat ger so tað, um lið úr Eysturoynni og Sundalagnum spæla finalu í Klaksvík? Styttri at fara enn til Havnar. Nær byrjar vikan annars, sunnudag ella mánadag? Føroyska orðabókin hevur ikki svarið. Í henni stendur bara, at ein vika er eitt sjey daga samfelt tíðarbil (s.1381). Og hvørki meira ella annað. Vika í viku UmaftUrafturum høgni djurhuus Ljóðar heilt spennandi... Gentubólkurin FAROE5 hevur fingið nýggjan lim Mess.fo Øll hini hava bara spælt javnleik? AB vann ársins fyrsta sigur www.dimma.fo Heimsins størsta fløska Risastórt skip í fløsku Kramm.fo Man tað vera ein tingnevnd? Nevndinatingið heldur fram alla hesa vikuna Sosialurin Klókir HB’arar So var javnt aftur og stór frøði í HB leguni www.hb.fo So stendur ikki heilt illa til Tveir fullir føroyingar í Billund Portalurin Gott handverk Maður eltir Eivør Dimmalætting Ja – hægst fimm Her eru bara nøkur fá gomul hús, sum kunnu teljast á einari hond Útvarpið Einasta leygarkvøldið í landinum? Leygarkvøldið var í TB- húsinum leygarkvøldið Portal.fo Ættarbond Men hetta er kanska ikki so lætt á Sandi, har stórur partur av kommunustýrislimunum eru í familju við hundarnar. Sandsportalurin Serliga nýggjur? Serliga nýggi netbankin hjá peningastovnunum hevur fingið av grovfíluni Dimmalætting ranga í strúpan Nýggj spiritusroynd Ein maður bleiv steðgaður av løgregluni. illgruni var um, at maðurin ikki var edrúur. Men tað vísti seg, at hann ikki hevði drukkið, so politisturin helt, at hann skuldi finna onkran annað, sum var galið. Løgreglumaðurin fór síðan at leita eftir onkrum - kannaði dekk og ljós og annað, men har var alt í lagi. so sær hann, at tað liggur ein rúgva av knívum á baksetrinum. - hvat tramin er hetta fyri nakað, spyr politisturin. - nei, eg arbeiði í einum sirkus, har eg jongleri við knívum. Eg kann hava 8 knívar í luftini í senn, sigur maðurin. hetta vildi løgreglumaðurin sleppa at síggja - hann trúði ikki einum orði. Maðurin trein út úr bilinum, kastaði allar knívarnar upp í luftina, og rætt var. hann kundi hava allar knívarnar í luftini í senn. Ímeðan maðurin hevur knívarnar í luftini, koyrir ein annar maður framvið og sær hetta. Tá hesin maðurin kemur heim, sigur hann við konuna. - gott eg legði av at drekka í góðari tíð og ikki koyri fullur longur, tí nú er spiritusroyndin hjá løgregluni also blivin forbiðið trupul. Dálka við skili hendan yvirskriftin í sosialinum leggur upp til, at frameftir skulu føroyingar dálka við skili, tá ið tað snýr seg um oljudálkingar. sjálvandi skal tað ikki verða sum nú – við ongum skili. so dálkar onkur í Vági, so í Klaksvík og so í havn. Eingin veit út ella inn. Tað mátti borið til at fingið samskipað oljudálkingina betur, so mann visti, hvar hon var nær. Kanska kundi irF tikið oljudálkingarnar við í sín almanakka um hvítar posar og ruskbilar. stórt 30 ára arbeiði her hevur onkur veruliga gjørt sær ómak við at feiðra 30 ára dag hjá ógiftum manni í havn. sjáldan mann eitt so umfatandi bygningsverk vera gjørt til høvið.