fríggjadagur 4. juni 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 4. juni 2010 · Nr. 90
Sosialurin
Nøvn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað runda borðið
Niðri á Bugnum á Bóka savn
inum er Kunningarstovan.
Har situr ein fróðarmaður
og skrivar. Hann hevur hetta
sum sítt skrivihús og kunnar
um myndir, bøkur, seyð – ja,
eina vanliga bygdarmentan,
sum livir bæði á mannamunni
og í verumáta hjá fólki her
á staðnum. Serliga er tað
goml um
monnum,
hetta
verð ur opinberað, øðrum
góð um kristnum bygdafólki
og teim um, ið taka í klinkuna
í hesum húsi. Hetta er okkara
góði vinur, Petur Martin
Peter sen, sum fær dagin
á glið hjá mongum, sum
støkka inn á gólvið og leita
sær ein sess við tað runda
borðið. Her fara dagsløtur av
stað í hávendum orðum hjá
monnum, sum hava livað eitt
heilt lív á skipabunka ella við
havsins rendur her á landi.
Hava havt konu, børn, seyð
og siga søgu um torvskurð, t.
d. á Góðadali, Úti á Dølum, í
Halgadali, og sitera onkran
gamlan fuglfirðing t.d. Pól
á Vestur, Geila Hans ella
Jógvan hjá Geila Hans. Hetta
eru hevdvunnar løtur. Tú
kennir teg eins og í einum
buddistiskum templi, tá ið
hesar rámandi søgur eru á
lofti. Tá ræður kvirran, og ein
mentanarlátur spyrst burtur
úr hesi søgugongd.
Petur Martin, sum situr
í djúphugsni við pultin hjá
sær , sum er digst við durin,
ressast og reisist úr sæti,
fer inn í heimsins minsta
mentanarkøk og kemur yvir
til tað runda dýrdarborðið
við kaffikannuni, koppum
og hevur smákøkur við í
fikkuni. Hann borðreiður fyri
hópinum so hegnisliga, sum
eingin húsmóðir í bygdini
kann gera tað. Hann hevur
eitt snitt við høgru hond,
tá ið hann býtir breyðið
út millum stavnarnar við
tað runda, heilaga borðið.
Tummilin er fyri seg sjálvan,
og hinir fingrarnir halda
sam an. Hann steðgar á, og
meðan
hann
borðreiðir,
ganga søgurnar. Hann er
stinn ur í bókmentum, og
kann leiða okkum inn í hugs
annar háttin hjá Leo Tolstoy,
Mikkjal á Ryggi og Mølle
have. Tummilin á høgru
hond nikkar játtandi til tað,
ið sagt verður, og somuleiðis
hinir fýra, sum liva eins og
í einum sambýli knýttir
saman í ein tóva, knugga og
nikka. – Petur Martin hevur
altíð rætt, og hann hevur
orðið í síni makt. Tað vita
fingr arnir, og tað vita teir
liva ndi ridd ararnir kring tað
runda borðið eisini.
Heimið við Bøveg
Hann er umgirdur av bókum
her í hesum kliva á Bugnum,
og tá ið hann kemur til hús,
so eru somu børn kring
fróðar mannin. Nú eru tað
bøkur úr gomlum døgum,
sum tosa sítt stumma mál við
mannin. Tá ið vit sum ungir
reikaðu um tún og teigar
her í staðnum, so lá fljóðið
fremst í huganum; men
Petur Martin var annarleiðis.
Vit bygdu hús til unnustur
okkara, men Petur Martin
bygdi sær hús til listina.
Hann hevur verið sera góður
við Jóannes Christiansen,
mammubeiggjan, og máln
ingalist hansara. Tað var tað,
sum tað snúði seg um, men
sjálvandi hevði hann fingið
sær gentuna eisini, men fyrst
var tað listin. Tá ið hann og
Unna fluttu inn, var Jóannes
Christiansen í glas og rammu
kring allan skálan. Hetta er
og var eitt satt prýði, og tóku
tey seg væl út millum hesar
málningar. Listin lá ikki so
frammarlaga í okkara sinni
tá, og hevur Petur Martin
mangan verið vegleiðarin í
hesi søk, tá ið um føroyska
list og heimslistina ráddi.
Vit eldast dag frá degi,
men listin er ævig. Hon
eldist ikki og slítist ikki av
tíðarinnar
tonn.
Pensla
strok ini hjá Jóannes Christ
iansen er æviga gjørd við
Bøveg í Fuglafirði. Tá ið
100.000 ár eru runnin, verð
ur frumgróðurin í hesi im
press ionistisku list úr Leirvík
at lýsa eins væl sum í dag.
Hetta veit Petur Martin, tí
bygdi hann húsini soleiðis,
at tá ið hann, og Unna ikki
eru meira hesum foldum
á, so stendur ein varði eftir
tey. Ein impressionistiskur
dráttur í inn – og útsúgi í
reyða skálanum við Bøveg
teimum til heiðurs og okkum
øðrum at gagni. Hetta er gáva
til gagns.
