Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juni 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 90 · 4. juni 2010 14 VIKUSKIFTI Til arbeiðis Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Olfa Trabelsi er úr Tunesia. Sum 24 ára gomul í januar 2001 kom hon til Føroya at arbeiða á matstovu. Har møtti hon føroyingi, sum arbeiddi á somu matstovu sum hon. Eftir at hava gingið saman í umleið eitt ár, gjørdu tey bæði av at giftast. Í dag eiga tey tvær døtur, Aicha og Chaima Sara, sum eru ávikavist hálvt triðja og seks ára gamlar. – Í nøkur ár búðu vit í Miðvági, men seinnu árini hava vit búð í Havn, sigur hon. Og tað er í høvuðsstaðnum, at Olfa Trabelsi og maður hennara, Erik, sum seinni hevur broytt navn til Mohammed, hava sín langa arbeiðsdag. Olfa er nevniliga stjóri í parta fe lag­ num, sum eigur Carthage Steak í Niels Finsensgøtu 43 – og Restaurant Zitouna í Lucas Debesargøtu 2 í Havn. – Vit lótu Carthage Steak upp hin 31. desember í 2007, og tað er her, eg havi mítt fasta arbeiðspláss – og langa arbeiðsdag. Eg arbeiði fyri tað mesta einsamøll í Carthage Steak, men um næturnar í viku skiftinum hjálpir maður mín mær. Olfa sigur, at matarskráin í Carthage Steak eitt nú er pizza, grillmatur, burg­ arar, búffar og fiskur. – Vit selja út úr húsinum. Sum er, hava vit ikki koyrt mat út í býin, men tað er ikki óvist, at vit kundu farið undir at koyrt mat út, leggur hon aftrat. Langir arbeiðsdagar Hon og maðurin eiga og reka eisini lut­ falsliga nýggju matstovuna Restaurant Zitouna í Lucas Debesargøtu, beint niðanfyri bilstøðina Auto. – Tá tað stundar til middags, fari eg oman at hjálpa til í matstovuni, har maður mín annars stendur fyri virk­ seminum. Olfa sigur, at maður hennara vanliga er í Restaurant Zitouna meginpartin av tíðini frá klokkan 9 á morgni til klokkan 22 og 23 á kvøldi. Tunesiska kvinnan ásannar, at ar­ beiðsdagarnir hjá hjúnunum eru langir, men hetta er neyðugt, um virksemið skal fáast at hanga saman og skal geva nakað av sær. Føroysk buffét Olfa Trabelsi sigur, at Restaurant Zitouna er ein spennandi og forvitnislig matstova, sum hevur nógv at bjóða sínum viðskiftafólki. – Vit hava fjølbroytta døgurðabuffét um middagsleitið allar dagar í vikuni undantikið í vikuskiftinum, tá vit hava okkara matskrá. Nú í summar eru vit eisini farin undir nakað nýtt, sum er at hava eina føroyska buffét hvønn týsdag og hósdag frá klokkan 17 seinnapart. Tó er vanliga døgurðabufféin eisini um middagsleitið týsdag og hósdag, tá føroyska bufféin er seinni um dagin. Olfa sigur, at í minsta lagi 22 rættir eru á føroysku bufféini, og her er eitt nú fiskur, krabbi, laksur, skerpikjøt, seyðarhøvd, turrur fiskur – og onkuntíð verður eisini ræst kjøt. – Tað eru serliga útlendsk ferðafólk, sum spyrja eftir føroyskum mati, og hetta verður tí ein roynd hjá okkum í fyrsta lagi í summar, sigur hon. Hon elskar fiskamat Í sama viðfangi, sum fryntliga tunesiska kvinnan nevnir føroyskan mat, spyrja vit hana, um henni sjálv dámar før­ oyskan mat? – Jú, eg elski fiskamat, eisini laks og turr an fisk, men ræstur fiskur, ræst kjøt og skerpikjøt er ikki ordiliga eg, sigur hon. Olfa sigur, at Restaurant Zitouna letur upp um middagsleitið, og síðan er opið til klokkan 15. Millum 15 og 17 er stongt, og síðan letur matstovan uppaftur klokkan 17 og er opin til út á kvøldið. – Vit hava umleið 40 sitipláss inni og eini 30 úti á terassukaféini, har vit eisini hava hitalampur, sigur hon. Tríggir føroyskir varðar Í sambandi við føroysku bufféina, hevur Restaurant Zitouna fingið fólk at lagað sær tríggjar varðar. Tveir koma at standa inni við borðini – og hin seinasti og størsti kemur at standa í túninum. – Hetta verður gjørt fyri at gera umhvørvið hugnaligt og fyri at knýta tað til føroyska mentan. Eg vænti, at varðarnir verða lidnir og koma at standa í og við matstovuna einaferð í næstu viku, sigur hon. Matstovustjórin vísir á, at Restaurant Zitouna hevur fult skeinkiloyvi, men tey miðja í størst møguligan mun eftir, at skonkt verður aftur við mati. – Hetta er ikki ein barr, men ein mat stova. Fólk eru vælkomin innar at keypa sær eina øl, ella hvat tað nú kann vera og drekka hana úti á terassuni, sigur hon brosandi. Trívist – men leingist Olfa Trabelsi sigur, at henni dámar væl í Føroyum, men um vetrarnar leingist henni stundum niður aftur til Tunesia, har øll familjan hjá henni er. – Vit eru í Tunesia og ferðast, tá høvið býðst og gjarna nakrar ferðir um árið, og tað hjálpir væl upp á longsulin. Foreldur míni, familja og vinfólk, hava eisini vitjað okkum í Føroyum, sigur tunesiska kvinnan við Sosialin. Hon er stjóri í partafelagnum, sum eigur Carthage Steak og reStaurant Zitouna í Havn. tunesiska kvinnan ásannar, at arbeiðsdagarnir Hjá Henni og manninum eru langir, men Hetta er neyðugt. Eg trívist – mEn mær leingisT til arbeIðIs navn: Olfa Trabelsi starv: Stjóri besta við starvinum: Nøgd viðskiftafólk ringasta við starvinum: Eg trívist bara starvstíð: 2007 starvsfólk: 6-8 fólk staður: Niels Finsensgøtu 43/ Lucas Debesargøtu 2, Tórshavn stjóri: Eg sjálv fakta Olfa Trabelsi – Eg elski fiskamat og eisini turran fisk, men ræstur fiskur, ræst kjøt og skerpikjøt er ikki ordiliga eg, sigur kvinnan, sum nú fer undir føroyska buffét í Restaurant Zitouna Mynd: jens kristian vang