Pensjonistasvimjing
Eitt er skrivihúsið á Bug
num, men einki er sum
leyg a rmorgun, tá ið allur
riðilin av hesum monnum
svambla snimma á morgni
í
svimjihylinum.
Tá
er
løtan vígd einum sosialum
mynstri, sum ikki finst á
Guðs grønu jørð. Sjálvandi
verður svomið aftur og fram
nakrar ferðir. Hóast fleiri av
hesum unglingum eru farnir
upp um tey áttati, so hava
flest allir lætta skrúvu.
Petur Martin er ikki tann
fyrsti, ið ger tærnar vátar,
men kemur, tá ið flest allir
hava fingið kríllin undir
kav. Tá eru vit komnir aftur
inn á grunt vatn og sita
eins og í lotusstøðu og siga
okkara mantru... tá kemur
ovasti harrin, Petur Martin, í
vatnið. Sum fremsti munkur
í hesum vinaskara fer hann
undir leygardagslesturin og
manar fram søgur um t. d.
Martinius, abbabeiggjan, úr
Kollafirði. Hansara útferðir
til Rom, tá ið hann stóð
við síðuna av pávanum, og
fólk spurdu: »Hvør er hasin,
sum stendur við síðuna av
Marstinius?« Hetta er ein
flyting í heimsklassa, at
flyta ein so poetiskan mann
úr Kollafirði til Vatikanið.
Ein surrialistisk mynd, sum
Salvador Dali hevði fangað
og fest á løriftið, men vit eru
í svimjihylinum ein leygar
morgun og hava sligið ring
um Petur Martin, sum dugir
at siga frá betur enn nakar
annar... og her verða vit
sitandi, til tíð verður at fara
upp at fáa sær ein kaffimunn
frá Bergi Poulsen, sum so
smidliga hevur flakt nakrar
piparfruktir, sum verða kyrr
aðar afturat mildum osti, Óla
Gamla og abba Gamla Óla.
Flestum dámar best ræsta
ostin við fornavninum Óli.
Aftur her er prátið um
farnar dagar við rákanum
av piparfruktum undir góm
anum og osa av tí sterka,
ræsta ostinum, Óla Gamla,
sum
veitir
okkum
pen
sjonistum ein styrk snimma
ein leygarmorgun bæði heyst,
vetur, vár og út á summarið.
Ja, har situr Petur Martin
í landsynning við borðið
og sigur frá. Væl gagnast
rundstykkini,
og
Bergur
fær rós fyri sínar dýrabaru
kaffidropar,
hann
hevur
gjørt til pensjonistahópin.
Tiltikið er neytakonumuður,
roykte og jarðarmóðirkaffi,
men hetta er nógv betri,
tí blíva søgurnar eisini so
góðar, at ilt hava vit við
at reisa okkum frá hesum
morg unmatarborði. Tað var
Arn finnur Olsen, frv. skúla
tæn ari, sum fór undir hetta
góða tiltak, sum nú hevur
vart í meira enn 20 ár.
Til jólaborðið hjá hesum
monnum ber Petur Martin
altíð eina yrking fram, sum
hann hevur yrkt sjálvur, um
farna árið. Eisini, tá ið onk ur
føðingardagur og merkis
dagur er í bygdini, so letur
hann av sínum skaldagávum
og gleðir fólk við einum
sangi. Hann dugir málið og
væl sita yrkingarnar.
Fuglafjarðar Skarð
Tá ið summarið fer at halla,
Petur Martin Petersen
– seksti fimm ár 6. juni
Føðingar
24. mai fingu Ragnheiður Bogadóttir og Annfinnur
Heinesen eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði
3400 gr.
28. mai fingu Marjun og Kayo Sørensen, Eiði, ein son.
Hann var 53 cm langur og vigaði 3345 gr.
29. mai fingu Guðrið Højgaard og Björn Floodh,
Stockholm, ein son. Hann vigaði 4510 gr og var 52
cm langur.
31. mai fingu Mariann Reinert og Rúni Vesturklett,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði
3825 gr.
2. juni fingu Arnleyð og Bergleif Sólsker, Sandi, eina
dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3550 gr.
Starvsdagar
50 ára starvsdagur
6. juni 2010 hevur Kári
Nielsen, Vestmanna, ar
beitt sum maskinmaður í
50 ár á Fossáverkinum hjá
SEV í Vestmanna.
25 ára starvs dagur
3. juni 2010 hevur Pet
ur Vitalis, Klaksvík, ar
beitt sum linjumaður í
elfelagnum SEV í 25 ár.
Diamantbrúdleyp
Sunnudagin 6. juni kunnu hjúnini Karla og Jóhan
Johansen, Sandavágur, halda diamantbrúdleyp. Tey,
ið ynskja at heilsa uppá tey, eru vælkomin í heimi
hjá dóttrini, Sólgerð Niclasen í Sørvági eftir kl. 19
sunnukvøldið.
Merkisdagur
Framhald á næstu síðu